Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 24. november 2005 17 mannahavn Føroya Húsið ger sær altíð sera stóran ómak við at fáa allar bøkur, sum eru útkomnar seinasta árið, og sostatt vóru eisini heilt nýggjar bøkur, sum tann um Dávur í Tjørnuvík at síggja. Nógva fólkið, ið hevði leitað sær inn á Vesterbrogade í Føroya Húsið, vísti at áhugin fyri føroyskum bókmentum er stórur eisini millum útisetar. Nógvu bøkurnar á borðunum vístu, at føroyskar bókmentir eru í blóma. Ernst Sondum Dalsgaard sang tvey operaløg og tvey løg hjá Regini Dahl, við sær hevði hann Páll Sólstein, ið hevði klaver fylgispælið. Báðir eru teir yrkistónleikarar, og standa fyri góðsku, tað er altíð ein sonn frægd at hoyra tónleik av so høgum støði. Ung og gomul høvdu leita sær inn í Føroya Húsið, og sótu í andakt og lurtaðu meðan Guðrun Gaard greiddi frá um Regin Dahl.