Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 226 - 24. november 2005 Fyri einum ári síðani valdi Framtaksgrunnurin at leggja Fiskasøluna og Fiskavirking saman. Heidi Petersen úr andstøðuni kallaði hetta eina sølu aftan stongdar dyr, og tað hevði hon púra rætt í. Táverandi leiðsla á Fiskasølunni hevði hoyrt okkurt graml um eina samanleggingarætlan, og legði tí eitt boð uppá knappar 50 milliónir fyri Fiskasøluna. Politikarar fóru at leika í, uttan at seta seg í málið, og gjørdu harvið helst feildisponeringina hjá Framtaksgrunninum lættari. Tað var ongantíð heilt greitt, hvat Framtaksgrunnurin helt um hetta boð, men hann tók so ikki av. Var boðið ov lágt, so kundu teir við einum almennum útboði fingið meir, og um Fiskasølan var at líkna við eitt trotabúgv, sum Framtaksgrunnurin eisini hevði hug at rógva uppundir, so var tað heilt burturvið, at man ikki seldi, meðan tíð var. So hendi tað um sama mundið, at nakrir reiðarar buðu 115 milliónir fyri bara Fiskavirking. Framtaksgrunnurin takkaði eisini nei. Nú standa vit so eitt ár seinni við vissuni um, at somu feløg, ið bjóðaðu 115 milliónir fyri bara Fiskavirking, nú bert bjóða 80 milliónir fyri samanlagda felagið. Tað vil siga, at boðið er farið 80 milliónir eftir reyv uppá eitt ár. At onkur útlendingur so kann bjóða uppaftur meir, merkir bert, at viðkomandi helst hevði bjóðað enn meir fyri einum ári síðani. Tað var ávarað móti at leggja Fiskasøluna og Fiska­virking saman, tí tað var flestum púra greitt, at man fór at fáa minni fyri samanlagda felagið enn fyri bæði feløgini hvør sær. Hetta valdi man ikki at lurta eftir, og úrslitið síggja vit i dag. Nevndin í Framtaksgrunninum tykist hava valt at raðfesta eina prosess hægri enn úrslitið, og kann hetta koma at gerast ein sera dýr avgerð. Samgongupolitikarar stóðu á sjónvarpsskýggjanum og vardu samanleggingina, meðan andstøðan kritiseraði hana. Nú eru tað sjálvandi ikki politikarar, sum framdu hesa samanlegging, men um ein politikari er nøgdur við eina nevnd, sum hann hevur valt, so velir hann nevndina aftur. Um hann er ónøgdur, so verður nevndin send til hús. So einfalt er tað. Tað er líka nógv politisk uppíblanding at velja eina nevnd aftur, sum at senda hana til hús, hóast hetta tykist verða ringt at skilja í parti av fjølmiðlaheiminum og millum almennar ráðgevar. Tá landstýrismaðurin í Vinnumálum valdi nevndina í Fram­ taks­­grunninum aftur seinast, so vísti hann har­við, at nevndin í Framtaksgrunninum hevði pol­itiskan uppbakning fyri sínari kós. Um tað var landsstýrismaðurin í vinnumálum einsamallur ella um tað var samgongan ella tess leiðsla, sum avgjørdi hetta aft­urval er líka mikið. Vit kunnu í dag staðfesta, at man hevur lurt­að eftir teimum skeivu ráðgevunum, og vónandi verða tær røttu avleiðingarnar tiknar, so at hesir ráðgevar ikki verða spurdir aftur. Hetta mál er ein svartur blettur í politikki samgongunar og hevur kostað nógvar pengar og væntandi fjølbroytni í fiskivinnuni á landi. Andstøðan hevði rætt fyri einum ári síðani, og vónandi lærir samgongan av hesum máli. Onkuntíð er betur at taka næstbestu avgerðina enn onga avgerð og harvið liggja sjóvarfallið av sær. DAGSINS MEINING Sosialurin Framtaksgrunnurin og sjóvarfallið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. At hanga Føroya Tele út sum orsøkin til at heimasíðan hjá Telduvitan.com ikki virkar nøktandi er at gera ov nógv av - serliga tá fyritøkan ikki hevur heimsíðuna á útgerð hjá Føroya Tele, men hjá einum útlendskum veitara… FT SAMSKIFTI P/F Richard Mortensen, stjóri Sum svar uppá serliga hvass­orðað lesarabræv frá teldufyritøkuni Telduvitan í bløðunum í gjár, verður hervið givið aftursvar fyri at tryggja, at misskiljingar verða beindar av vegnum. 