Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. november 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 225 - 23. november 2005 19 Nr. 225 • mikudagur • 23. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Í Start eru teir fegn­ ir um, at tað hev­ur eydnast at fáa føroyska álops­spælaran, sum nú sleppur at vera eitt sindur meiri heima hjá familjuni í Keyp­ mannahavn, at halda fram í hvussu so er eitt ár afturat ÚTISETI Jóannes Hansen Todi Jónsson heldur fram at spæla fótbólt á hægsta støði. Tað varð avgjørt týsdagin, tá ið Start og føroyski álops­ spæl­arin skrivaðu undir nýggjan sáttmála. Í honum hava partarnir bundið seg til samstarv í eitt ár afturat. Um Todi um eitt ár verður hugaður at halda fram, so verður skeiðið longt eitt ár afturat. Todi Jónsson hevur í heyst verið rættuliga ivasamur í, um hann skuldi halda fram at spæla í Kristiansand, ella um hann skuldi flyta aftur til Keypmannahavnar og kanska spæla á lægri støði samstundis, sum hann fór undir annað arbeiði. Treytin hjá Toda fyri at skriva undir nýggjan sátt­mála við Start hevur verið, at møguleiki fór at verða hjá honum at vera meiri saman við familjuni í Keypmannahavn. Nú er hetta komið upp á pláss: - Todi fær nú høvi at fara til Keypmannahavnar eftir síðstu venjingina undan dyst­ardegnum, sum oftast er fríggjadag, og hann fær høvi at fara til hús aftur at vitja í ein dag eftir, at vit hava spælt, greiðir ítróttarligi stjórin í Start, Trond Are Gjone, frá. Hann sigur seg vera sera væl nøgdan við, at tað hevur eydnast at fáa Toda at halda fram í felagnum. - Todi og eg hava tosað nógv saman í heyst. Eg eri komin at kenna hann næstan sum ein beiggja, og fyri meg er tað stórur lætti, at samrøðurnar nú hava borið framhaldandi samstarv við sær. Todi Jónsson sigur seg eisini vera fegnan um, at tað fer at bera honum til at halda fram í Start: - Eg havi kent meg væl komnan í felagnum, og eg eri fegin um, at tað hevur bor­ ið til at funnið eina loysn, sum vit allir eru nøgdir við. Í ár vunnu vit silvur, og ætlanirnar hjá felagnum bera boð um, at felagið eisini næsta ár arbeiðir fyri at hava møguleika at kappast har, sum tað er mest hugaligt at kappast, staðfestir Todi Jónsson. Start hevur í heyst keypt fleiri nýggjar spælarar. Tí kann roknast við, at kappingin um at sleppa á liðið verður uppaftur størri næsta ár, enn hon hevur verið í ár. Men hetta er einki øðrvísi, enn tað var øll árini, tá ið Todi Jónsson spældi í FCK. Spæla í morgin Hóast tað nú eru nakrar vikur síðani, at norska lands­ kappingin var liðug fyri í ár, so hava teir kortini vant við fullari ferð í Kristiansand. Og í morgin skulu teir í Start spæla týdningarmiklan dyst. Talan er um uppgerð í bólki A í Royalu liguni. Start skal á heimavølli spæla móti svenska Hammarby. Heimavøllurin hjá Start verður ikki í Kristiansand. Grasvøllurin er ikki nóg góður hesa ársins tíðina. Todi og teir skulu spæla heimadystin í morgin á Odd stadion í Skien. Í sama bólki fer FC Midt­ jylland í morgin at spæla á heimavølli móti norska Vålerenga. Í bólki B eigur norska Lillestrøm í morgin heima­ vøll móti FCK. Hin dysturin í fyrsta umfarinum varð spældur fyri tveimum vikum síðani, tá ið Brøndby á úti­ vølli móti svenska Kalmar megnaði 1-1. Í bólki C eru dystirnir í annað kvøld Lyn-IFK Göteborg, sum skulu spæla í Oslo, og AaB-Djurgården, sum fara at spæla í Aal­ borg. Todi heldur fram í Kristiansand Tað tók sína tíð, men t‡skvøldið komu Start og Todi ásamt um treytirnar fyri n‡ggjan sáttmála. Soleiðis heldur føroyska álopsessið fram á hægsta stigi í øllum førum eitt ár afturat FIFA bossurin sigur seg ivast í, um tað tæn­ ir endamálinum, at tjóðsangirnir verða spældir undan øllum landsdystum FIFA OG TJÓÐSANGURIN Jóannes Hansen Tað kennist veruleikafjart, at lagið hjá Peturi Alberg til Tú alfagra land mítt ikki skal ljóða undan hvørjum fótbóltslandsdysti, meðan spælararnir standa rættir, og teir flestu syngja við, og meðan áskoðararnir standa við húgvuni í hondini og syngja. Men nú verður í FIFA høpi spurt, um tjóðsangirnir skulu strikast í sambandi við landsdystirnar. Tað er FIFA forsetin sjálvur, Sepp Blatter, sum hevur nortið við spurningin: - Eg havi spurt meg sjálvan, um tað í framtíðini fer at tæna rætta endamálinum, at tjóðsangirnir verða spældir, og eg ætli, at vit skulu við­gera spurningin, sigur Sepp Blatter við Schweizer Illustrierte. Orsøkin, at sveisiski FIFA forsetin er farin at hugsa soleiðis, er óskilið, sum tók seg upp, tá ið Sveis og Turkaland herfyri stríddust um eitt pláss í HM endaspælinum næsta summar. Tá ið sveisiski tjóðsangurin varð spældur í Istanbul hoyrdist púrt einki til lagið. Orsøkin var tann, at turkisku áskoðararnir bríkslaðu og á annan hátt órógvaðu so nógv, at tónleikurin fánaði heilt burtur. Turkarar søgdu, at talan var um hevnd, tí einki skuldi hava verið at hoyrt til teirra tjóðsang, tá ið teir spældu í Sveis. - Hetta er ógvuliga óvirði­ligt og niðrandi fyri tjóðarstoltleikan, sigur Sepp Blatter, sum eftir alt rokið í Istanbul, tá ið sveisararnir av góðum grundum kendu seg rættuliga hóttar, eisini hevur onnur uppskot at tryggja Fair Play. - Tað hevði eisini borið til at álagt spælarunum, at teir eftir dystarlok skuldu tikið í hondina hvør á øðrum. Tað ber ikki til, at støðan eftir dystarlok gerst soleiðis, at liðið, sum hevur vunnið, ikki hevur møguleika at fagna sær sjálvum og áskoðarunum, men at glaðu spælararnir í staðin eru noyddir at taka beinini á nakkan og sum tjóvar skulu skunda sær undir tak, tí teir kenna seg heilt ótryggar og trongdar, sigur Sepp Blatter og sipar harvið til skemdardystin í Istanbul. Tjóðsangurin verður kanska strikaður Tað tykist mest sum veruleikafjart, men í FIFA umhugsa tey nú, hvørt tað er nøkur nytta í at spæla tjóðsangir undan landsdystum