Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 23. november 2005 17 UTTAN ÚR HEIMI Sharon verður valdur aftur Nógv bendir á, at ísraelski forsætisráðharrin fer framvegis at eita Ariel Sharon aftan á tjóðartingsvalið , sum verður tann 28. mars. Mánadagin kunngjørdi Sharonm, at hann fór burtur úr Likudflokkinum, og at hann fór at stovna sín egna flokk. Longu dagin eftir vísti ein meiningakanning hjá blaðnum Maariv, at tann nýggi flokkurin hjá Sharon fer at fáa 30 umboð í tinginum, Arbeiðaraflokkurin 26 og Likudflokkurin 15. Ein tilsvarandi kanning hjá blaðnum Yedioth Ahronot agv flokkunum ávikavist 33, 26 og 12 sessir í tinginum aftan á valið í mars. Tjóðskaparlig ábyrgd, sum nýggi flokkurin hjá Sharon eitur, hevur kunngjørt, at hann fer at virka fyri at fáa ferð á friðartilgongdina, og at eitt varandi mark verður ásett ímillum Ísrael og Palestina. Færri doyggja av landminum Talið á teimum, sum doyggja av at koma í samband við fjaldar landminur, minkar støðugt. Í nýggju frágreiðingini Landmine Monitor Report stendur, at 6.521 fólk doyðu av landminum í fjør ímóti 8.065 árið fyri. Men tað eru ikki øll, sum hava álit á frágreiðingini. Kathleen Maes í altjóða felagnum á teimum rørslutarnaðu sigur við AP, at tølini eru ikki álítandi. Hon vísir á, at minni enn so allir tilburðir við landminum verða fráboðaðir, og tí ivast hon ikki í, at í veruleikanum doyggja umleið 20.000 fólk um árið av landminum. -Tað eru framvegis alt ov mong sivilfólk, teirra millum børn, sum doyggja ella fáa varandi mein av landminum kring allan heimin, sigur Kathleen Maes. Hon heldur ikki, at altjóða samfelagið vísir trupulleikanum við land­ minunum nóg stóran ans. Sambært Landmine Monitor Report stríðast umleið 400.000 fólk við skaða, sum tey hava fingið av land­ minum. Fagnaðu kollveltingini Túsundtals fólk savnaðust týsdagin í gøtunum í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev at hátíðarhalda ársdagin fyri kollveltingina. Fólk dansaðu og sungu, men gøtumyndin segði kortini ikki allan sannleikan um støðuna. Nógvir ukrainar eru vónsviknir av tí, sum er hent, síðani Viktor Jusjtsjenko tók við, og tey krevja nýskipanir, sum skulu gera enda á fátækradøminum. Men forsetin heldur ikki, at fólk eiga at vera misnøgd. Hann vísir á, at tað ber ikki til at broyta eitt samfelag eftir einum ári. Harafturat vísir hann á, at ukrainar eiga at hugsa um annað enn pengar, tí tað er so nógv annað, sum teir hava fingið burtur úr kollveltingini, sigur forsetin. Man tað vera Beethoven? Í 1990 arvaði eysturríkski handilsmaðurin Paul Kaufmann eitt skrín við leivdunum av einum gomlum mannahøvdi. Oman á lokinum stóð navnið „Beethoven“. Nú halda granskarar, at talan kann vera um høvdið á tí heimskenda tónasmiðinum. William Meredith, sum er leiðari á The Center for Beethoven Studies, sigur við tíðindastovuna AP, at granskarar hava samanborið høvdið við hár av Beethoven, sum stovnurin eigur. Hes­ar kanningar hava víst, at óvanliga nógv blýggj er í høvdinum og hárinum, og tí kann halda vera í teimum gomlu gitingunum um, at Beethoven doyði av blýeitran. Í løtuni verður tað gamla høvdið DNA-kannað á einari rannsóknarstovu í Múnster í Týsklandi. Luswig van Beethoven doyði í Wien í 1827, 56 ára gamal. Í 1863 vórðu leivdirnar av honum grivnar uppaftur, kannaðar og síðani jarðaðar aftur. Tað er ikki óhugsandi, at forfedrarnir hjá Paul Kaufmann hava fingið fatur á høvdinum í tí sambandi, skrivar AP. 110 milliardir krónur eru higartil brúktar til at rudda Nrw Orleans eftir ódnina Kathrinu, men enn er langt á mál. Samstundis keglast myndugleikarnir um, hvør skal gjalda endurbyggingina