Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 227 - 25. november 2005 Børn hjálpa børnum innsavnan tíðindasrkiv Fríggjadagin 25. nov­ember skipar Marg­arinfabrikkin fyri innsavnan til van­ lukkurakta økið í Kash­ mir, Pakistan. Marg­ar­in­ fabrikkin verður gjørd um til loppumarkna, Café og uppusølu fyri ein dag. Børn og ung í Margarinfabrikkini hava fyrireikað ymiskt til sølu og savnað klæðir, spøl, leiku o.a. inn, ið verður selt á loppumarknaðinum. Eisini hava tey bakað, so nógv gott verður at fáa í caféini. Borgarstjórin í Tórs­ havnar Kommunu, Heðin Mortensen, kemur at vera uppusøluhaldari, og tað er einki minni enn málningar, ið býráðsliminir í Tórs­ havnar Kommunu hava málað, ið vera til sølu. Dagurin byrjar kl.15.00 og uppusølan verður kl.17.30. Allur peningurin verður givin til Barnabata, ella tað sum í Danmark eitur Red Barnet. Red Barnet er á vanlukkurakta økinum og hjálpa heimleysum og foreldraleysum børnum. Trøllapætur hevur fingið lokkað ommuna til Havnar, soleiðis at hon eisini verður við, tá satt gullregn verður í Miðlahúsinum leygardagin Jólatiltak Jákup Mørk Talan verður um satt gull­ regn í Miðlahúsinum í Vágs­botni leygardagin. Vinn­aranrir av kappingini, sum Atlantic Airways, Sosi­alurin, Kularrøtur og Trøllapætur hava skipað fyri, skulu dragast, og ikki færri enn 31 vinningar verða lutaðir burtur. Høvuðs­vinningurin er ein familjuferð við Atlantic Airways fyri tvey vaksin og tvey børn. Hartil verða 10 av gyltu savnsfløguni hjá Kularrótum, 10 av n‡ggju sangbókunum hjá rótunum og 10 videobond um jólini hjá Trølla-Pæturi at vinna. Omman og Nósi eru við Trøllapætur hevur longu boðað frá, at hann verður við, tá hepnu vinnararnir skulu kjósast, og tað stend­ ur eisini fast, at hann verð­ur ikki einsamallur. Úr Kular­ rótum kemur Arnfríð Lützen at syngja nøkur løg. Nósi, sum jú er so góður við børn, verður eisini við, og so hevur tað eisini eydnast at fáa Trølla­ommuna til Havnar. Hon segði seg annars hava úr at gera, nú hon er farin í holt við jólabakstur og ann­að undir Háfjalli. Men Trøllapætur hevði lítlan hug at ferðast so langan veg einsamallur, og tað hevur so eisini eydnast honum at lokka ommuna við. Afturfyri noyðist so helst at hjálpa meira til enn vanligt, tá pannukøkur, vaflur og bollar ð skulu fáast frá hondini. Góð undirtøka Tað eru annars nógv, sum hava tikið lut í kappingini, sum hevur verið í Sosialinum. Og spurningurin er tí, hvørji tey eru, sum verða hepnu vinnararnir. Tann spurningurin verður so ikki svaraður, fyrr enn tiltakið í Miðlahúsinum byrjar klokk­ an 14.00. Kl. 15.30 verður so jóla­ hald á Vaglinum, tá jóla­ menninir fara at tendra stóra jólatræið hjá býráðnum, og ætlandi verður tiltakið í Miðla­húsinum liðugt nakað fyri hetta. Omman verður eisini við Tað eydnaðist Trøllapæturi at lokka ommuna við, soleiðis at hon eisini verður í Miðlahúsinum leygardagin