hósdagur 24. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 226 - 24. november 2005
Nýggj
góðkenning
til Atlantic
Petroleum
oljuútbygging
tíðindaskriv
Ensku mynduleikarnir
hava góðkent útbygging
arætlan fyri Chestnut felt
ið í enskum øki P/F
Atlantic Petroleum hevur,
saman við Venture Pro
duction og Bow Valley,
fingið góðkenning frá
Department of Trade
and Industry (enska
vinnumálaráðnum) til at
útbyggja Chestnut feltið,
ið liggur í teigi 22/2a
í enskum øki. Atlantic
Petroleum eigur 15% í
loyvinum.
Chestnut verður út
bygt við einum flótandi
framleiðslupalli, SSP300,
ið norska felagið Sevan
Marine eigur. Hetta er eitt
nýtt slag av framleiðslu
palli, ið eftir ætlan fer
til verka á Chestnut í 3.
ársfjórðingi 2007.
Mett er at millum seks
og nýggju milliónir tunnur
av olju kunnu útvinnast úr
feltinum, og verður fyrsta
framleiðsla síðst í 2007.
Av hesum er parturin
hjá Atlantic Petroleum
millum 900.000 og
1.350.000 tunnur. Dag
liga framleiðslan verður
við byrjan umleið 1.400
tunnur um dagin til
Atlantic Petroleum.
Vit eru sera fegin um at
hava fingið góðkenning
til at útbyggja Chestnut
feltið. Hetta er fyrsta
útbygging ið Atlantic
Petroleum luttekur í, og
tí er góðkenningin eisini
ein hornasteinur í søgu
felagsins. Somuleiðis er
góðkenningin søgulig
fyri
oljuframleiðslu
í Norðsjónum, av tí
at Chestnut er eitt tað
minsta
sjálvstøðuga
feltið, ið higartil verður
útbygt í Norðsjónum.
Útbyggingin av Chest
nut passar væl til vinnu
ætlanina hjá Atlantic
Petroleum, sum er at
luttaka í útbyggingum
av minni feltum í Norð
sjónum. Við at nýta flót
andi framleiðslupallin
SSP300 hava luttakandi
feløgini í Chestnut valt
eina útbyggingarloysn
ið er nýhugsandi og
minni kostnaðarmikil
enn higartil nýttar loysn
ir, sigur Vilhelm Peter
sen, stjóri í Atlantic
Petroleum.
Bæði Føroya Banki
og Sparikassin komu
í dag á marknaðin
við nýggjum fígging
artilboðum. Felags
fyri hesi er, at tað
framyvir verður
bíligari at útvega
sær sethúsafígging.
Hinvegin eru útlit fyri
støðugt hækkandi
avgreiðslugjøldum
Fígging
Jákup Mørk
Tað hevur veruliga skapt lív
í føroyska fíggjarmarknaðin,
at lokalu sparikassarnir sein
astu tíðina hava víðkað sín
heimamarknað. Eftir at Før
oya Banki og Sparikassin í
nógv ár - tó eisini saman við
Húsalánsgrunninum - hava
verið mest sum einsamallir
um sethúsafígging í mið
staðarøkinum, er kappingin
brádliga harðnað munandi.
Og tað kemur nú brúkaranum
til góðar.
Samstundis hevur gongd
in í nógv ár verið tann, at
føroyingar hava verið raskir
at niðurgjalda skuld. Øktir
sethúsaprísir hava sam-
stundis hækkað frívirðið á
sethúsum, og tí er vágin hjá
peningastovnunum mink
aður heilt munandi.
Og so skal heldur ikki
síggjast burtur frá, at hjá
nógvum er eftirlønarupp
sparingin nú komin á eitt
støði, har sethúsaeigarin
ikki longur hevur sama
tørv á eini skuldarfríari pen
sionistatilveru. Við øðrum
orðum, so er trendurin alt
meira, at frælsið at avgera
egið nýtslumynstur er økt.
Kundin er vinnarin
Hvør orsøk hevur vigað
mest, er sjálvandi ilt at taka
dagar ímillum. Men tað tyk
ist púrasta víst, at tað hjá
vanligu sethúsaeigarunum
nú verður lættari at eiga - og
ikki minst at gjalda - egin
hús.
Lægri renta, longri aftur
gjaldstíð og øktir møguleikar
fyri gjaldsskáum hava við
sær, at sethúsaeigararnir
í dag hava eitt munandi
størri rásarúm til aðra privat-
nýtslu. Tað verið seg nýggjan
bil, umbygging av húsum,
fleiri uttanlandsferðir. You
name it.
