hósdagur 24. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 24. november 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Solveig Jespersen, fødd
Samsonsen, andaðist á
Sambýlinum mikudagin,
82 ára gomul. Kistan
fer úr kapellinum út í
Tvøroyrar kirkju leyg
ardagin klokkan 18.
Jarðarferðin verður úr
Tvøroyrar kirkju sunnu
dagin kl. 13.30. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Solveig, kunnu lata
eina peningagávu til
Sambýlið á Tvøroyri.
Konto í peningastov
unum.
Julian Jespersen, Tvør
oyri, andaðist á Suður
oyar Sjúkrahúsi mána
dagin, 79 ára gamal.
Farið verður úr kapellin
um hóskvøldið klokkan
18. Jarðarferðin verður
fríggjadagin klokkan
13 úr Tvøroyrar kirkju.
Sungið veðrur úr sálma
bókini. Tey, ið vilja minn
ast Julian, kunnu lata
Sambýlinum á Tvøroyri
eina gávu. Konto í Før
oya Banka.
Sjúrður Jóhann-Hend
rikson Poulsen, ættaður
úr Skopun, búsitandi í
Reykjavík í Íslandi and
aðist sunnudagin 20.
november, 59 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
úr Gravavogskirkju í
Reykjavík mánadagin
kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Fríggjadagin 25. novemb
er kunnu hjúnini Herborg
og Svenning Danielsen í
Kaldbak halda diamantbrúd
leyp.
Svenning er føddur í Havn
8. juli 1918, sonur Jettu, f.
Jacobsen, úr Kaldbak (1895
- 1931) og Jacob Danielsen,
eisini nevndur G, úr Havn
(1887 - 1945). Børn teirra
eru: Arne (1913), Ingeborg
(1914), Hans (1915), Ancher
(1916), Svenning (1918),
Agnes (1920), Sørin (1922),
Mary (Maja) (1923), Josta
(1928) og Asta (1930). Har
afturat eigur Svenning 3
hálvsystkin: Hendrik (1909),
Álvur (1934) og Jógvan Elis
(1938).
Herborg er fødd 20. juli
1926 á Hvítanesi, dóttir Jógv
an (1886 - 1934) og Poulinu
Nybo, f. Johannesen, av
Sandi (1886 -1969). Børn
teirra eru: Herdis (1911),
Tróndur (1913), Jens (1915),
Mina (1917), Áge (1920,
doyði bert fáa mánaðir gam
al), Áge (1923) og Herborg
(1926).
Jógvan, ið var ein av
fyrstu niðursetumonnunum
á Hvítanesi, fórst við Nóls
oynni, tá Herborg var 7 ára
gomul.
Svenning flutti sum lítil
smádrongur til Kaldbaks at
búgva og vuksu hann og bróð
urin Ancher upp hjá ommuni
og abbanum á Gørðum
(foreldrunum hjá mammu
teirra), ið vóru Inga, f. Dam
av Oyrareingum og Peter
Andreas (Pedda) Jacobsen,
ið var úr Kaldbak. Ancher, ið
var sjómaður, doyði av sjúku
í 1939, bert 23 ára gamal.
Herborg kom til Kaldbaks
sum 15 ára gomul í 1941
sum hoygenta hjá Bernhardi
og Hansinu Jacobsen, á Bø.
Her hittust hon og Svenning,
og blivu tey vígd í Kaldbaks
kirkju tann 25. novemb
er 1945. Tey giftust inn á
Gørðum hjá ommu Svenn
ing; abbin var tá deyður.
Her kann til stuttleikar
nevnast, at Mina, systir Her
borg, eisini giftist til Kald
baks við Hans Peturi Nólsøe,
bónda á Torvlaðnum (1916 -
1988). Mina andaðist í 2004
87 ára gomul.
Herborg og Svenning
fingu 2 døtur, ið báðar eru
giftar og búsitandi í Kald
bak: Inger (1953), gift við
Jóhan Jacobsen av Húsum,
og Jonna (1955), gift við
Jóanesi Petersen úr Svínoy.
Tey eiga 5 ommu- og abba
børn: Svanhild (1975), Jana
(1978), Herborg (1978),
Niels Pauli (1981) og Herd
is (1982). Ein ommu- og
abbasonur, Svenning Emil,
doyði í 1986 bert 5 ára gamal.
Langommu- og -abbabørnini
eru 4 í tali: Sólgerð (1994),
Vagnur (1996), Elias (2004)
og Fríði (2004).
Eftir at Herborg og Svenn
ing vóru gift arbeiddi Her
borg heima. Í meðan Svenn
ing var til arbeiðis tók
hon sær av kríatúrunum,
mjólkaði neytunum, og um
summarið var nóg mikið at
takast við í hoyna.
