mikudagur 23. november 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Hvat er hármóti
nú? Hvør skapar
mótan? Hvørjir litir
eru frammi? o.s.fr.
M.a. hesar spurn
ingar settu vit Elnu
Strøm, ið skipaði
fyri hármóta
showinum á
Hotel Føroyum
mánadagin 21.
november
Hármóti
Barbara Tausen
Lena R. Guttesen
Í mong ár hava frisørar
havt hármótashow
í Føroyum. Í ár var
tað so Elna Strøm, ið
skipaði fyri. Hon hevði
fingið ein mann, ið
arbeiddi hjá L’Oreal
at undirvísa, saman
við einum øðrum, ið
hevur eina salong í
Keypmannahavn. Báðir
vóru teir úr Danmark.
Showið var sera
væl umtókt, eini
50-60 frisørar vóru
komnir at síggja,
hvat hesir vælroyndu
menn høvdu at sýna
fram. Teir søgdu
frá ymiskum vørum
–hvat er gott og ikki,
kundaundirvísing, og
so høvdu teir eisini
klipt og litað nøkrum
føroyskum modellum,
so fólk kundu síggja
hvat nú kemur fram.
Tað vera tær reyðu
blommulitirnar, ið
frisøranir skula hava
á hillini. Stutt, hæddir
–lætt klipt hár.
Mótin kemur
mest úr Londum.
Vidal Sossoon og
Tony & Guy eru
millum fremstu hár
mótaskaparunum í
heiminum. Elna sigur
eisini, at alt sum áður
hevur verið vanda
mikið, sigst í dag at
vera røkjandi –við at
bøta um tey, gerast
tey betur og betur.
At enda sigur hon, at
tað ikki altíð er líka
lætt at finna modellir
til tílík hármótashow,
tí man skal tora væl,
og tora at taka ímóti
broytingum. –men
hóast tað, eru nógv
ung, ið vilja vera
provokerandi og prøva
okkurt vilt.
Hármótin í dag