Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-24, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 226 - 24. november 2005 19 góðir við eini framførðslu, sum vildi nakað og sum fekk fólk við. Synarchy spældu alt ov hart og guitarljóðið var ikki nóg væl definerað, so riffini hjá teimum, sum man hómaði í ganginum, komu ikki til sín rætt. Tveir bólkar, sum ikki søgdu mær nakað sum helst, vóru The Dreams og Frostbit. Keddur av at siga tað, men tað sýntist sum hvørgin av hes­um bólkum týmdi at hava nakað uppá hjartað og tí vóru teir simpulthen reyvhamrandi keðiligir, tó var The Dreams tann betri av teimum. Men kanska hava teir so stórar dreymar um útheimin, at teir gloyma, hvør fostrar teir ? So vóru tað tær tríggjar dam­urnar, sum høvdu alli­ er­að seg við summum av teimum, sum okkum dám­ar at kalla okkara bestu tón­ leikarar: Tað var synd í hes­ um bólki. Tí har hendi ikki ein skid. Væl sungu tær, tað er vist, men eg skilti ikki, hvat tær ætlaðu við hasum milimeturharmoniunum. Eitt ameri­kanskt fyribrygdi, sum ikki riggaði á pallinum hetta kvøldið. Og at betru tónleikarar landsins ikki klára at fáa meira luft undir sollarnar,tað er bara synd. Frá mánadansi til fínar popptónar Eg var so heppin at hoyra Brand Enni fríggjakvøldið. Hansara nýggi bólkur Any­ time, var mannaður av heilt ungum, evna­rík­um tón­­­­leik­­ar­ um, sum flest­­ir eru úr­slit av okk­ara eitt sind­ur út­for­hungr­ aðu men annars útmerkaðu Musikkskúlaskipan. Dam­ urnar, sum sungu kór, gjørdu tað, at tey fínu poppløgini lyftust upp á eitt gott støði og hava tey avgjørt eitt størt trúvirði og potentiali. Ein bólkur, sum eg vóni fer at gera meira um seg í framtíðini. Leygarkvøldið hendi tað (Hjá Anytime), sum ikki mátti henda, nevniliga at ljóðtóknin ikki kundi fylgja við. Samanlagt kann sigast um ljóðið, at annleggið var tann reina skræpa. Tað er næst­an líkamikið, hvussu væl tú dugir at skrúva uppá knapparnar, um so er at ann­ leggið ikki kann fylla rúmið. Ùrslitið er, at antin er alt ov spakuligt ella alt ov hart frá og ongantíð er tað tilpass, so tú hoyrir, um teir duga síni ting á pallinum. So Jón næstu ferð ”ryst upp við nøkr­um krónum og syrg fyri, at ordiligt ljóð er í húsinum. Tað er annars nokkso flott, at tónleikararnir skulu liva upp til eina rúgvu av krøvum og so kunnu fyriskiparnir ikki syrgja fyri tí mest basala, nevniliga ljóðinum.Tað er ein stór skomm. Marius Var eitt, sum tey á ný­før­oysk­ um kalla eitt yvirraskilsi. Eg gjørdist sera bilsin, tí seinast eg hoyrdi bólkin, var tað reint út sagt keðiligt, eitt mainstreamprodukt við ongari meining og einum arro­gantum skugga, sum sikk­­urt bara var til at skava útyvir ein vissan ótryggleika. Men leygarkvøldið tóku teir meg so mikið á bóli, at eg satsaði teir sum ein absu­luttan vinnarafavorit. Teir høvdu góð løg og eitt yvirskot, sum kom út um pallin. Marius sang væl, Heð­ in spældi væl o.s.v. o.s.v, men tað sum mær var líka við at dáma allarbest, var físandi Gøtuorglið(gott nokk úr Leir­ vík) hjá Knúti. Fínasta slag at teir vunnu. Men..... danski yvirdómarin hevur sikkurt havt okkurt orðið har. Tí Marius var kanska tað mest mainstreamað sum var, men eg haldi absulutt ikki tað mest originala. Teir spældu fínt, men alt er hoyrt fyrr, uppá onkran annan máta. Døming So eitt skot til dømingina. Tað er synd, at dómararnir ikki døma eftir originaliteti. Teir døma eftir hesum merki­ lga MTV ella hvat tað er fyri formi. Tað ger, at øll skræpan er grøn. Alt ljóðar líka, og ongin hevur nakað uppá hjarta. Og so leingi ein Dani situr í føraradómarasessinum, so er ongin vón um, at tann so absulutt nógv besti bólkurin á konsertini (kappingini) leyg­arkvøldið, bólkurin, sum slerdi allar rekordir og sum, sjálvt um hann spældi sera hart, ljóðaði