Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 24. november 2005 11 VIÐMERKINGAR Tingfólk og uppskotsstillarar: Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk Í lesarabrævið í Sosialinum 16. nov 2005 hevur Jens Vang, løgfrøðingur áhuga­ verd­ar hugleiðingar og spurn­ingar til undirritaðu um uppskot okkara at broyta revsilógina. Vit skulu her royna at svara so væl,sum vit kunnu, og vóna vit, at hetta almenna samskiftið okkara millum meira savnar enn spjaðir meiningar. Uppskot okkara um an­tidiskriminering hevur als ikki til endamáls at „krim­inalisera“ Bíbliuna - ella at skerja trúarfrælsið og møguleikan hjá Jens Vang at bera fram sína persónligu trúgv. Uppskot okkara „krim­ inaliserar“ heldur ikki end­ur­ gevingar úr Bíbliuni.  Uppskot okkara snýr seg um at gera tað revsivert, at hótta, háða ella niðurgera fólk, orsakað av at tey eru homoseksuell. Vit halda ikki tað er trupult at gera skilnað ímillum tað, at vera persónliga trúgvandi og at endurgeva úr Bíbliuni, og so at hótta, háða ella niðurgera samkynd.  Jens Vang gevur jú sjálvur besta dømi við eini sakligari grein og eini endurgeving av, hvat hann hevur sagt fyri ungum um samkynd á einum møti. Jens Vang hvørki hótt­ir, háðar ella niðurger samkynd. Men um Jens Vang hevði skrivað lesarabrøv ella rópt eftir samkyndum á gøtuni og skírt tey at vera „Satans yngul“. Ella „at tey gera stóran skaða fyri alla tjóðina“. Ella „at tey skulu fáa harða revsing fyri sín livihátt“. Ella hann hevði eggjað til, at onnur skulu gera seg inn á samkynd. So hevði eftir okkara tykki ver­ ið talan um hóttan, háðan og niðurgering av einum sam­felagsbólki, orsakað av teirra kynsligu kós.  Tá so Jens Vang spyr um: “Hevði mítt prát við Eyst­uroyar ungdóm, sum omanfyri stutt endurgivið, gjørt meg kriminellan og harvið møguliga sekan til upp til 2 ára fongsil?” so er okkara svar sjálvandi, at tað sum Jens Vang segði fyri ungdóminum, var als ikki nakað galið við, heldur ikki um okkara uppskot verður samtykt. Tí tað er nemliga í lagi og eisini rætt at geva øðrum fakta úr Bíbliuni!! Men tað er ikki í lagi at brúka hesi fakta til at diskriminera ella niðurgera onnur við. Tað ger Jens Vang heldur ikki, men tað eru tað onnur, sum hava gjørt. Okkara uppskot ger seg sostatt ikki hvørki inn á trúarfrælsið talu ella skrivifrælsii- tvørturímóti verður reglan um ikki at hótta, háða ella niðurgera samkynd sett inn í somu reglu, sum verjir trúgvandi og trúarbólkar móti happing.  Vit eru eins nógv ímóti at fólk verða hótt, háðað ella niðurgjørd orsakað av teirra trúgv, húðaliti, tjóðskapi ella uppruna, sum vit eru ímóti at samkynd verða tað.  Vit skilja ikki heilt, at Jens Vang og onnur skulu óttast at trúarfrælsið verður skert, ella at talu- og skrivifrælsið hjá trúgvandi verður skert. Tey rættindini verða verandi í gildi. Men trúarfrælsið og talu-/skrivifrælsið hevur eftir okkara tykki ongantíð givið nøkrum rætt til at hótta, háða ella niðurgera onnur. Fyri bara at taka eitt dømi: Tað finnast nógvar religiónir í heiminum og tær hava eisini tryggjaðan rætt at virka í Føroyum. Hóast Bíblian sigur at: ”tú mást ikki hava aðrar Gudar” Í tekstum, sum hoyra hes­ um religiónum til, kann nógv standa sum tosar um bæði livihættir og enntá ávarar ímóti øðrum trúgvandi ella fólki av øðrum uppruna. Nógv­ar religiónir hava eisini tekstir, sum mæla til at gera stóran mun á monnum og kvinnum, at halda trælir o.a.  