hósdagur 24. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 226 - 24. november 2005
Dagurin í morgin
25. november. Katrin, deyð umleið ár 300. Halgisøgurnar greiða frá eini vakrari og klókari prinsessu í Aleksandriu,
sum mangir hábornir menn bóðu um, líka keisarin. Men hon vildi ongum játtast, tí at Kristus var hennara sanni
brúðgómur. Hon viðgekk alment kristnu trúgv sína og varð tikin av døgum. Hon varð jarðað á Sinaifjalli, har eitt
katrinarkleystur er bygt yvir grøv hennara. Navnið er grikst og merkir hin reina, hin óspilta.
80 ára føðingardagar
Mánadagin 28. november fyllir Nancy Danberg 80 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 26. november kl.
10.00-15.00 heima á Hoyvíksvegi 54.
Leygardagin 26. november verður Arnold Jacobsen,
Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl.
10.00 til 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Leygardagin 26. november verður Johild Jacobsen,
Haldórsvík 75 ár. Dagurin verður hildin í Avhaldshúsinum
í Haldórsvík frá kl. 18.00.
50 ára føðingardagur
Leygardagin 26. november verður Ása Olsen, forkvinna
í Heilsuhjálparafelag Føroya 50 ár. Móttøka verður í
heiminum á Berjabrekku 193, frá kl. 12.00-16.00.
Diamantbrúdleyp
Fríggjadagin 25. november hava Herborg og Svenning
Danielsen, Kaldbak, diamantbrúdleyp. Dagurin verður
hildin saman við børnunum við familju á Lágargarði.
28. november hava Elly og Frederik Joensen í Vági
diamantbrúdleyp. Dagurin veðrur hildin leygar
dagin 26. november kl. 16.00-20.00 í hølunum hjá
Frelsunarherinum í Vági. Øll, ið vilja gleða diamant
brúðarparið eru vælkomin.
Tíðindaskriv
Sunnudagin tann 27. nov.
kl.18.00, sum eisini er fysti
sunnudagur í advent, skipar
Vestmanna Kirkjukór saman
við Vestmanna Kirkju fyri
adventshugna í Vestmanna
kirkju.
Kirkjukórið, hevur nú
í fleiri ár skipað fyri hesi
hugnaløtu, í auluni í Vest
manna skúla, men nú
kirkjan er umbygd verður
hugnaløtan í kirkjuni.
Á skránni verður røða,
tónleikur, kórsangur og
felagsangur o,a.
Olav Enomoto løgtings
maður kemur at siga nøkur
orð, Pauli Magnussen og
Jógvan Toftum koma at
spæla undir til kórsangin og
felagssangin.
Gestasangarar
verða
Kollfirðingurin Jens Marni
Hansen og Hannis Hansen
úr Fuglafirði, teir fara at
synga nøkur løg saman við
kirkjukórinum.
Vestmanna Kirkjukór,
sum telur uml. 40 fólk og er
undir leiðslu av Erlu Olsen,
kemur eisini at framføra
nakrar sangir.
Hini árini hevur aulan
verði meir enn full, og tí verð
ur heita á fólk, um at møta
stundusliga til hugnaløtuna
í krikjuni.
Aftaná sangin í sjávari
kirkjuni er smyrjubreyð í
kirkjukjallaranum.
Tiltakið er heilt ókeypis,
men fólk kunnu eins og
seinast lata eitt oyra til Vest
manna Kirkjukór.
