Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 226 - 24. november 2005 Hugleiðingar Karl Anton Klein kleinmusic@yahoo.dk Myndir Eyðun Müller Thomsen Seinast vit høvdu nakað und­ ir heitinum Global í Før­oy­ um, endaði tað jú í eini kata­ strofu, eini búskaparligari ruin, sum hevur havt síni spor heilt frá 8o-árunum og fram til nútíðina, har seinastu lagdirnar eru frítiknar fyri skuld (ein heilt fitt milli­ óna upphædd forerað til summar, sum ætlaðu sær ein skatta­lætta ella ein bíligan løtuvinning ). Politikkararnir tosa so nógv um globalisering , at ivamál er um teir yvirhøvur vita, hvat teir tosa um. Tað sær ikki soleiðis út, tí onki verður gjørt til tess at brynja okkum til hesa vælsignaðu globalisering,sum eis­ini hev­ ur fingið misvísandi føroyska heitið Alheimsgerð, sum jú merkir Universalisering. Tað er nakað heilt størri enn globaliseringin. Tað var tí onki at undrast yvir , at Jón Tyril og hansara G Music funnu uppá at flyta hetta tiltakið heim á klettarnar. Fyrst verið sagt ” at tá ein kappast um tónleik, tá er tað tí, at ein keðir seg”. Men tíverri er tað enn soleiðis her á landi, at tað er so at siga ómøguligt hjá ungu rokkarunum at koma út á pall at spæla. Tí noyðast teir at taka einhvønn kjans til tess at sleppa at trýna fram. Tað kann so vera ein umbering, hví ein kann góðtaka hetta ”konseptið”, har bólkar fáa 8 minuttir at trýna fram fyri eini dómsnevnd, sum so met­ ir um dygdir og førleikar og sjálvandi so eisini skal velja ein av 12 finalistum til í London at kappast við bólkar úr øðrum londum um eitt ivasamt heiti, sum kanska besta band í heiminum? At Jón so ger tann katastrofala feilin at hava ein dana sum yvirdómara, gongur langt yv­ir mítt vit. Øll vita at dan­ir eru millum teir mest fantasileysu og óoriginalu tónleikarar í heiminum. Hví so ein slíkan til yvirdómara. Hví ikki ein Amerikanara. Teir vita so í hvussu so er, hvat rokkur er. Glymur dansur í netundirtroyggju Mín karakterur til tiltakið fer bert uppeftir, tí at tón­ leikastøðið var so mikið høgt. Eg hoyrdi ongan bólk, sum eftir mínum tykki var vánaligur. Bert einir 3 vóru, sum ikki fullu í mín smag. Og tað er rættuliga flott í mun til hvat tað plagar at vera. Ein bólkur, sum eg haldi ikki vísti nakra virð­­ing fyri áhoyr­ ar­un­um ella hin­­um tón­leik­ar­ un­um, var Týr. Milt sagt eitt piss upplivilsi. At stilla seg upp á pallin og spæla eina keðil­iga, men tó hampuliga vælsvingandi útgávu av ein­ ari danskari fólkavísu, tað er simpulthen at pissa øllum teimum tónleikarunum, sum stillaðu seg upp við egnum originalum tilfari, upp eftir rygginum. Hatta átti ikki at verið loyvt. Men teir sluppu so at gera tað, og eg haldi tað var skomm, tí hóast alt so hava Týr tó onkran, sum heldur teir vera góðar . Tey fólkini eru farin skuffað heim­ aftur aftaná at hava hoyrt hetta orkestrið, sum trýnur á pallin í netundirtroyggju. Ein anakronisma, sum bend­ ir mín tanka til svágin hjá Hyasynth, Onslow. Munurin á Týr og Onslow er tó, at Onslow hevur bæði sjarrmu og persónligheit. Nakað, sum eftirhondini skortar alvor­liga hjá Týr. Sera stuttligt var at síggja og hoyra eitt so gjøgnumført konsept sum Eager to please, ella hvussu tað nú stavast. Teir vóru ikki bara 100 men fleiri hundrað procent 70 attituda, nakað sum ikki er sætt síðan, áðrenn tey flestu, sum vóru í Mentanarhúsinum hetta kvøldið, vóru fødd. Ein fokk you attituda, sum minti meg á eina definitión uppá hvat summi einaferð hildu rokktónleik vera. Nevniliga Rokkur er nakað tú letur teg í um vikuskiftið, tá tú fært frí frá læruplássinum. Drekk nakrar øl og svína konufólk til (tó í yvirførdum týdningi). Hetta var ein bólkur, sum sannførandi hevði ein aftur­ lítandi inngang til rokkin. Harafturímóti vóru The story ends akkurát tað mót­­satta. Teir hugdu, um nak­ar fram­ eftir. eitt show sum ongin annar hevur. Eisini eitt sindur av hesum ”eg skíti á tað men vit gera tað allíkavæl”. Sera undirhaldandi, fangandi og eitt fríkst íslett til tær annars nokkso keðiligt konservativu pallframførðslurnar. Lama sea vóru funkandi G lobal Battle of the Bands Bólkurin, sum slerdi allar rekordir og sum, sjálvt um hann spældi sera hart, ljóðaði so nógv feitast og hevði so nógv tað mesta powerið, var uttan iva SIC