mikudagur 23. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Fimm teir bestu bólkarnir í mínum
heimi kl. 20.24 mánakvøldið
The Mars Volta
Fyrstu ferð eg hoyrdi The
Mars Volta var á MTV,
eg hoyrdi bara endan á
einum sangi í Alternative
Nation og sjálvt um eg ikki
hoyrdi so nógv, so bleiv eg
beinanvegin fangaður, eg
leitaði eitt sindur eftir
teimum, men fekk ikki fatur
í eini fløgu fyrr enn tvey
ár aftaná – ok, eg leitaði
ikki serliga væl.
Alternative Nation er ann
ars ein sending við ræðuliga
nógvum ringum bólkum, men av
og á sær man ein superbólk,
sum The Mars Volta. Eg
haldi, at tað vóru rútmur
nar sum fangaðu fyrst.
Men eisini sangarin Cedric
Bixler Zavala er fantastisk
ur, røddin minnur nógv
um Robert Plant, tá hann
skríggjar. Gittarspælarin
Omar Rodriguez Lopez ger
tað mesta. Hetta minnir
eitt sindur um 70’ára rokk,
men er progressivur tónleik
ur, sangirnir eru ofta
langir og strórslignir, man
veit ikki heilt um tað eru
sangir ella verk.
Kashmir
Eg byrjaði at lurta eftir
Kashmir, tá teir góvu Cru
zential út. Tá vóru teir
rættuliga fjoluttir. Men
eisini her vóru tað rútmur
nar sum fangaðu, í nøkrum
sangum gingu teir amokk.
Teir eru nakað heilt annað
í dag enn tá. Eg haldi,
at tað, sum er so ræðuliga
gott við Kashmir, er, at
teir alla tíðina broyta seg
til okkurt, sum er betri.
Hvørja ferð teir geva eina
fløgu út, so ræðist man,
at nú skal tað kiksa. Men
higartil er tað bara blivið
betur og betur. Teir eru
ongantíð bangnir fyri at
royna nýggjar genrir. Tón
leikararnir eru teir somu,
og tú hoyrir, at tað eru
teir og at sangarin er
Kasper Elstrup, men alíka
væl broyta teir seg alla
tíðina. Tann nýggja fløgan
er heilt genial.
Mew
Eg lurtaði nógv eftir næst
seinastu fløguni hjá Mew
“Frengers”.
Hon
fangaði
bara. Hetta er kvalitetur,
tónleikurin er væl spældur
og rútmurnar eru gjøgnum
tonktar. Eg haldi eisini,
at sangarin er ræðuliga
spesiellur. Alt við Mew er
feitt,
gittarmelodiirnir
tildømis.
Mær dámar serliga væl at
nýggja fløgan hongur saman,
løgini ganga út í eitt. Teir
skapa eitt stórt ljóðbílæt
sum er behagiligt.
AC/DC
Tað er serliga fløgan Back
in Black, sum ger at eg
nevnið AC/DC. Hetta er ein
ordilig ballingarfløga í
mínari verð. Tað er altíð
feitt at lurta eftir tón
leiki, og fordjúpa seg
í tónleik, lurta eftir
detaljum og liva seg inn
í tað. Har er AC/DC bara
reint rokk’n’roll, solidur
rokkur, ella stutt sagt,
feitt.
Pink Floyd
Pink Floyd er bara gott.
Eg havi altíð vitað, at
Pink Floyd var gott, men
ikki lurta nakað serligt
eftir teimum. Men orsakað
av mammubeiggja mínum eri
eg farin at lurta eftir tí,
og nú skilji eg, hví tað er
so gott.
Teir fimm bestu bólkarnir í heiminum eru fyri
meg ikki teir somu í dag sum um eina tíð, sigur
Hans Marius Ziska. Tí bóðu vit GBOB vinnaran um
at velja teir fimm bólkarnar, sum vóru bestir í
hansara heimi kl. 20.24 mánakvøldið
Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Hans Marius Ziska vann við
bólkinum Marius føroysku
finaluna í Global Battle Of
The Bands leygarkvøldið og
fór í gjár í upptøkuhølið
við bólkinum. Ætlanin er at
spæla fyrstu fløguna hjá
Marius inn, og síðan verður
fari til London at kappast
við bólkar úr 26 ymiskum
londum um 100.000 dollarar
og eina konsertferð kring
heimin. Vit hava biðið hann
um at valt teir fimm bestu
tónleikabólkarnar í heiminum.
Hopleys uppgáva
“Tað er fullkomiliga hop
leyst at velja fimm teir
bestu bólkarnar í heiminum”
segði Hans Marius, tá eg
ringdi aftur aftan á, at eg
í nakrar tímar hevði latið,
hann hugsað um hvørjir fimm
tónleikabólkar vóru teir all
arbestu í heiminum.
Hann hevði júst vunnið GBOB
kvøldið fyri, og vit avtalaðu
at bíða eitt døgn, og so
venda aftur til hetta.
Eg ringdi aftur mánakvøld
ið, og hann var enn øgiliga
ivasamur. Hann greiddi frá,
at tað er so ymiskt, hvønn
tónleik hann lurtar eftir, og
tí broytir svarið seg eisini
alt eftir nær spurningurin
verður spurdur. Men tað er
jú eisini áhugavert, at vita
hvørjar fimm hann metir vera
teir allar bestu, nú hann
júst hevur vunnið GBOB. So
vit tóku støðu í Hans Mariusi
mánakvøldið kl. 20.24.
Virkin á
tónleikapallinum
Tónleikur hevur nógv at
týða í gerandisdegnum hjá
Hans Marius, og hann hevur
verið virkin á føroyska
tónleikapallinum síðan
síðst í 90’unum í bólkum
sum Flux, Hatespeech og nú
Marius. Hansara boð upp á
bestu bólkar í heiminum, eru
ikki bólkar, sum eg fari at
hugsa um, tá eg hoyri Flux
ella Marius. Hetta heldur
Marius ikki vera so løgið,
tí tá hann setur seg at gera
tónleik, so er tað ein pro
sess, og hann veit ongantíð
hvar hann endar, og tí verður
tónleikuriin sum hann er.