so nógv feitast og hevði so nógv tað mesta powerið,v ar uttan iva SIC, ein tornadu av eini aðrari verð. Eitt útrykk, sum ein danskur dómari má ræð­ ast sum pestina, tí í kapping við Mikkjal má ein og hvør smáamatørur dvína. So sjálvt um Marius kom uppfrá, so kom hann ongantíð uppí ta hæddina, sum SIC høvdu frá fyrsta slagi. Eitt totalt rokk­show, sum sendi Týr (sum spældu beint aftaná) í skammikrókin við teirra lítlu onkisigandi donsku krønikku. Kanska vunnu SIC ikki dreingjadeildina í Fuglafirði. Men tað ger onki, tí teir eru superligain, og vit skulu vera glað fyri, at teir yvirhøvur tíma at tveita orkusopannina í høvdið á okkum. Tí um skamma stund so vera teir at hoyra í útlandinum. Tá mugu sjálvt danir boyggja seg í støvinum fyri tí almikla King of Fokking Darkness, størstu rokkrøddini nakr­an­ tíð, her á hesum for­popp­aðu klettum. So SIC vóru avgjørt teir moralsku vinnararnir hetta kvøldið. ART aðalstuðul hjá tónleikinum Tað var nokk so hugstoytt at hoyra Elina siga navnið á øllum Stuðlunum. Men at gloyma tann so avgjørt størsta stuðulin til snøgt sagt næstan øll tónleikatiltøk her á landi, ART(Áhugafelag RokkTónleikarana), var eitt sindur skuffandi. Hví tað kann einhvør so spyrja. Sera einfalt er svarið. 6 av luttakandi bólkunum komu úr ART. 5 av teimum 12 finalistunum komu úr ART í Havn. Ikki kann sig­ast annað enn, at ART Er høvuðsleverandørur og stuðul til eitthvørt tónleika­ ti­l­tak. Sum dagligur leiðari av ART, eri eg sera feign um hetta , men eisini eitt sindur beiskur, tí tað kann væl vera, at onkur annar stuðul hevur stóran týdning. Men um vit ikki leveraðu tónleikin var ongin kapping. Ì hesum sambandi vil eg vísa á tær sera góðu sømdir ART hevur og fær frá Tórs­ havnar Kommunu, ein komm­una, sum hevur funnið út av, at tað er alneyðugt at vera opin fyri framtíðini og villig til at vera við til at stimbra og stuðla ein aktivan ungdómsmentanarpoltikk. Nú sæst í verki, at tað loys­ ir seg at hava ein posi­tiv­an hugburð mótvegis ung­­dóms­ mentanini. Og vil eg tí heita á myndugleikar, kommunur og onnur um at hyggja eftir, hvat vit hava gjørt í Havn. Lær av okkara royndum og feilum okkara. Samanlagt um ti­ltakið Global Batle of the Bands Eitt gott við hesum kon­ sept­in­um er, at bólkarnir bert skuldu spæla í umleið 8 minuttir. Hetta gjørdi, at ongin bólkur náddi at gerast alt ov keðiligur. Annað er at eitt slíkt til­tak fær teir mongu ungu tón­ leikarnar at taka seg saman, venja nøkur løg so mikið væl, at tað virkar sum um bólkurin faktisk er betri, enn vit sum regul vita, at teir eru. Men tað ger ikki so ræðuliga nógv, tí tað var feitt at vera til konsert, har man næstan ikki náddi at keða seg. At ljóðgóðskan so var hareftir, ja tað er bara keðiligt. Tað ber ikki til, at fyrireikarar krevja ein proffesionellan hugburð frá bólkunum og so sjálvir vera so av lagi ama­tør­agtigir, tá tað snýr seg um ljóðgóðskuna. Tað átti ikki at verið neyðugt at sagt tykkum, at ljóðið fakt­ iskt er ein nokkso stórur part­ur av einum estetiskum tónlistaligum upplivilsi. So Jón góði. Takk fyri eitt sum so útmerkað tiltak. Takk fyri at tú tímir at standa á odda fyri tiltøkum, har tónleikararnir sleppa at royna seg. Eg eri kanska ikki so samdur við akkurát hesi uppskriftini. Men eri altíð við uppá tað, tá vit skulu skapa betri umstøður fyri tónleikinum og tónleik­ arunum her á landi. So til allar Føroy­ing­­ar. Bara tí at popp­main­stream­ maskinan Marius vann Glo­bala trippið, so er onki tapt. Blív við. Keep on rock­ ing… Annars tillukku Marius, all the best! Týr trýna á pallin í netundirtroyggju. Ein anakronisma, sum bendir mín tanka til svágin hjá Hyasynth, Onslow. Leygarkvøldið tók Marius meg so mikið á bóli, at eg satsaði bólkin sum ein absuluttan vinnarafavorit.