mikudagur 23. november 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mánakvøldið skipaði
Frisørheilsølan við
Elnu Strøm fyri einum
hárshowi uppi á Hotel
Føroyum. Her vóru
tveir danir frá L´Oreal
sum vístu føroyskum
frisørum tað nýggjasta
nýggja. Planet var til
staðar.
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo
Nú er tað staðfest – hárið á
okkara skalla er ikki bara til
at hita heilan um veturin.
Nei, vit hava hár fyri at
gerast enn vakrari. Hetta
fekk eg staðfest, tá ið eg
mánakvøldið dittaði mær
niðan á Hotel Føroyar, har
ið Frisør Heilsølan við Elnu
Strøm helt eitt frisør skeið,
sum vísti fram tað nýg
gjasta nýggja innan litir og
klipping.
Vit lita gerandisdagin
Tað fyrsta eg legði merki til,
tá eg sessaðist til skeiðið,
er at eg hevði so nógv tað
ljótasta hárið í rúminum.
Sjálvur havi ongantíð verið
serliga ónøgdur við mítt
look, men nú kendi eg meg
knappliga ófantaligan. Ikki
hugsaði eg somikið langt,
at eg kanska átti at sett
mær hárið, áðrenn eg fór
niðan á frisørskeið. Og tað
gjørdi eg heldur ikki, og
nú mátti eg bara liva við
fylgjunum. Frisørarnir sum
komu á skeið, høvdu vakurt
og spennandi hár, og her
sat neyðars eg, við mínum
ógreidd a heysi.
So byrjaði tað. Ein dani
(sum eitur Lars) greidd i
okkum frá um eina
nýggja hárliting. Vøran
er so ótrúlig, at hon litar
hárið heilt inn í kjarnina
á hárinum, soleiðis at
hárlitingin faktiskt er
mennandi, sunn og góð fyri
hár okkara. Hetta var tann
nýggjasta nýggja vøran frá
L´Oreal, sum Lars fortaldi
okkum um. Hann gav fleiri
vísindaligar frágreiðingar
uppá, hví henda liting er so
góð – vit sóu m.a. filmar,
sum vísti okkum hvussu
molikylini finna saman, tá
ið hárið kemur í samband
við hesa hárliting. “Heilt
ófatiligt”, hugsaði eg,
meðan eg innast inni stað
festi, at eg ikki skilti petti av
tí heila.
Men hesin danin staðfesti
eisini nakað annað. Hann
fortaldi okkum, at frisørar
ikki longur kunnu liva av
at klippa fólki. Tað eru
ikki nóg nógvir pengar í
tí. Teir veruligi pengarnir
eru at finna í liting, greidd i
hann frá. Um frisørar lita
hárið hjá einum kunda so
mikið væl, at kundin gerst
sera nøgdur við litin, so
verður kundin bundin at fri
sørinum. Og um hann verð
ur bundin at frisørinum, so
kemur kundin aftur o.s.fr.
Litirnir, sum eru kul í
dag, eru heitir og blankir
litir. Hárið kann vera myrkt
sum ljóst, bara tað verður
lagt okkurt heitt og blankt í
hárið. Eg legði til merkis, at
reytt var ein gjøgnumgang
andi litur ið var vístur fram
á skeiðinum.
Mótin?
Ein annar dani var eisini
til staðar. Hann eitur Finn.
Hann stóð uppi á einum
palli og klipti nøkrum
damum. Meðan hann klipti
damunum, greidd i hann
frá, hvussu honum dámar
at klippa hár. Hann segði, at
í dag vilja kundarnir fegnir
hava, at har er rørilsi í hári
num. Men tað má ikki fella
yvir í tað óróliga – heldur
skal hárið hava ein struktur
sum heldur tí uppi.
Alt hetta, sum hann stóð
og fortaldi um, vísti hann
okkum á teimum modellum,
sum hann klipti. Tær frisyrir,
ið hann gav teimum, vóru
ikki serliga flipputtar. Tað
vóru rættiliga reinar og
einfaldar frisyrur, sum eru
lættar at seta. Soleiðis vil
nútímans kundin hava tað,
og tað mugu frisørar virða,
greidd i hann frá, meðan
saksurin ferðaðist um oyrini
á damunum.
Eftir skeiðið fekk eg mær
eitt prát við teir báðar Finn
og Lars. Eg undraðist á,
hvussu mannfólk skuldu
síggja út í dag, tí fyri mær
ljóðaði tað, sum um teir
bara prátaðu um, hvussu
konufólk eiga at síggja
út. So tað var upplagt hjá
mær at spyrja teir um, hvat
eg skal gera, tá eg skal til
jólaborð. Hvussu skal eg
seta mítt hár? “Tú skal
fara inn á baðirúmið. Vend
ryggin til speglið, set hárið
sum tú kennir at tað eigur
at sita og far so útaftur
uttan at hyggja eftir tí”,
greidd i Lars frá. Tað er so
týdn ingarmikið, at hárið er
uppsett, men tað skal síggja
tilvildarligt út. Serliga hjá
mannfólki, tí at tað er ikki so
mansligt at seta hárið alt for
nógv, halda teir báðir.
Hvussu er so við móta
num? Kunnu vit siga nakað
um, hvagar hann er á veg?
“Tað er ógviliga torført
at siga nakað generelt
um mótan”, segði Finn.
Tí at mótin í dag er so
indi viduellir, og øll vilja
gjarna víkja frá tí “vanliga”.
Vit vilja hava okkara egna
stíl, sum gevur okkum ein
samleika, og tí er tað vón
leyst at siga nakað generelt
um mótan. “Hárið er títt
– tað er tín samleiki!”
Títt Hár
– Tín samleiki!