Men tað gevur ikki teim­um, ið virka eftir síni trúgv, rætt til at alment at niðurgera, hótta ella háða kvinnur, onnur fólkasløg ella aðrar trúarbólkar - ella at mæla til, at onnur fólk skulu gerast trælir.  Fyri okkum er henda verj­ an móti at hótta, háða ella niðurgera samfelagsbólkar beinleiðis at samanbera við ta verju vit í lóggávuni geva einstaklingum móti æru­ meiðing og bakbiti .  Vit kunnu jú vera sera ósamd við onnur - ja, vit kunnu vera óð um livi­hátt­ in, meiningarnar og boð­ skapirnar hjá onkrum. Tað hava vit rætt til at siga alment og gera vart við. Men vit hava ikki rætt at ærumeiða ella bakbíta ein persón við at kalla hann „satans yngul“ ella siga við hann, at „hann hevur gott av, at hann er vorðin sjúkur“.  Okkara uppskot snýr seg bara um, at tað, sum tú ikki hevur loyvi at gera móti ein­um einstøkum persóni, skal heldur ikki verða loyvt at gera móti heilum samfelagsbólkum. Jens Vang byrjar í grein­ ini við at vísa á tey ymsu átøk, sum vit nevna í viðmerkingunum til upp­ skotið, sum hendu í sambandi við ANSO-ráðstevnuna í summar. Og skrivar hann m.a. soleiðis: “... á hesum sæst, at tykkara uppskot ikki bert skal verja homoseksuell móti mannamuni t.d á ein­ um arbeiðsplássi ella í sam­bandi við atgongd til út­búgving, men líka nógv er ætlað at kriminalisera út­søgnir bygdar á Bíbliuna, ið kunnu upplivast sum dis­ kriminerandi o.l.” Lat okkum so taka nøk­ur dømi úr nøkrum av teim­ um lesarabrøvum, sum ein­staklingar skrivaðu og sum tey føroysku bløðini prentaðu til almenningin at lesa. Har stóð m.a. soleiðis: “Samkyndur lívsstílur er ránsveiða Satans!” “AIDS er revsing guds á tey samkyndu” “Samkynd eru sjúk fólk - kynsvillingar. Tað ber til at grøða tann samkynda”. “Samkyndleiki er at meta sum pedofili og misn‡tsla annars” Vit halda, at hesi úttalilsi kunnu upplivast sum dis­ krim­inerandi. Og als ikki sum útsagnir bygdar á Bíbli­ una! Okkara meining er hin­ vegin, at mann við slíkum úttalilsum misnýtir bíbliuna fyri at rættvísgera síni álop á onnur, í hesum førum á tey samkyndu. Og tað halda vit ikki er meiningin við Bíbliuni Tá so Jens Vang spyr, um tað er í lagi at geva øðrum fakta úr Bíbliuni. Og til tað er at siga, at sjálvandi er tað í lagi. Tað er ikki bara í lagi, men tað er eisini gott og neyðugt, eftir okkara tykki. At enda vilja vit so vóna sum vit byrjaðu, at hetta aft­ ursvar okkara var við til at savna heldur enn at spjaða meiningar. Til fyrimuns fyri trúarfrælsi og fyri tali og skrivifrælsi. Diskriminering vegna “kynsliga orientering” - aftursvar til Jens Vang at alt tað almenna virksemið skuldi setast á fíggjarlógina. Hetta varð gjørt í øllum øðrum londum, segði landsst‡rið tá, og hetta var neyðugt, um gjøgnumskygni skuldi vera í búskapinum. Øll landsstýrini aftan á hava so eisini hildið seg til henda setning. Tey hava havt ta avgjørdu fatan, at neyðugt og skilagott var at seta allar ítøkiligar byggiætlanir á fíggjarlógina. Ávísar spillandi kreftir hava andøvt ímóti hesum skila­góða fíggjar- og bú­skaparpolitikki, men tær hava ongantíð fingið høvdið fyri seg. Fyrr enn nú. Tær vóru bukaðar upp á pláss, meðan vit sótu á málsøkinum, men nú sam­ bandsflokkurin hevur tikið yvir, hava tær fingið takið á búskaparstýringini. Í 1998 treiðskaðist lands­ stýrismaðurin í vinnumálum, og vildi hava Smyril lagdan uttanfyri fíggjarlógina, so at pláss gjørdist fyri øðrum íløgum. Hesum forðaðu vit sjálvandi fyri. Fekk hann sín vilja tá, hevði Smyril ikki verið gold­in í dag, og vit høvdu drigist við rentur og avdráttir av Smyrli og øðrum íløgum eitt longri áramál fram í tíðina. Tá vit framdu