fríggjadagur 25. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
3
Stuðul úr
JÓLAMERKJAGRUNNINUM
Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur
grunnurin til endamáls at býta út ágóðan av
søluni av jólamerkjum, ið Postverk Føroya gevur
út á hvørjum ári. Ágóðin verður býttur út sum
stuðul til ávís tiltøk til frama fyri børn, til stovnar,
feløg o.o., ið virka fyri hesum tiltøkum.
Í serligum føri kann stuðul verða latin til annað
enn ávís tiltøk til frama fyri ungdóm, brekað ella
onnur samfelagsgagnlig endamál.
Seinnu árini hevur grunnurin á hvørjum ári latið
um 500.000 - 600.000 kr. til ymisk vælgerandi
endamál.
Síðan 1976 eru góðar 16 mió. kr. latnar í stuðli
úr grunninum.
Eitt trímannastýri hevur um hendi leiðslu
grunsins og ger av, hvussu ágóðin verður býttur.
Stýrið er ikki bundið av, at umsókn er send, men
umsóknir um stuðul úr Jólamerkjagrunninum í ár
kunnu sendast grunninum í seinasta lagi 12. des.
2005 og skulu stílast til:
Jólamerkjagrunnurin
c/o Postverksstjórin
Postsmoga 3009
110 Tórshavn
Rapparin ALX og
rokkbólkarnir The
Story Ends og Skunk
fara saman við C21
at royna at fáa takið á
Høllini á Hálsi at lyfta
seg leygarkvøldið 3.
desember, tá náttin
enn einaferð er ung í
Havn
Náttin er Ung
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Iranskt føddi amerikumaður
in og rapparin ALX er hitt
útlendska navnið á Náttin er
Ung, í gjár varð kunngjørt,
at danski dreingjabólkurin
C21 spæla á konsertini. Men
tá varð somuleiðis boðað frá,
at enn eitt útlendskt navn fór
at koma á skránna, og tað
er nú greitt at hetta er ALX.
Umframt útlendsku nøvini
spæla føroysku bólkarnir
The Story Ends og Skunk.
ALX luttók eisini á Náttin
er Ung, fyrru ferð tiltakið
var. Rapparin var í Føroyum
og luttók á skeiðinum “Hetta
er tín kommuna”, men tá
hann hoyrdi um Náttin er
Ung, so vildi hann sleppa
á pallin. Hetta gjørdist ein
brakandi success. Hann
setti ordiligt lív í fjøldina,
og aftan á konsertina vóru
nógvir føroyingar innið á
heimasíðu ni hjá honum
HYPERLINK
www.
okayhater.com, og bønaðu
ALX um at koma aftur.
Jaligu lýsingarorðini vóru
nógv, og fólk søgdu hetta
vera teirra størstu uppliving
nakrantíð og annað tílíkt. Tí
avgjørdu fyrireikararnir, at
ALX skuldi við aftur.
Á heimasíðu ni singur
ALX, at hann ætlar sær at
spæla “A special blowout
set”, hvat tað nú enn merkir
á rapp máli. Hann lovar, at
talan verðu r um eina frálíka
framførslu.
Føddur í Teheran
ALX ella Aryan Sabour,
sum hann varð navngivin,
varð føddur í Teheran í Iran
í 1984. 1 ára gamal flutti
hann við mammu síni til Los
Angeles. Hann hevur skrivað
tónleik síðan hann var 9 ár.
Tónleikurin flutti seg skjótt
yvir í rapp. Árini í USA vóru
ikki øll líka góð, og aftan á at
mamman fór at livað saman
við einum mannið, ið gav
Aryan forboð ímóti at lurta
eftir og skriva tónleik, flutti
hann til Danmarkar at búgva
hjá pápa sínum, ið hann ikki
kendið.
Í Danmark hevur yrkis
leiðin sum rappari verið
rættiliga væleydnað. Hann
hevur luttikið á nógvum
ymiskum útgávum, og nú
hevur ALX innspælt sína
fyrstu LP plátu. Hann sigur
á heimasíðu síni, at hóast
plátan ikki alment kemur út
í Evropa fyrr enn um tveir
mánaðar, so verðu r hon til
keyps á Náttin er Ung.
Bæði The Story Ends og
Skunk gjørdu veruliga vart
við seg í GBOB kappingini,
og teljast millum mest
spennandi og lovandi ungu
føroysku bólkarnar. Hetta
eru upplagdir bólkar til
Náttin er Ung. The Story
Ends fekk frálík ummæli
á GBOB, og var eisini í
finaluni. Skunk megnaði
ikki at vinna seg í finaluna,
men var tann bólkurin, sum
fyrireikarin Jón Tyril tók
fram, sum dømi um lovandi
nýggjar bólkar.
,
,
//
CÌÌ>ÀÊLÖÃÌ>s>À?
Nýggja realkredittlánið frá Føroya Sparikassa kann lætta um
mánaðargjaldið á bústaðarláninum.
Vit kunnu leingja afturgjaldstíðina á láninum heilt upp í 30 ár,
soleiðis at tú hevur munandi meira pening eftir hvønn einasta mánað.
Kom inn til okkara ella ring 348000 og hoyr um tínar møguleikar.
-ÛiÀÀÊ
ÀÊ
`ÛÃÃ]ÊÕ`>À?s}iÛ
PETUR PETUR s
ALX á Náttin er Ung