mikudagur 23. november 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 225 - 23. november 2005
2. oktober 2005
vóru liðin 75 ár
síðan amerikanski
bilframleiðarin
Henry Ford legði
grundarsteinin til
Ford-verksmiðjuna
í Köln í Týsklandi
saman við táverandi
yvirborgmeistarnum
í býnum Konrad
Adenauer
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ford hava nú framleitt bilar
í Týskalandi í 75 ár. Tað var
tann 2. oktober 1930 at Henry
Ford legði grundarsteinin
til Ford-verksmiðjuna í
Köln í Týsklandi saman við
táverandi yvirborgmeist
arunum í býnum Konrad
Adenauer. Adenauer bleiv
seinni ein kendur týskur
kanslari, ið t.d. stóð fyri
endurreisingini av landinum
eftir seinna heimsbardaga.
Ford-verksmiðjan í Köln
er nógv útbygd síðan tá,
har yvir 34 milliónir bilar
eru framleiddir. Í dag verða
1.850 bilar framleiddir um
dagin, og 1.900 fólk starvast
á verksmiðjuni. Týsku Ford
arnir sum vit kenna best hava
verið t.d Taunus, Granada,
Sierra og Escort
Ford Motor Company var
stovnað í USA 16. juni 1903
av Henry F. Ford (1863-
1947), og fyrstu bilarnir vóru
Ford A. Best kendi Fordurin
man verða Ford T, sum var
framleiddur frá 1908 - 1927 í
yvir 15 milliónum eindum.
Tað var skjótt at framleiðs
lan av Ford-bilunum vaks
so nógv at bilverksmiðjur
vórðu settar á stovn handan
hav í fleiri ymiskum lond
um. Tann fyrsta kom í Man
chester í 1911. Teir ensku
Fordarnir eru t.d. Zephyr,
Zodiac Anglia og Cortina.
Henry Ford var ein ser
merktur persónur, ið læt eina
risastóra fyritøku eftir seg,
og fekk av álvara gongd á
bilaframleiðsluna í Amerika
og restini av heiminum.
Amerikanska høvuðssæti
er í Dearborn við Detroit.
Fyritøkan er privat, og ovasta
leiðslan hevur alla tíðina ver
ið í Ford familjuni.
Ford í 75 ár í Köln
Ford Zodiac var gjørdur í Onglandi og var ein luksusbilur. Hesin frá 1957 hevur t.d. tveir litir og
hvítar dekksíður
Ford Taunus 12m frá 1962. Hesir vóru teir fyrstu Fordarnir, ið vóru drivnir av forhjólunum
Ford 17m stationcar frá 1968
Ford Taunus 17m frá miðskeiðis í 60-unum við V4 motori. Taunus 20m var sami bilur við V6 motori og meiri útgerð
Henry Ford, v.m., legði grundarsteinin til Ford-verksmiðjuna
í Köln í Týsklandi saman við táverandi yvirborgmeistarnum í
býnum Konrad Adenauer