málið um Miðnámsskúlan í Suðuroy á tingi, royndu somu kreftir at troðka aðra skúlabygging fyri 100 mió.kr. ígjøgnum uttanfyri fíggjarlógina. Hesum átaki forðaðu vit eisini fyri. Vit noktaðu fyri, at lands­ ­ kassin varð bundin at íløgum, sum ikki komu á fíggjarlógina, og sum skattaborgarin kom at dragast við fleiri ár fram í tíðína. Vit og skil vann á fram­ fýsnum ábyrgdarloysi -tá. Men nú er so vent í holini. Almenni tørvurin á íløg­ um í samferðslukervið er 1,8 mia.kr., og nú sita vit so nøtrandi og bíða eftir tí næsta partafelagnum hjá Bjarna og teimum. Allar útreiðslur lands­ kassans skulu nú ikki longur síggjast aftur á fíggjarlógini, og kósin verður sett móti júst tí skilaloysi, ið beindi fyri samfelagnum í síni tíð. Tað er rætt, at vit løgdu undirsjóvartunlarnar í parta­feløg, men tey parta­ feløgini eru vinnu­rekandi, og teir tunlarnir verða lutvíst fíggjaðir við nýslugjøldum. Tá vit sótu við fíggjar­ málum, søgdu vit, at sambært játtanarskipanini skuldu allar heimildir til almennu útreiðslur landskassans út­vegast við fíggjarlóg, eins og allar útreiðslur lands­ kassans skuldu síggjast aftur í fíggjarlógini. Vit kundu ikki góðtaka at leggja eina longri røð av íløgum uttanfyri lands­ kassan, tí tað beindi fyri heildamyndini av almenna virkseminum í landinum. Soleiðis er tað ikki long­ ur. Á tingborði liggur nú eitt uppskot um at gera eitt partafelag, sum skal gera tunn­ ilin millum Øravík og Hov. Landskassin skal rinda all­an partapeningin, og flokspolitisk partafelags­ nevnd skal setast at vinna sær eina feita nevndarsamsýning, meðan teir alment løntu á Landsverki fáa partafelagið at umsita. Tað stendur enntá í upp­ skotinum hjá Bjarna og teim­um. Landsverk hevur longu gjørt sáttmála við Ístak um tunnilin, so hví í verðini Landsverk ikki bara heldur fram sum arbeiðsgevari, er heldur torført at skilja. Ein stevnan er, at Tord­enskjolds soldátar skulu leskast við feitum nevndarsamsýningum, men meginorsøkin er at krógva íløguna burtur av fíggjarlógini, so at hallið har ikki skal síggjast so grefligt, sum tað í veruleikanum er. Landsstýrið veit sjálvandi av, at allur sakkunleikin í landinum, Fíggjarmálast‡rið og Landsgrannskoðanin, so staðiliga mæla frá hesi politisku dáragerð. Í lógaruppskotinum við­­ganga teir enntá, at Innlendismálaráðið heldur ætlanina vera sera ivasama, og at heldur ikki Skráseting Føroya vil vera við, at fram­ ferðin er heilt greið eftir partafelagslógini. Hóast so er, so er tað júst Skráseting Føroya, sum verður brúkt sum jarnbrot. Spurdur, hví Skráseting Før­oya, sum einki hevur við búskaparstýring at gera, og ikki Fíggjarmálastýrið, er ráðgevi í hesum máli, svaraði landsstýrismaðurin, at Skráseting Føroya lá undir Vinnumálastýrinum. So hann valdi heldur at spyrja seg sjálvan Landsstýrismaðurin sigur, at Skrásetingin hevði “vent” málinum, og var komin eftir, at samanumtikið vóru ongar forðingar í lógini móti at stovna eitt partafelag, sum hóast alt er vinnukent, tí tað forvinnur partapening úr lands­ kassanum. Og hokus pokus. Ferðilin av einum vinnukendum bergholið var legitimeringin hjá landsstýrinum fyri at sleppa stýringini av bú­ skapinum. Vit hava so mangan ávara ímóti at lata javnaðar- og fólkaflokkin sleppa leysar í landskassanum, men til fánýtis. Nú sluppu teir so at spæla partafelag - enntá inni í sjálvum landskassanum. Hallið rekst omanfyri tær 200 mió.kr. triðja ári á rað, landsbúskapurin verður vundin upp í ein ellibita, og sambandið stendur fadd ur. Framhald av síðu 10