hósdagur 24. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 226 - 24. november 2005
Aftur í ár skipaði
Føroya Húsið í
Keypmannahavn
fyri bókadegi, og
at døma eftir góðu
uppmøtingini er áhug
in fyri føroyskum
bókmentum stórur
millum útisetar
Útisetalív
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Sunnudagin var árligi bóka
dagurin í Føroya Húsinum
í Keypmannahavn, og sum
vant var hópin av fólki savnað
í húsunum á Vesterbrogade
17A, sum gjøgnum tíðinar
hevur verið karmur um
bæði kirkju og horihús,
men seinastu 11 árini hevur
verið nalvin í føroyskum úti
setalívi í Danmark.
Bókadagurin er høvið
hjá føroyskum útisetum at
síggja allar tær føroysku
bøkurnar, sum eru komnar
út seinast árið, eisini er
møguleiki at keypa onkra
av bókunum. Hetta er sostatt
bæði eitt høvi, at ogna sær
bókmentir, at keypa nakrar
av jólagávunum ella bara at
fáa eina mentanarliga upp
living.
Føroyski bókadagurn hev
ur verið fyriskipaður í nógv
harrans ár. Føroyahúsið
hevur bókasavn, og virkar á
hendan hátt í tí dagliga fyri
at betra um møguleikan hjá
útisetum at fylgja við í før
oyskum bókmentum, Bóka
savnið er ikki heimsins
størsta, men er rættiliga
umfatandi. Her eru nýggj
ar bøkur, eins og gamlir
klassikarar. Ein bókavørður
tekur sær av savninum, og í
løtuni er røkir Hugin Eide
hetta starv. Hann hevði eisini
høvuðsábyrgdina av at fyri
skipa mentanarliga partin av
bókadegnum.
Hugin læs sjálvur burtur
úr nýggjum bókmentum, og
gav soleiðis áhoyrarunum
smakksroyndir av nøkrum
av teimum áhugaverdu bók
unum, ið eru komnar til
hetta árið.
Guðrun Gaard, sum hevur
skrivað doktararitgerð um úti
setan og skaldið Regin Dahl,
helt áhugaverdan fyrilestur
um skaldið. Men Regin Dahl
er nógv meira enn eitt skald,
eisini løgini hjá Regini eiga
eina stóra hyll í føroysku
mentanarreolini, og tvey
av hesum vórðu framførd
meistarliga av Ernst Sondum
Dalgarð og Páll Sólstein, ið
hevði klaverfylgispæl. Teir
framførdu harumframt tvey
operaløg.
Umframt mentanarliga
partin er hugnin og góða
kafein altíð ein partur av
bókadegnum, og aftur í
ár bar til at njóta góða
kakuborið afturvið einum
góðum kaffi ella temunni.
anda. Martin var blíður og
týður sum altíð.
Føroyskur bókadagur í Keyp
Rithøvunduri
Jógvan Isaksen
var komin inn í
Føroya húsið at
vísa fram sína
nýggjastu bók
”Kross Messa”,
hetta var eitt
gott høvið hjá
teimum, ið
ynsktu eina
signeraða bók, at
fáa rithøvundin
at seta sítt navn
í hana
Meðan bókavørurin Hugni Eide skipaði fyri mentanarliga
partinum, so skipaði stjórin í Føroya Húsinum Martin
Fjallstein fyri at karmarnir vóru í lagi, og sum altíð kendu
fólk seg vælkomnan í Føroya Húsið har heimabakaðar kakir
og nýbryggja kaffi góvu bókadegnum ein hugnaligan
Ímillum bøkurnar vóru bøkur fyri ung sum eldri, og fólk blaðaðu dugliga í teimum, bókadagurin er eitt frálíkt høvið hjá útisetum
í Keypmannahavnarøkinum at halda sín bókmentakunnleika dagførdan.