1. Tað verður nevnt at DSL sambandið ikki koyrir við 2Mbit, men einans 0,25Mbit: Hetta er ikki rætt. Tá tað verður lovað 2 Mbit so veita vit 2Mbit. Hetta er nakað vit kunnu dokumentera. Um útlendskur servari verður brúktur sum mátipunkt, kann hetta geva skeivar upp­lýsningar. Brúkar viðkomandi mátipunkt hjá Føroya Tele á HYPERLINK „http://www.internet.fo“ www.internet.fo fær ein røttu myndina av ferðini. Telduvitan skrivar nógv um trupulleikar við heimasíðuni og servaranum, og fær tað at ljóða sum at tað er ein trupuleiki við tænastunum frá Føroya Tele. Telduvitan hevur ikki heimasíðu frá Føroya Tele, men brúkar ein útlendskan veitara. At hesin servari steingir og teir soleiðis missa dáta er nakað fyritøkan eigur at taka upp við veitaran og ikki royna at hefta Føroya Tele við ikki nøktandi tænastum frá øðrum veitarum. Tað er soleiðis hátta á Internetinum, at ein og hvør veitari bert kann garantera fyri bandbreidd á egnum kervi. Fyritøkan Telduvitan sigur seg hava eitt breiðbands samband á 2Mbit men fær bert 0.25Mbit. Tað verður ikki sagt hvar mátipunktini eru til hesa ferð, sum máld er. Tað er nevnliga ikki líka­mikið um tað er mált á kervinum hjá Føroya Tele ella til ein servara uttanlands. Er tað uttanlands koma nakrir aðrir faktorar við og avgerða ferðina, og hesir faktorar liggja hjá avvarandi veitara og eru soleiðis uttanfyri ávirkan frá Føroya Tele. Eru mátipunktini uttanfyri Føroyar, so geva tey ikki eina mynd av ferðini á við­ komandi breiðbandi, men heldur eina mynd av, hvussu tað stóra internet uttanfyri Føroyar er fyri viðvíkjandi kapaciteti. Um ein brúkari í Føroyum skal vitja heimasíðuna hjá Telduvitan fer viðkomandi úr Føroyum til Danmarkar har síðan liggur hjá veit­ar­ anum hjá Telduvitan. Vit hava eftirkannað hendan veitaran. Niðurstøðan er, at hesin veitarin ikki er tøkur allatíðina, stundum kunnu tíðirnar verða upp til 27000 ms (mille sekund) og er hetta alt ov nógv fyri krevjandi kundar. Til samanberingar tekur ein referansa til Micro­ soft, sum liggur í USA um­leið 200-300 ms. Á net­ in­um hjá Føroya Tele, eru tíðirnar frá kunda til servara útgerð minni enn 20 ms. 2. At øll útgerðin hjá Teldu­ vitan er frá Føroya Tele er ikki heilt rætt. Breiðbands útgerðin er frá Føroya Tele, men tann útgerð, sum hevur við heima­ síðuna at gera, er ikki Føroya Tele útgerð. 3. Tað verður eisini nevnt at kopar ikki megnar at rúma allari ferðsluni. At ein serfrøðingur skal hava sagt, at kopar ikki skal kunna „levera vøruna“ í samband við 2Mbit breið­ bands tænastur undrar okk­ um stórliga. Í londunum kring okkum eru breiðbands tænastur í allarflestu førum veittar á kopari, tí hetta er tann tøknin, sum und­ urstøðukervini byggja á. Samanumtikið er onki til hindurs fyri at fáa eina sera góða breiðbandstænastu frá Føroya Tele. Góð Breiðbandstænasta frá Føroya Tele Hergeir Nielsen Samstundis sum lands­ grannskoðanin al­manna­ kunngjørdi, at Bjarni Djurholm hevði veftað P/F Postverk Før­ oya upp í ein ellibita, fór hann at spæla sær við einum nýggjum almennum partafelag. Landsstýrismaðurin skeyt upp fyri løgtinginum at leggja ein púra vanligan tunnil í Suðuroynni í eitt alment partafelag. Hvat verður tað næsta, spyrja vit? Endamálið er púra greitt. Játtanin til tunnilsgerðina skal ikki síggjast á fíggj­ar­ lógini. Samgongumenn blúgvast við hetta afturvendandi hallið, og teir royna nú at krógva tað burtur. Alskyns smyrsl verð­ur kleimt út yvir bú­skaparmyndina, og meðan mascarain renn­ ur teimum oman eftir kinn­ klovunum, royna teir um fræg­ast at krógva burtur tað bú­skaparliga vesaladømi, teir í veruleikanum stevna eftir. Ótaldar sakligar og væl grund­aðar ávaringar eru settar fram ímóti hesum sein­ asta skilaleysa átakinum hjá landsstýrinum, men einki hjálpir. Tað var meðan fólka­ flokk­urin umsat fíggjarmál og javnaðarflokkurin átti løg­mann afturi í 1991, at alt løgtingið og allar tær al­mennu Føroyar ásannaðu, at allar ítøkiligar byggiætlanir skuldu á fíggjarlógina. Øll landsstýrini aftan á hava virkað eftir hesum setn­ingi, men nú kom so skammlop í politisku skipanina. Lóggivið verður nú fyri eini beinleiðis skaðiligari skipan inni í búskapinum, nú landstýrið leggur ein van­ ligan tunnil út í eitt alment partafelag. Landsstýrið ásannaði í 1991, Komið og spælið partafelag Framhald á síðu 11