mikudagur 23. november 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggi BMW 300-
serian er nú eisini
komin í stationcar
útgávuni Touring,
ið er bæði størri,
rúmligari og praktisk
ari enn forgangarin.
Heildarmyndin av
bilinum er sum vit
kundu vænta - ein
gjøgnumførdur bilur
í allar mátar
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Hóast BMW-300 serian í
Touring útgávuni er ein
størri og rúmligari bilur
enn forgangarin, er tó størsti
denturin lagdur á koyriegin
leikarnar, sum altíð hava
verið eitt av eyðkennunum
hjá BMW. Hesin koyrir sum
ein dreymur, og vegfesti er
heilt optimalt undir øllum
koyriumstøðum, serliga kem
ur hetta til sjóndar í svingum.
Fyri at lætta um bilin eru
partar av undirvogninim
gjørdir úr aluminium. Tær
ymisku útgávurnar fáast við
16” og 17” hjólum.
Nýggi BMW-300 serian í
Touring útgávuni er longri og
breiðari enn forgangarin og
verður enn sum áður drivin
av bakhjólunum. Bilurin er
gjørdur sera praktiskur við at
t.d. gardinan, ið fjalir tað sum
liggur í viðførisrúminum,
rullar seg automatiskt sam
an, tá baklúkan verður latin
upp. Eisini kann rúturin í
baklúkuni latast upp sepa
rat.
Í viðførisrúminum, sum
nú er 460 litrar, er einki
eykahjól, hetta er helst tí, at
bilurin hevur RFT-dekk (Run
Flat Tyre) sum standard í øll
um útgávunum. Hesi dekk
eru gjørd til at kunna koyra
eitt strekki upp á minst 80
kilometrar við 80 km/t uttan
luft.
Eitt sum eyðkennir alla ta
nýggju BMW 300-seriuna
er ljóðdoyvingin, sum nú er
betrað munandi.
Startlykilin er avloystur
av einum elektroniskum
start/stopp knøtti, og servo
stýringin er hydraulisk.
BMW-300 serian í Tou
ring útgávuni fæst við fleiri
ymiskum bensin og diesel
motorum. Til dømis er 6-syl.
rekkjumotorurin á Touring
325i útgávuni við 218 hk
ein tann lættasti motorurin í
síni stødd yvirhøvur. Hetta
kemur av, at stórur partur
av motorinum er gjørdur úr
magnesium. Hesin koyrir frá
0-100 km/t upp á 7,2 sek.
Dieselútgavan, Touring
320d við 163 hk, er eisini
ein kvikur, vælkoyrandi og
økonomiskur bilur. Hann
koyrir frá 0-100 km/t upp
á 8,6 sekund. Oljunýtslan
er einans 16,9 km/l, ið má
metast sum sera gott fyri ein
bil í hesum klassanum.
Annars fæst Touring út
gávan eisini í hesum útgáv
unum: 320i við 150 hk, 330i
við 258 hk, og 330d (diesel)
við 231 hk.
Saman við kompakta
BMW kvalitetinum og góðu
sportsligu koyrieginleikun
um, er heildarmyndin av
nýggja BMW 3-Touring, tað
sum vit kundu vænta - ein
gjøgnumførdur bilur í allar
mátar.
Bíligasti BMW Touring
í 300-seriuni kostar nú kr.
399.000,-, tí fram til 1. januar
2006 eru introduktiónsprísir
galdandi fyri alla 300 seri
una, soleiðis at teir eru upp
til 35.000 krónur biligari enn
vanligi prísurin.
BMW 300-serian Touring :
Sportsligur og praktiskur stationcar
BMW 320d Touring
Motorurin
2,0 litur 4 syl. diesel 163 hk
0-100 km/t
8,6 sek
Oljunýtsla
16,9 km/l
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
452,0 cm
Breidd
181,7 cm
Hædd
141,8 cm
Eginvekt
1.350 kg
Viðførisrúm 460 litrar
Prísur
kr. 465.000, - (vanligur prísur)
kr. 435.000, - (introduktiónsprísur)
Søluumboð Sp/f Nordcar
Smiðjugerði 4
FO-100 Tórshavn
Tel. 308080
Nr. 225 • mikudagur • 23. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Nýggi BMW 320d Touring
við smartum og elegantum
designi
Nýggi BMW-300 Touring er
longri og breiðari enn forgangarin.
Bilurin verður framvegis drivin av
bakhjólunum.
Startlykilin er avloystur
einum elektroniskum
start/stopp knøtti,
og servostýringin er
hydraulisk
Rúturin í baklúkuni kann
latast upp separat