USA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tríggjar mánaðir eftir at ódnin „Kathrina“ legði meg­in­partin av amerikanska býnum New Orleans und­ir í vatni og sjógvi, eru rudd­ingar­fólkini so dánt liðug við at beina ta seinastu run­una av vegnum. Higartil hava myndugleikarnir brúkt einar 110 milliardir krónur til neyðhjálp og rudding, men eftir stendur spurningurin, hvør skal gjalda ta ovurhonds stóru upphæddina, sum tað fer at kosta at byggja býin uppaftur. Arthur G. Jones, sum hev­ur ábyrgdina av endur­byggingini, sigur við Wash­ington Post, at sambært summ­um metingum fer end­urbyggingin at kosta einar 650 milliardir krónur, men at tað eru aðrar metingar, sum siga tað tvífalda. Sum dømi nevnir hann, at tað fer at kosta meiri enn 100 milliardir krónur at laða byrg­ingarnar kring býin uppaftur, men harafturat koma vegir, brýr og ymsar kaðalskipanir umframt umleið 60.000 hús, sum mugu takast niður. Enn búgva umleið 150.000 New Orleans-búgv­­ar á gistingarhúsum ymsa­staðni. Higartil hava myndugleikarnir goldið rokningina, men í síðstu viku boðaðu teir frá, at eingir pengar eru eftir, og at fólk tí mugu gjalda sjálvi. Kongressin í Washington hevur játtað 370 milliardir krónur til at endurbyggja New Orleans, men enn er bara ein lítil partur av játt­an­ ini goldin, tí ivi er um, hvør skal gjalda hvat, landið ella staturin Louisiana. Trupulleikarnir í New Orleans eru ovurstórir. Um­­ leið 200.000 arbeiðspláss í býnum eru horvin, so tey flestu, sum eru vend heim­ aftur, hava einki arbeiði at fara til. Næstan helmingurin av býnum hevur ongan streym, og sambært blaðnum Christian Science Monitor eru teir flestu handlarnir stongdir enn. - Búskaparliga mugu vit byrja upp á nýtt. Eg kann ikki minnast nakað, sum minnir um hetta. Kanska jarðskjálvtin í San Fransisco í 1906, sigur leiðandi bú­­skap­ arfrøðingurin hjá mynd­ug­ leikunum í Louisi­ana, Greg Albrecht, við blaðið. ES góðtekur ikki, at norska sjóverjan hevur tikið tveir spanskar trolarar á Svalbardleiðini. Fiskirættindi Árni Joensen: fartekst@mail.dk - Hevur eitt skip fiskað ólóg­liga, skal heimlandið hjá skipinum fáa boð um tað, so tað kann taka sær av málinum. Tí áttu norðmenn at varskógvað sponsku mynd­ ugleikarnar, so teir kundu viðgjørt málið. Tað sigur talskvinnan hjá ES í fiskivinnumálum, Mireille Thom, við Aft­en­ posten, í sambandi við, at norska sjóverjan hevur tik­ ið tveir spanskar trolarar á Svalbardleiðini. Trolararnir skuldu eitast at fiska rækjur, men tað vísti seg, at teir høvdu ávikavist 80 og góð 100 tons av svartkalva í last­ini. Tí gjørdi norska sjó­verjan av at taka báðar trolararnar inn til Tromsø. Tað fekk stjórnina í Madrid at senda boð eftir norska sendiharranum har. Spanski fiskivinnu- og landbúnaðarmálaráðharrin, Elena Espinosa, hevur mót­ mælt norsku framferðini, og hon hevur fingið stuðul frá sínum starvsbrøðrum í hinum ES-londunum. ES ásannar kortini, at tað er neyðugt at hava eftirlit við fiskiskapinum við Svalbard, men at Noreg eigur at virða eftirlitið hjá teimum lond­ unum, sum hava skip har. - Eru trupulleikar við tí, mugu vit tosa um, hvussu eftirlitið skal skipast, sig­ur Mireille Thom við Aften­ posten. Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, heldur uppá, at norska sjóverjan hevur borið seg rætt at, og hann væntar ikki, at Spania fer at gera álvara av hóttanini at leggja málið um teir báðar trolararnar fyri dómstólin í Haag, soleiðis sum spanskir fjølmiðlar hava skrivað teir seinastu dagarnar. Noreg stendur einsamalt New Orleans framvegis í sori Umleið 60.000 hús í New Orleans eru so illa farin, at tey mugu takast niður.