hósdagur 24. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 226 - 24. november 2005
15
Lítil ivi er um, at
marknaðarføring
uttanlands kann
verða við til at hækka
støðið í føroyskum
bókmentum. Fyrsta
treytin er tó, at Menta
málaráðið tekur hesa
uppgávuna í størri
álvara enn higartil,
kom millum annað
fram á ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
herfyri um marknað
arføring av bókment
um á smáum málum
Ráðstevna
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í setanarrøðuni á ráðstevnuni
var Jógvan á Lakjuni rættiliga
bjartskygdur, tá tað ræður
um støðuna hjá føroyskum
bókmentum í alheims høpi.
- Nógv talar fyri, at tað
í framtíðini fer at eydnast
okkum at marknaðarføra okk
ara bókmentir. Vit hava dygd
ina, tað ektaða og eina sterka
bókmentaliga siðvenju. Tað
er okkara skylda at bera
hesar bókmentir víðari til
onnur lond, segði menta
málaráðharrin.
Hetta krevur, legði hann
afturat, at vit eru virkin og
seta okkum nøkur mál fyri,
hvat vit vilja við okkara
bókmentaliga samskifti
ella bókmentaútflutningi,
og at vit leggja eina ætlan
fyri, hvussu vit náa hesum
málum.
Kann hækka støðið
Fá mundu vera ósamd við í
hesum. Men í løtuni tykist tað
vera í so langt millum orðini
hjá mentamálaráðharranum
og veruleikan. Ein av lut
takararnum á ráðstevnini,
Niels Jákup Thomsen,
stjóri á Bókadeild Føroya
Lærarafelags, vísir á, at sum
er, eru týðingar av føroyskum
bókum bert ein viðfáningur
av útgávuarbeiði annars. Tað,
sum fyrst av øllum vantar,
er, at Mentamálaráðið tekur
týðaraøkið í størri álvara við
skapa neyðugu karmarnar
við eini pengajáttan og
starvsfólki, heldur hann.
Hann heldur ikki, at talan
nýtist verða um stórar pen
ingaupphæddir ella um
at skipa ein heilt nýggjan
stovn fyri at fáa ferð á hetta
arbeiði.
- Vit hava longu hollan
kunnleika á økinum í Før
oyum, men enn vanta røtu
umstøðurnar. Eg ímyndi mær
til dømis, at Mentamálaráðið
setti eitt fólk, sum burturav
slapp at arbeiða við at fáa
markanarført og harundir
týtt føroyskar bøkur til onnur
mál. Tað hevði í øllum førum
verið eitt stórt framstig, sigur
Niels Jákup.
Bókadeidin luttekur javnan
á stórum bókamessum, eitt
nú í Frankfurt, har tey fyrst
og fremst eru við sum keyp
arar. Roynt verður tó eftir
førimuni at skapa áhuga
hjá útlendskum forløgum
og týðarum fyri føroyskum
bókum. Hetta krevur tó, at
neyðuga tilfarið er tókt, so
sum týddir samandráttir
av føroyskum bókum,
presentatiónir av føroyskum
høvundum o.a. Men sum er,
hevur forlagið hvørki orku
ella pening til at gera hetta
á nøktandi hátt.
- Og tað er spell, tí týddar
bókmentir eru ikki bara ein
framúr góður máti at skapa
áhuga fyri føroyskari mentan.
Lítil ivi er um, at týðingar
eisini kunnu verða við til at
hækka støðið í føroyskum
bókmentum sum heild. Bæði
tí ein ávís úrveljing fer fram,
men eisini tí avbjóðingin hjá
høvundunum verður tess
størri við eini breiðari les
arafjøld, sigur Niels Jákup
Thomsen.
Oyramerkt játtan
Urd Johannesen, fulltrúi í
Mentamálaráðnum sigur, at
hóast ongin ítøkilig ætlan
fyriliggur enn, er ongin
ivi um, at Mentamálaráðið
fer at spæla ein meir
virkan leiklut framyvir í
marknaðarføringini av før
oyskum bókmentum uttan
lands.
- Í heila tiki verður hetta
økið raðfest hægri í fram
tíðini. Hvussu arbeiðið
ítøkiliga skal skipast er ikki
fastlagt enn, men ein kundi
ímyndað sær, at ein játtan
varð oyramerkt til týðingar
burturav, sigur Urd, sum helt
tað vera sera áhugvert at
hoyra á ráðstevnuni, hvussu
langt okkara grannalond eru
komin á hesum økinum.
Broytingar og øðrvísi rað
festingar í Norðurlanda
Ráðharraráðnum komandi
árini hava millum annað
við sær, at upphæddir
verða játtaðar til týðingar
av bókmentum á smáu mál
unum. Men hóast hetta eisini
fer at skapa betri karmar fyri
arbeiðinum, sum verður gjørt
í Føroyum á hesum økinum,
fer Mentamálaráðið ikki at
sita hendur í favn og bíða.
- Tað er ongin ivi um, at
vit mugu verða meir upp
søkjandi enn higartil, til
dømis við at bjóða týðarum
til Føroyar og í heila tikið
við at pleyga tey sambond,
sum eru so neyðug í slíkum
arbeiði, sigur Urd.
