Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Samanumtikið verð­ur roknað við, at rakstr­ arúrslitið fyri hvørt skipið verður nakað betri í ár enn í fjør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Verksmiðjutrolararnir hava havt rímiliga góð ár, og flot­ in er rímiliga væl fyri við árslok 2004. - Hóast broytingar í mið­al­ prísi seinastu 5 árini, hev­ur raksturin verið stabilt góður. Sambært greiningini hjá Rasmussen & Weihe verður mett, at vøksturin í prísi hevur uppvigað minkingina í veiðinøgd frá 2003 til 2004. - Sambært teimum upp­ lýsingum, vit hava fingið um gongdina í 2005 hjá verk­ smiðjutrolarunum, mink­ar veiðinøgdin nakað í 2005 í mun til sama tíðar­skeið í 2004. Hinvegin er miðalprísurin hækkaður í ár, og ber hetta við sær, at samlaða veiðivirðið veksur nakað. Grannskoðarafelagið held­ ur, at árið í ár soleiðis sær út til at geva umleið sama rakstrarúrslit sum árið í fjør, tó kanska nakað lakari, tá ið hædd verður tikin fyri høgu oljuprísunum. - Leggjast skal aftrat, at færri verksmiðjutrolarar hava fiskað kvoturnar í 2005, og tí vænta vit samanumtikið, at rakstrarúrslitið fyri hvørt skipið verður nakað betri í ár enn í fjør, sigur felagið. Skipini, sum eru við í hesum skipabólki, eru Vesturvón, Akraberg, Skála­ berg, Sundaberg, Enniberg og Ljósafelli. Miðalaldurin hjá hesum parti av flotanum er 16 ár. Nýggjasta skipið er Skála­ berg, sum kom í flotan í 2003. Verksmiðjuflotin: Prísvøkstur uppvigar fall í veiðinøgd Nr. 226 - 24. november 2005 9 Mett verður, at rakstrarúrslitið hjá línuskipunum í ár verður umleið tað sama sum í fjør Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Línuskipaflotin hevur havt nøkur góð ár og er rímiliga væl fyri. Skipini hava havt ein støðugan vøkstur fram til 2003, sum gjørdist eitt serstakliga gott ár hjá hesum skipabólki. - Men positiva gongdin vendist í 2004, tá ið samlaða úrslitið fyri skipabólkin gjørdist eitt hall. Soleiðis broyttist met­úr­ slitið í 2003 vegna minkandi veiðinøgd og lægri fiskaprís til eitt hall longu árið eftir. Línuskipini hava merkt eina støðuga minking í miðalprísinum árini frá 2001 til 2004, og samlaða fallið fyri tíðarskeiðið 2000 til 2004 er stívliga 27%. Hinvegin er veiðinøgdin í sama tíðarskeiði økt við 72%. Rasmussen & Weihe vísa á, at sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag hava línuskipini merkt eina afturgongd í veiðinøgd upp á 16% níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør. - Men hinvegin er mið­al­ prísurin hækkaður við stívliga 13%, soleiðis at veiðivirðið einans er mink­að við 2%. Tí vænta vit, at rakstrarúrslitið hjá línuskipunum í ár verður umleið tað sama sum í 2004. Íløgurnar, sum línuskipini hava gjørt seinastu 4-5 árini, hava verið stórar. Tøki peningurin øktist nógv árini 2000 til 2003, men var við árslok 2004 aftur á sama støði sum í 2000. Eginognin hjá línuskipum vaks nógv til og við ár 2003, men minkaði síðan 18% í 2004. - Havast skal í huga, at skipatalið er økt seinastu árini, og hetta saman við økt­um skipavirði við eitt nú umbyggingum og nýíløgum er samlaða skuldin hjá línu­ skipum nærum tvífaldað árini 2000 til 2004, siga Rasmussen & Weihe. Lagt verður aftrat, at gjald­ førið hjá hesum skipabólki er minkað javnt hesi árini, og ein orsøk til hetta er, at tøkur peningur er nýttur til íløgur. - Soliditeturin er rímiligur við árslok 2004, hóast hann er lækkaður munandi hesi árini, sigur felagið. Miðalaldurin hjá línu­skip­ um er 35 ár. Línuskip: Útlitini eru tey somu sum í fjør Samanumtikið kann sigast, at garnaskipini høvdu besta árið í 2000, men síðan hevur gingið aftur á. Ársúrslitið er minkað frá 2000 at rokna, og er við árslok 2004 vent frá avlopi til hall Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Árini 2000 og 2001 royndust væl, men bæði 2002, 2003 og 2004 hava roynst minni væl. - Samlaða fallið í nettosølu frá 2000 til 2004 er stívliga 40%, vísa Rasmussen & Weihe á. Garnaskipini høvdu í 2004 eitt lakari úrslit enn árið fyri. - Sambært hagtølum hjá Føroya Fiskimannafelag fyri teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er miðalprísurin hjá garnaskipum lækkaður 10% samanborið við somu tíð í fjør. Haraftrat kemur, at samlaða veiðinøgdin er minkað við 16%. Her skal tó havast í huga, at tølini fyri 2005 fevna um veiðina hjá 6 skipum í mun til 7 skip í 2004. Rasmussen & Weihe stað­festa tí, at samlaða veiðivirðið tískil er umleið 10% betur fyrstu níggju mánaðirnar í 2005 í mun til somu tíð í fjør. - Vit vænta, at garnaskipini fara at hava eina ávísa fram­ gongd í rakstrinum í 2005 í mun til árið fyri, heldur felagið. Samanumtikið kann sig­ ast, at garnaskipini høvdu besta árið í 2000, men síðan hevur gingið aftur á. - Ársúrslitið er minkað frá 2000 at rokna, og er við árslok 2004 vent frá avlopi til hall. Sambært greiningini hjá Rasmussen & Weihe hevur ognaravkastið hjá garnaskipum verið á einum lágum støði í 2002 og 2003 og er vorðið negativt í 2004. Sama er við renting av eginogn. - Gjaldførið er nøkulunda gott, tó at tað er minkað síðan 2001. Soliditeturin er støðugt øktur fram til 2002, men fall í 2003 og 2004, hó­ast hann enn er góður, sigur felagið. Miðalaldurin hjá garna­ skipum er 37 ár. Veiðinøgdin hjá verksmiðjutrolarunum er minkað, men prísirnir eru hækkaðir Mynd: Vilmund Jacobsen Íløgurnar, sum línuskipini hava gjørt seinastu 4-5 árini, hava verið stórar. Tøki peningurin øktist nógv árini 2000 til 2003, men var við árslok 2004 aftur á sama støði sum í 2000 Mynd: Vilmund Jacobsen Garnaskip: Framgongd er væntandi Garnaskipini høvdu besta árið í 2000, men síðan hevur gingið aftur á. Nú verður so aftur roknað við eini framgongd í ár Mynd: Vilmund Jacobsen