Øll eru vælkomin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Vestmanna kirkjukór adventshugna í kirkjuni
Minningarorð um
Brian Vang
En sang til min bror
Vers:
Man siger at længsel kun ta’r tid
citeret af folk som ik har prøvet at lid’
men du er bundet til mit sind
en mening findes selvom den er sværd at find’
Bridge:
Man si’r der er en mening med alt
har aldrig rigtig gjort noget brutalt
men det kan jeg gøre nu for gælden er betalt
gud hør mit råb for jeg har talt
Vers:
Nu er jeg ikke helt som før
tænker på ting hvor jeg burde sige eller gør’
Jeg fik jo aldrig sagt farvel
det er sgu svært at man tilgi’ sig selv
Bridge:
At sige i mit hjerte du er
det nemmeste med mest besvær
håber du inderst inde vidste hvad jeg ment’
nu ved jeg man ska’ tale før det forsent
Vers:
Dit minde fylder hvert minut
det gør så ondt at tænke på at det er slut
et liv med dig er nu forbi
du ringer ej og kommer ikke forbi
Bridge:
Men lykken kommer af og til
ser dit foto ser dit smil
men lykken skiftes ud med tårer på min kind
jeg trøstes at vi ska ses igen
Hilsen din bror Bent.
Mikumorgunin
23. november vóru
vit ein túr á Venj
ingarskúlanum. Vit
tosaðu við tær báðar
Doris Helenu Olsen
og Paulu Rasmussen,
sum báðar fingu 13
tal fyri verklætlanina
VERKÆTLAN
Lena R. Guttesen
Í vikuni 14. nov. til 18.
nov. hevði 9. B á Venjingar
skúlanum verkætlanar viku.
Tær báðar Doris Helena
Olsen og Paula Rasmussen
høvdu valt at vera í bólki
saman. Vegna tað at Paula
skuldi ørindi í Danmark frá
sunnudegnum 13. nov. og
líka til hóskvøldið 17. nov.
og Doris skuldi framføra
sjónleik hvørt kvøld, høvdu
tær lagt eina ætlan fyri
arbeiði í góðari tíð.
Høvuðsevnið hjá flokk
inum var Føroyar. Av tí at
mangir sjómenn eru í Før
oyum, og at tær sjálvar hava
familju, ið er á sjónum,
høvdu tær valt sær sjómenn
sum evni. Eitt breitt evni,
men tær avmarkaðu tað
við undirspurningum, ið
ljóðaðu soleiðis. Hvat er
munurin á farmaskipum og
fiskiskipum? Hvussu hevur
ein sjómannafamilja tað? Og
hvussu nógvur fiskur verður
útfluttur?
Sjálvar søgdu tær, at vikan
var eitt kaos. Tær arbeiddu
hvønn dag frá 15-18, áðrenn
verkætlanarvikan byrjaði, og
søgdu seg ikki hava klárað
at gjørt seg lidnar, um tær
ikki vóru byrjaðar í góðari
tíð. Paula kom aftur, bert
ein dag áðrenn framløguna,
og beinanvegin var farið til
verka. Tær gjørdu tí síðstu
samrøðuna og sótu uppi
alla náttina og skrivaðu ta
skrivligu uppgávuna. Og
so var klárt og latið inn.
Framløgan var tann 21. nov.
Tær høvdu fingið tilfarð
frá Gummubátatænastuni
og Vónini at pynta stovuna
við, og meðan dias-show
var á stórskýggja, hoyrdist
alduljóð aftanfyri. Á ymsan
hátt høvdu tær so fingið svar
uppá allar spurningarnar tær
settu. Aftaná framløguna
var pinnamatur við rækjum
at fáa. Serliga vóru tað
læraranir, ið høvdu stóran
áhuga í framløguni, men av
tí at tær høvdu gjørt fram
løguna so lívliga, gjørdist
evnið alt meira hugvekjandi
hjá næmingunum. Læraranir
vóru serliga bergtiknir av,
at tær høvdu klára seg so
væl, av tí Paula hevði verið
burturstødd meginpartin av
vikuni. Teir góðu teimum so
eitt 13 tal fyri framúr gott og
vælskipað arbeiði.
Reaktiónin fyri 13 talið var
nakað serligt. Tær høvdu als
ikki havt tankar um so góðan
karakter, men hildu sjálvar
at framløgan gekk betur
enn vænta. Vit gjørdust sera
glaðar, men nú følir man seg
sum ein stemplaðan nørd í
flokkinu, sigur Paula at enda
við einum smíli.
13-tal fyri verkætlan
Doris Helena Olsen og Paula Rasmussen, sum báðar fingu 13-
tal fyri verkætlanina