Tilboðini, sum teir báðir
stóru peningastovnarnir nú
eru komnir við, eru ikki
eins. Føroya Banki bjóðar
nú eina lægri rentu og økt
an fleksibilitet á bústaðar
lánum. Sparikassin hevur
hinvegin sum fyrsti før
oyski peningastovnurin nú
eisini realkreditt-lán í sínum
útboði. Hesi hava aloftast
eina nakað lægri rentu enn
vanlig bankalán, meðan tey
hinvegin ikki eru eins fleksi
bul.
- Samstundis er tað ein
veruleiki, at útreiðslurnar
eru tyngstar at bera hjá
ungum
barnafamiljum,
bæði tí lønin ikki er komin
í hæddina, og tí at útreiðsl
urnar eru stórar. Við nýggju
realkredittlánunum
frá
Føroya Sparikassa ber til at
útjavna henda skeivleika.
Møguleiki er at leingja lánini
úr teimum núverandi 20
árunum upp í 30 ár og/ella at
hava avdráttarfrí tíðarskeið,
sigur Marner Jacobsen, for
stjóri í Føroya Sparikassa
um nýggja tilboðið, sum tey
nú veita.
Gjøldini hækka
Allar medaljur hava tó eisini
sína baksíðu. Við eini lægri
rentu og betraðum treytum
til privat-kundarnar, missa
føroysku peningastovnarnir
eina av kjarnuinntøkunum,
og hetta eru ikki inntøkur,
sum peningastovnarnir vilja
vera fyriuttan.
- Hjá okkum er avgreiðslu
gjaldið fyri at leggja um til
nýggju lánini 4.000 kr. Men
tað duga vit ikki at síggja
nakað óvanligt í, heldur Jan
us Petersen, stjóri í Føroya
Banka.
- Tú skalt jú minnast til,
at skyldar tú eina millión, so
hevur tú vunnið hetta gjaldið
aftur longu fyrsta árið við
lækkaðu rentuni.
- Gongdin í londunum
kring okkum hevur jú í fleiri
ár verið, at tú rindar fyri ta
tænastu, sum tú nýtir. Hjá
okkum hevur siðvenjan
kanska verið tann øvuta.
Nevnliga at tænastan hevur
verið mest sum ókeypis,
meðan peningastovnarnir
ístaðin hava vunnið peningin
upp á rentumarginalarnar.
Og tað er kanska meira
órættvíst, tí tá gjalda nøkur
fyri tænasturnar, sum onnur
fáa.
Skulu vit so rokna við, at
hesi gjøldini fara at økjast
meira í framtíðini?
- Tað er nokk eingin ivi
um. Vit vilja fegin vera kapp
ingarfør - eisini við útlendsk
ar veitarar - í rentustøði og
øðrum. Men vit vilja eisini
forvinna pening, og tí kemur
tann parturin í alt størri mun
yvir á gjøld og provisiónir.
Tekur tú Danmark sum dømi,
so eru slík gjøld nærum ein
triðingur av inntøkunum hjá
peningastovnunum, með
an vit her heima bara fáa
nøkur fá prosent av okkara
inntøkum tann vegin, sigur
Janus Petersen, stjóri í Før
oya Banka.
Stuttligari at eiga sethús
Føroya Banki
Nýtt sethúsalán við heitinum Skáalán
Rentulækking úr 4,25% niður í 3,85% fyri vanlig
sethúsalán. Samstundis er øktur møguleiki fyri gjaldsskáa.
Fullan skáa kunnu lántakarar hava í minsta lagi ein mánað
og í mesta lagi eitt ár fyri hvørji trý lánsár uttan gjaldsskáar.
Umframt hetta kann lántakarin velja avdráttarskáar eftir
vild og harvið bara rinda rentu men ongan avdrátt í mesta
lagi trý ár.
Kostnaður av umlegging: 4.000
Føroya Sparikassi
Realkreditt-lán upp til 60% av metta bústaðarvirðinum.
Hini 40% verða fíggja sum vanlig sethúsafígging.
Møguleikar fyri:
- Rentutillaging, sum gevur lægst møguligu rentuna við at
fylgja marknaðarrentuni
- Fastrentu, har rentan verður ásett til sama sat alt
lánstíðarskeiðið
- Garantilán, gevur lága rentu, samstundis sum rentuloft
verður tryggjað
- Øll trý lánisløgini geva møguleika fyri avdráttarskáa í upp
til 10 ár
Lægsta renta er í løtuni 3,71%. Við Fastlán er rentan 5,70%.
Kostnaður av umlegging: 1,75% av lánsupphæddini í
stovningarprovisión.
Nýggju tilboðini
Sum fyrsti føroyski peningastovnurin hevur Sparikassin nú eisini realkreditt-lán í sínum útboði
Mynd: Jens Kristian Vang
Janus Petersenn, stjóri í Føroya Banka, sigur, at tey fegin lækka rentuna. Men hinvegin vil
bankin eisini framhaldandi vinna pening, og tað merkir, at kundin í framtíðini skal rokna við
øktum ómaks- og avgreiðslugjøldum