mikudagur 23. november 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 225 - 23. november 2005
Í Runavík eru tey eins og
flestu aðra staðni kring landið
í ferð við fyrireikingarnar til
komandi kappingarár.
Ein av spælarunum, sum
veruliga gjørdi um seg í fjør,
er 17 ára gamli Einar Han
sen, sum eisini hevur verið
fastur fúsur á føroysku U-
landsliðunum seinnu árini.
Tí er einki at ivast í, at bæði
felag og viðhaldsfólk eru feg
in um, at NSÍ og Einar nú
hava givið hvørjum øðrum
pappír upp á framhaldandi
samstarv.
Um tað so verður NSÍ alt
árið, er so ein annar spurn
ingur. Einar er ein av fleiri
føroyskum spælarum, sum
útlendskir fótbóltsskótar
hava lagt til merkis, og hann
hevur eisini longu nú verið
til venjingar hjá onkrum
útlendskum liði.
Men fyribils verður tað
so hjá barndómsfelagnum,
at hann fer at gera um seg.
-mørk
Hóast Føroyar
hava mist seks stig
á styrkislistanum
hjá FIFA, so gekk
fótbóltslandsliðið trý
pláss fram á listanum
FIFA-styrkislistin
Jákup Mørk
At Føroyar gingu fram á
listanum hesaferð, kemst
einamest av, at tað vóru aðrar
tjóðir, sum mistu fleiri stig
enn okkara farna mánaðin.
At farið verður út um oktober
mánað merkir, at stigini, sum
eru vunnin fyri fimm árum
síðani um hetta leitið gerast
alt minni verd, og tí minkar
sonevndi koefficenturin hjá
Føroyum.
Lítið er at ivast í, at skulu
Føroyar aftur vinna seg nak
að uppeftir á listanum, so er
at vóna, at lukastið til kom
andi EM-undankapping
sendir okkum í ein av størru
bólkunum. Tað stendur longu
greitt, at bólkarnir hesa ferð
verða nakað størri, enn teir
hava verið, og tí kemur í øll
um førum eitt lið at vera í
okkara bólki, har vit eiga at
hava ein hampuliga góðan
møguleika. Og gerst talan
um ein av størru bólkunum,
so kann talan - við nakað av
hepni í lutakastinum - gerast
um tvey slík mótstøðulið.
Á toppinum á listanum er
størsta broytingin hesafeðr,
at Kekkia er farið fram um
Holland á øðrum plássinum.
Sæð burtur frá mest sum
suverena oddasessinum hjá
Brasilia, so er talan tó um
sera harða kapping um ovastu
plássini. Bara fimm stig eru
á muni millum nummar tvey
og trý. Og millum nummar
fýra og nummar átta eru bara
seks stig.
Seinasti styrkislistin sær
soleiðis út. Tølini í klombrum
siga frá, hvørja støðu londini
høvdu á listanum fyri okto
ber mánað:
Nr
Land
Stig
1 (1)
Brasila
841
2 (3)
Kekkia
796
3 (2)
Holland
791
4 (4)
Argentina 774
5 (5)
Frakland
772
6 (8)
Spania
771
7 (6)
Mexico
768
8 (7)
USA
766
9 (9)
Ongland
757
10 (9)
Portugal
754
13 (14)
Danmark
732
14 (13)
Svøríki
731
38 (37)
Noreg
649
45 (44)
Finnland
619
93 (92)
Ísland
487
313 (134) Føroyar
332
Einar er
framvegis gulur
Einar Hansen og formaðurin hjá NSÍ, Andrias Lamhauge,
tykjast báðir vera nøgdir, nú undirskriftin er komin upp á pláss
Mistu men gingu fram
Í B†IN
heldur
fram
á sí›u
38-39