Í løtuni verður bíðað eftir
endaligu niðurstøðuni av
ráðstevnuni í Norðurlanda
húsinum, sum síðani verður
tikin við í framhaldandi
arbeiðið hjá Mentamála
ráðnum.
Føroyski bóka
marknaðurin er ein
endurspegling av
muninum millum
idealismu og veru
leika. Skal hann
kunna sameina kravið
um eina mentanarliga
og eina fíggjarliga
ábyrgd er alneyðugt
at raka hárfínu
javnvágina millum
tað fyrimyndarliga
og tað, sum í praksis
letur seg gera,
segði Martin Næs,
landsbókavørður,
millum annað á
ráðstevnuni
Ráðstevna
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ráðstevnan um marknað
arføring av bókmentum á
smáum málum hevði eisini
við sær eitt livandi kjak um
verandi støðu á føroyska
bókamarknaðinum. Í set
anarøðuni legði Jógvan
á Lakjuni áherðslu á, at
meðan marknaðarføring er
týdningarmikil, er tað ikki
minni átroðkandi, at vit
framhaldandi dyrka okkara
heimliga bókamarknað.
Hann ásannaði samstundis,
at korini, hesin marknaður
virkar undir, í stóran mun
eru treytað av stuðlinum frá
politisku mynduleikunum.
Frítíðarítriv
Í fyrilestri vísti Martini Næs
á, at veruleikin er, at man frá
almennari føroyskari síðu
als ikki hevur satsað uppá
at fáa føroyskar bókmentir
út á altjóða marknaðin, og at
man í heila tikið ikki hevur
sýnt føroyskum bókmentum
serliga stóran áhuga.
- Hóast føroyski bóka
marknaðurin virkar eftir
somu prinsippum sum
aðrastaðni, er hann fyrst og
fremst ein endurspegling av
muninum millum idealismu
og veruleika. Sjálvandi
eigur tað ikki at góðtakast,
privatfólk framvegis taka lán
fyri at geva verk hjá øðrum
út til gagn fyri bæði tað
føroyska máli og føroyskan
stoltleika. Hinvegin, havandi
í huga, at forlagsvirksemi
innan eitt nú fagrar bók
mentir framvegis er úrslit
av frítíðarítrivi hjá nøkrum
væl meintum idealistum,
hevur støðan higartil stórt
sæð verið forsvarlig, segði
Martin Næs.
Hetta merkir tó ikki, at
hon ikki kundi verið betri,
og uttan iva er framvegis
nógv at finnast at. Eitt nú
vilja atfinningarsamar røddir
vera við, at dygdin ofta má
gjalda prísin fyri mongd.
Men spurningurin er, um
mongdin ikki er ein treyt fyri
dygd, helt Martin.
Fjaldu tølini
Í fyrilestrinum vísti Martin
Næs millum annað til eina
áhugaverda kanning, hann
hevur gjørt av føroyska
bókamarknaðinum. Sam
bært kanningini høvdu
tveir av stóru føroysku
bókahandlunum umframt
átta føroysk bókaforløg sam
anlagt ein ársumsetning uppá
knapt 30 milliónir kr í fjør.
Hartil eru tølini greið tekin
um, at bókaútgáva skapar
alsamt fleiri størv innan
prent, sølu, frálæru, toll og
skatt og bókasavnsarbeiðið
fyri bert at nevna nøkur fá
øki.
- Við tølum av slíkum
slag skuldu vit trúð, at rit
høvundar og forlagsfólk
kundu farið beinleiðis til
almennu mynduleikarnar
og víst teimum, at hvussu
støðan sær út. Sannført teir
um, at um menningin skal
halda áfram, er neyðugt at
raðfesta arbeiðsumstøðurnar
hjá bókaútgávu hægri. Tí
tølini vísa nevniliga eisini,
at útgávur av føgrum bók
mentum ikki vaksa í mun
til aðrar bókagreinar. At
fleiri útgevarar seta seg
í stóra persónliga skuld.
At føroysk bókaútgáva er
eitt týdningarmikið íkast
til føroyskt vinnulív og til
landsins skattainntøkur. Og
at almennir mynduleikar
als ikki satsa uppá at fáa
føroyskar bókmentir út á
altjóða marknaðin.
At tølini ikki kunnu brúkast
til slíkar grundgevingar
kemst av at tey ikki eru til – í
øllum førum ikki samlað og
alment. Tí kennir ongin tey
helt neyvu tølini, og tí er tað
so trupult at sannføra nakran
um nakað við teimum. Tað
broytir tó ikki ta sannroynd,
at bókaútgava í veruleikanum
er við til at halda føroysku
samfelagshjólunum í gongd,
segði Martin Næs, lands
bókavørður.
Marknaðarføring kann hækka
støðið á bókmentum
Millum idealismu og veruleika
- Fleiri týðingar kunnu uttan iva verða við til at hækka støðið á
føroyskum bókmentum, við tað at ein ávís úrveljing fer fram og
lesarafjøldin verður tess størri, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri
á Bókadeild Føroya Lærarafelags
Sambært eini forvitnisligari kanning hjá Martini Næs, lands
bókavørði, er bókaútgáva eitt týdningarmikið íkast til føroyskt
vinnulív