Herborg hevur altíð bund
ið sera nógv og selt til
ymiskar handlar og til onnur,
ið heittu á hana. Sum bert
7 ára gomul bant hon eina
troyggju, ið hon læt selja
til Heimavirkið. Í nøkur ár
vaskaði hon eisini skúlan
og tendraði fyri hitanum um
morgnarnar.
Svenning hevur tikist við
nógv ymiskt ígjøgnum árini.
Hann hevði hug at fara til
sjós, men av tí at omman og
abbin vóru komin upp í árini,
vildi hann ikki fara. Sum
ungur arbeiddi hann nógv
hjá bóndrum í Kaldbak, har
hann tókst við alt fyrifallandi
arbeiði,og hevur hann velt
nógv av jørðini í bygdini.
Eisini arbeiddi hann av og
á hjá kommununi, har hann
fekst við at gera vegir, veitir,
brýr og ymiskt annað.
Í 1950 fór Svenning at
arbeiða hjá Vilmundi Poulsen
í Havn, har hann laðaði garð
ar o.a. Í 1956 byrjaði hann
at arbeiða hjá SEV, tá farið
varð undir arbeiðið við
at leggja el-linjur yvir til
Kaldbaks, í sambandi við at
bygdin fekk streymveiting í
september 1957. Í 1959 var
Svenning, saman við øðrum
kaldbaksmonnum, við til at
byggja húsið í Mjørkadali.
Í 1972 varð farið undir at
byggja elverkið hjá SEV á
Sundi og var Svenning eisini
við í hesum arbeiði. Tá einki
annað var at gera arbeiddi
hann hjá bóndrunum.
Eisini fingust Herborg og
Svenning nógv við kríatúr.
Tey høvdu neyt, seyð, gæs,
dunnur og høsn. Tey síðstu
neytini blivu seld í 1973.
Herborg og Svenning
eru bæði trúgvandi og hava
gingið nógv í kirkju og á møti
hjá Heimamissiónini, har
Svenning eisini hevur havt
orðið onkuntíð. Í umleið 30
ár var Svenning gravari og
avloysti eisini sum klokkari
í Kaldbaks kirkju.
Leggjast kann eisini aft
urat, at Svenning er ein sera
søgufróður maður. Nógv
áhugavert og søguligt er,
ið hann hevur vitað frá at
siga.
Síðani 2000 hevur Svenn
ing búð á Lágargarði, har
dagurin verður hildin seinna
partin saman við hansara
nærmastu.
Leygardagin 26. november
fyllir Johild Jacobsen í Vík
75 ár. Johild er ættað úr Vest
manna, dóttir Astrid og Karl
Petersen í Gørðum. Astrid
var av Steig í Sandavági
og Karl var av Bakkanum í
Vestmanna.
Johild fór sum 2 1/2 ára
gomul til Víkar at vera. Á
ungum árum kom hon at
kenna Esbern, son Elspu og
Matias á Morskranesi. Elspa
var ættað úr Velinum í Vík.
Johild giftist við Esbern á
sínum 20 ára føðingardegi
og fingu tey 5 børn, 1 drong
og 4 gentur. Esbern doyði av
ringari sjúku í 1971.
Eftir tað fór Johild út at
arbeiða, fyrst fór hon í hand
ilin á Bø, seinni fór hon á
flakavirkið, og tá tað lat aftur,
fór hon í heimahjálpina, sum
tað æt tá, og var hon har til
hon bleiv pensionerað.
Johild eigur 12 ommubørn
og 2 langommubørn, og er
hon okkum til stóra hjálp um
okkurt berst á.
Johild situr ikki hendur í
favn, um hon er vorðin 75,
hon hevur altíð verið røsk
at bundið, og tað er hon
enn, so hevði alt sum hon
hevur latið úr hondunum
verið lagt í eina rúgvu, so
hevði tann rúgvan verið
stór. Johild er eisini virkin
í Sunda Pensionistafelag,
og eru tey úti og ferðast á
nærum hvørjum ári.
Vit børnini við familju
vilja ynskja henni hjartaliga
tillukku við degnum, og
takka henni fyri alt, hon er
fyri okkum og ynskja vit
henni nógv góð ár í fram
tíðini.
Føðingardagurin verður
hildin í Avhaldshúsinum í
Vík leygarkvøldið kl. 18.00
og eru øll hjartaliga væl
komin.
Herborg og Svenning Danielsen diamantbrúdleyp
Johild Jacobsen 75 ár
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Knud Ejler Thorsvig
Tórshavn
doyði og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk øll tit,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini
og við ervið.
Takk til prest, berarar, organist, sangarar
og gravarar.
Hjartaliga tøkk øll somul.
Familjunnar vegna
Marita, Annika, Eyðun og børnini
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum við gávum,
blómum og telegrammum gleddu meg á 90
ára føðingardegi mínum 6. november.
Somuleiðis takk til tykkum, sum komu inn á
gólvið og gjørdu mær dagin so hugnaligan.
Olga Højgaard, Vestmanna