mikudagur 23. november 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 225 - 23. november 2005
Æðuvík er tiltikin
bygd, tá ið tað snýr
seg um at pynta
til jóla. Ikki minst
verður nógv gjørt
burtur úr at hava
ljósketur og ymiskt
annað, ið lýsir, upp at
hanga. Sunnudagin
verða ljósini tendrað.
Jólaljós
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Flestallir føroyingar hava
frætt um jólahugnan í Æðu
vík. Neyvan nakra aðra
staðnis í landinum verður so
nógv gjørt burtur úr at pynta
við ljósketum og øðrum
til jóla, og fólk langvegis
frá koma á hvørjum ári til
Æðuvíkar at uppliva jóla
býin.
Bjóða øllum
til bygdina
Komandi sunnudag, ið er
fyrsti sunnudagur í advent,
verður ársins jólabýur í
Æðuvík tendraður.
Tiltakið sunnudagin byrj
ar við, at Martin Restorff
Jacobsen hevur familjuguðs
tænastu í Missiónshúsinum
í bygdini klokkan 18.
Ein tíma seinni verður jóla
býurin tendraður, og tá fer
Nes Sóknar Hornorkestur at
spæla, og Sæunn Ólavsdóttir
Hansen heldur røðu. Somu
leiðis verða gløgg og epla
skivur at fáa.
Í fíggjarlógarupp
skotinum fyri 2006,
sum verður til aðru
viðgerð í Tórshavnar
Býráð í annaðkvøld,
sæst millum annað,
at fitt av peningi
skal játtast til summ
ararbeiði hjá skúla
ungdómum
Summararbeiði
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Játtanin komandi ár til slík
arbeiði, sum skúlaungdómar
taka sær av í summarfrítíðini,
skal eftir ætlan verða tvær
milliónir komandi ár í mun
til eina millión í ár.
Hava gjørt eitt
gott arbeiði
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, sigur, at royndirnar frá
í ár vísa, at tað er sera stórur
áhugi millum skúlaungdómin
at fáa eitt slíkt arbeiði í
summarfrítíðini, og áhugin
verður væntandi minst líka
stórur komandi ár.
- Í ár høvdu vit 121 ung
dómar, sum arbeiddu hjá
okkum í eitt styttri ella
longri tíðarskeið í summ
arfrítíðini, og nú vit ætla
at hækka játtanina, verða
tey væntandi væl fleiri.
Vit royna við hesum at akti
vera ungdómin, og tað er
ongantíð áður komið fyri,
at so stór upphædd er sett
av til slíkar uppgávur, sigur
Heðin Mortensen.
Borgarstjórin
greiðir
frá, at tað arbeiðið, sum
ungdómar gjørdu í summ
ar, var væl gjørt, og tað er
arbeiðið, sum sæst aftur í
kommununi.
Kring alla
kommununa
- Tað eru nógv øki í komm
ununi, ið hava tørv á eini
bøtandi hond, og tað kunnu
tey ungu so taka sær av. Tað
er til dømis gøtur, ið skulu
røkjast, fríøki og annað,
sum tey ungu kunnu fríðka
um, og sum vit øll kunnu
gleðast um, sigur Heðin
Mortensen.
Borgarstjórin leggur dent
á, at peningurin, ið er settur
av, verður nýttur kring alla
kommununa, og ikki bert í
sjálvari Havnini.
Byggja nýtt
røktarheim
í Havn
Tórshavnar Býráð fer
á fundi hóskvøldið
væntandi at taka undir
við einum tilmæli frá
fíggjarnevndini um at
taka av einum tilboði
frá Sp/f Búsetur um
bygging av einum
røktarheimi við
Hoyvíksvegin
Røktarheim
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er longu nakað síð
ani, at Tórshavnar Býráð
fór undir fyrireikingarnar
til at byggja eitt nýtt røkt
arheim í høvuðsstaðnum.
Tann akutti tørvurin á røkt
arheimsplássum í Havn er
stórur, og tá ið landið hevur
pening tøkan til at stuðla
slíkum verkætlanum kring
landið, helt Tórshavnar
Býráð tað verða upplagt at
fara undir eitt nýtt heim.
Pláss fyri 24
búfólkum
Tá ið Tórshavnar Komm
una keypti gomlu marinu
støðina, var samstundis
gjørt av, at bæði bygningurin
og økið kring bygningin
skuldu brúkast til frama
fyri eldru borgararnar í
høvuðsstaðnum.
Kommunan hevur tí kann
að, um møguleiki er fyri
at byggja eitt røktarheim
á økinum, og tað er tað.
Metingar siga, at tað ber
til at byggja eitt røktarheim
við pláss fyri 24 búfólkum
á økinum.
Á vári í fjør gjørdi Selm
ar Nielsen, arkitektur, eitt
dispositiónsuppskot fyri
býráðið, sum hevur verið til
viðgerð í nevnd. Uppskotið
varð góðkent, og síðani hev
ur verið arbeitt miðvíst við
hesi ætlan.
Fyri nøkrum mánað
um síðani var arbeiðið
at byggja nýggja røktar
heimið boðið út høvuðs
arbeiðstøku í innbodnari
lisitatión, og tá var tað Sp/f
Búsetur við Sjúrða Holm,
ið hevði lægsta tilboðið,
sum var upp á slakar 17
milliónir krónur. Samlaði
kostnaðurin av nýggja
røktarheiminum verður
mettur at verða umleið 28
milliónir krónur við øllum
útreiðslum.
Nú tendra
tey í Æðuvík
Hvørt einasta hús í Æðuvík
verður pyntað við alskyns
ljósum til jóla, og í ár verður
neyvan nakað undantak í so
máta.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Býráðið hækkar játtanina
til summararbeiði
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, heldur, at tey ungu,
ið hava summararbeiði hjá
kommununi, gera eitt gott
arbeiði, og tað er ein av
orsøkunum til, at játtanin til
slíkar uppgávur nú væntandi
verður hækkað við einari
millión.
savnsmynd
T
Ó
R
S
H
A V
N
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Tórshavnar kommuna hevur hin 10. november 2005 samtykt at
seta fylgjandi reglur í gildi fyri móttøku av aliburturkasti á
Kommunalu Brennistøðini:
1.
Tikið verður einans ímóti lívrunnum burturkasti frá ali-
vinnuni, sum hevur uppruna í Tórshavnar kommunu.
2.
Tikið verður ikki ímóti lívrunnum tilfari beinleiðis frá ali-
brúkum.
3.
Akvakulturvirkið skal lata KB umsókn um loyvi til burtur-
beining av lívrunnum burturkasti í seinasta lagi 2 arbeiðs-
dagar áðrenn burturbeiningin er ætlað at fara fram.
4.
Saman við umsóknini skal vera flutningsloyvi frá Heilsu-
frøðiligu Starvsstovuni.
5.
Flutningsfyritøkan skal hava váttað burturbeiningarloyvi frá
KB og flutningsloyvi frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, tá
komið verður við burturkastinum.
6.
Flutningsakfarið skal kunna vippa burturkastið beinleiðis
niður í silo’ina.
7.
Bilførarin skal fara væl um, tá ið hann kemur við burtur-
kastinum. Bilførarin hevur ábyrgdina av, at alt burturkastið
kemur í silo’ina og at platturin verður spulaður og sótt-
reinsaður aftaná.
Viðvíkjandi móttøku av aliburturkasti
á Kommunalu Brennistøðini
w w w . t o r s h a v n . f o