hósdagur 24. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 226 - 24. november 2005
Nr. 226 • hósdagur • 24. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Inter hevði
ongan
italienara
á liðnum
Italska felagið Inter Milan
hevði ongan italienara í
byrjunaruppstillingini í
dystinum ímóti Artmedia
Bratislava
Inter vann annars 4-0 við
trimum málum frá Adriano,
ið er úr Brasilia. Hitt málið
skoraði Luis Figo, ið var
einasti evropearin á liðnum
hjá Inter.
Inter tryggjaði sær
við hesum sigrinum eitt
pláss í finalununum eftir
ársskiftið.
Í hinum dystinum leiktu
FC Port og Rangers javnt
1-1, og tað hevur við sær, at
Rangers framvegis heldur
fast um annaðplássið und
an seinasta dystinum í bólk
inum.
---
Ferguson
bjartskygdur
Hóast United skal vinna
seinasta dystin fyri at koma
víðari, hevur Sir Alex
Ferguson góðar vónir
Manchester United hev
ur bert fingið seks stig
eftir fimm dystir í bólka
spælinum, og tí stendur
nógv á liðnum undan sein
asta dystinum á útivølli
ímóti Benfica - ein dystur,
ið United allarhelst skal
vinna.
Hóast útlitini ikki eru eins
góð, og tey plaga at vera, er
Ferguson bjartskygdur.
- Vit hava megnað tað
fleiri ferðir áður. Eg haldi,
at venjingarstøðan er góð,
og tí eru vit bjartskygdir
undan seinasta dystinum.
Sjálvsálitið er í øllum før
um til staðar, segði Alex
Ferguson eftir dystin ímóti
Villareal.
- Eg haldi, at vit høvdu
uppiborið at vinna í kvøld.
Hetta var ikki nakað vána
ligt avrik, men vit høvdu
bara ikki hepnið við okkum
frammanfyri málinum,
legði Ferguson afturat.
Manchester United
er í stórum trupul
leikum og í Milan
munnu tey prísa seg
lukkuliga um, at tey
hava besta áleyparan í
Europa á liðnum
Champions League
Jákup Mørk
Næst seinasta umfarið í
bólkaspælinum í europeisku
meistarakappingini varð spælt
týs- og mikukvøldið. Í fleiri
bólkum hevur oddastøðan nú
teknað seg heilt sjónliga, men
onkra staðni er spenningurin
tó framvegis stórur.
United í trupulleikum
Ikki minst er talan um
spenta støðu í bólki D. Har
varð annars roknað við, at
Manchester United skuldi
vinna seg trygt víðari,
meðan Villareal, Lille og
Benfica máttu striðast um
annað plássið.
Men enska stórfelagið er í
løtuni á triða plássinum, og
teir verða nú noyddir at fáa í
minsta lagi ein javnleik - og
helst ein sigur - í seinasta
útidystinum móti Benfica,
um teir skulu vinna seg víð
ari. Týskvøldið hevði United
vitjan av Villarreal, men
enn einaferð máttu heima
áskoðararnir sanna, at talan
gjørdist um vónbrot í 0-0
dysti. Benfica og Lille spældu
somuleiðis javnleik. Støðan í
bólkinum er nú, at Villarreal
hevur 7 stig.. Lille og Man
U hava 6 stig, men franska
liðið hevur betri innanhýsis
roknskap. Og við 5 stigum er
langt í frá víst, at leikluturin
hjá Benfica er av.
Sheva bjargaði Milan
Eitt annað stórfelag, sum hev
ur verið í trupulleikum, er
italska AC Milan,. Teir høvdu
mikukvøldið truplan útidyst
móti Fenerbache, og her
gjørdist talan um satt Sheva-
Show. Ukrainski Andrey
Shevchenko skeyt nevnliga
øll fýra málini, sum góvu
Milan eitt gott útgangsstøði
undan seinasta dystinum.
Men enn hava bæði PSV og
Schalke møguleika at órógva
oddaliðið. Schalke vann ann
ars tryggan sigur á PSV, tá
liðini spældu mikukvøldið.
Støðan í bólki E er nú, at
Milan hevur 8 stig. Tað sama
hevur Schalke, meðan PSV
Eindhoven hevur 7 stig.
Favorittarnir
Í hinum bólkunum tykist
talan vera um støður, har
stóru favorittarnir longu hava
tryggjað sær víðari luttøku.
Bayern München og
Juventsu eru víðari í bólki
A, eins og Arsenal og Ajax
eru tað í bólki B.
Í bólki C er Barcelona væl
og virðiliga komið víðari, og
so er spurningurin, hvørt
Udinese, Panathinaikos ella
Werder Bremen skulu taka
næsta plássið.
Í bólki F er Lyon heldur
óvæntað trygt á odda, eftir
at teir megnaðu javnleik á
útivølli móti Real Madred.
Men kongaliga spanska fel
agið hevur tó eisini tryggjað
sær víðari luttøku.
Liverpool og Chelsea eru
bæði vís í í víðari luttøku í
bólki G, meðan Inter somu
leiðis hevur vissað sær víð
ari atgongd í bólki H. Har
er tó framveigs hørð kapp
ing um næsta plássið, og
stendur kappingin her mill
um Rangers, Petrzalka og
Porto.
Shevchenko
koyrir á Milan
Andrey Shevchenko var í hopla, tá hann við fýra málum mest sum einsamallur sendi Milan í
oddin á bólki E
Mynd: Reuters
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
- t
sett
sett
sett
stig
1 Dráttur
6
6
- 0
18
5
13
12
2 SÍ
6
5
- 1
17
7
10
10
3 TB
5
2
- 3
9
9
0
4
4 Mjølnir
6
2
- 4
8
15
-7
4
5 ÍF
5
1
- 4
7
14
-7
2
6 KÍF
6
1
- 5
7
16
-9
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v
- t
sett
sett
sett
stig
1 Fleyr
5
5
- 0
15
5
10
10
2 SÍ
4
3
- 1
11
5
6
6
3 Mjølnir
5
2
- 3
9
9
0
4
4 ÍF
5
2
- 3
10
11
-1
4
5 Nøvan
5
0
- 5
0
15
-15
0
SÍ fekk harða mótstøðu, tá
tær í gjár vitjaðu hjá Mjølnir.
Sørvágskvinnurnar hava
annars havt eitt sera gott
kappingarár higartil, har
tær sum tær einastu hava
givið oyggjarfeløgunum á
Giljanesi kapping.
Og tað eydnaðist eisini SÍ
at vinna dystin í Klaksvík í
gjár, men tað var ikki bara
sum at siga tað. Mjølnir
legði nevnliga bragdliga
fyri, og tær tóku sær eisini
av fyrsta settinum. Men SÍ
helt á at trýsta, og tað gav
eisini úrslit. Tey trý næstu
settini vórðu øll vunnin, og
so kundu gestirnir fegnast,
tá tær aftur løgdu leiðina um
Leirvíksfjørð.
Í mansdeildini var ein
dystur á skránni, tá Mjølnir
vitjaði hjá higartil stiga- og
settleysa Nøvuni. Heldur
ikki hesa ferð eydnaðist tað
hjá Sundalagsmonnum at fáa
stig burtur úr dystinum, sum
endaði við trimum tryggum
settum til gestirnar.
-mørk
Úrslit
Meistaradeild kvinnur
Mjølnir-SÍ 1-3 (25-22, 20-
25, 15-25, 16-25)
Meistaradeild menn
Nøvan-Mjølnir 0-3 (17-25,
9-25, 14-25)
SÍ fylgir oddinum