Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 25. november 2005  Uppskotið til fíggj­ arætlan fyri 2006 var til 2. viðgerð á býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið, og uppskotið var einmælt samtykt. Greitt er, at komm­ unuskatta­prosentið komandi ár verður eitt prosent hægri, enn tað er í ár Kommunuskattur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hóast kommunuskatturin hækkar við einum prosenti, so fer vanligi borgarin ikki at merkja nakað til tað, tí talan er í veruleikanum um ein útjavnan í sam­bandi við skattalættan í lands­skatt­ inum. Fáa ikki samsýning frá landinum Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, sigur, at tað er neyðugt hjá kommununi at hækka skattin, tí at kommunan onga samsýning fær frá land­inum fyri tær uppgávur, sum nú verða fluttur frá landinum til kommunurnar at umsita. Tað er til dømis innan sosiala umsorgan og barnavernd, at hetta er galdandi. - Um vit høvdu fingið allar tær øktu útreiðslurnar í sambandi við nýggju upp­gávurnar inn umvegis kommunuskattin, hevði tað merkt eina hækking upp á umleið 1,1 prosent í kommunuskattinum, so í veruleikanum missa vit pening við bert at hækka kommunuskattin eitt prosent, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin í Havn heldur tað verða misvísandi av landsstýrinum at boða frá skattalætta, tá ið teir samstundis áleggja komm­ ununum uppgávur, ið landið higartil hevur tikið sær av, uttan at kommunurnar fáa nakra samsýning. Tí noyðast kommunurnar at økja um kommunuskattin fyri at fáa tað at hanga saman, og tað veit landsstýrið væl, sigur Heðin Mortensen. Í dag kom føroyska týðingin av triðja bindi í røðini um Ringanna Harra í bókabúðirnar. Eins og við teimum báðum undanfarnu útgávunum er tað Axel Tórgarð, ið hevur týtt kendu søguna hjá J. R. R. Tolkien Bókaútgáva Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ikki hissini av­rik, ið tann nú 82 ára gamli fyrrverandi Kvívíks­prest­ ur­in, Axel Tórgarð, hevur stað­ið fyri seinnu árini. Hóast nógv merktur av sjúku, hevur hann týtt øll trý bindini í røðini um Ring­ anna Harra. ­ Alt er skrivað við hond Tað er forlagið Stiðin, ið hevur givið allar tríggjar føroysku týðingarnar út, og Zakarias Wang frá for­ lagnum segði á tíðinda­ fundi í morgun, tá ið bókin bleiv løgd fram alment, at tað eru fleiri persónum fyri at takka, at bókin er veruleiki. - Ikki minst eigur sonurin Hans ein stóran part av heiðurinum fyri, at vit nú standa við bókini í hondini. Meðan Axel hevur gjørt allar týðingar á gamlan hátt og skriva tær niður við hond, so hevur Hans aftaná fingið tær inn á telduna. Eisini hevur hann gjørt allar tekn­ingarnar, ið eru í bókini við føroyskum nøvnum, greiddi Zakarias Wang frá á tíðindafundinum í gamla bókahandli. Zakarias Wang hugleiddi eisini um vitjar sínar í heim­ inum hjá teimum báðum, Axel og konuni Margretu, í heimi teirra í Kvívík, og hann fortaldi um onkra stutt­liga hending í hesum sambandi. Einaferð hevði hann spurt Axel, um hann ikki var troyttur av at sita og skriva, men fyrrverandi presturin svaraði honum: »Eg geri tað sama, sum eg altíð havi gjørt. Tá ið eg arbeiddi sum prestur, skrivaði eg bara prædikur ístaðin«. Bókarøðin um Ringanna Harra er týdd til nógv mál, og sambært Zakarias Wang snýr tað seg um áleið 40 mál í heimshøpi. Tá ið Zakarias Wang herfyri tosaði við enska forlagið, Harper Col­ lins Publishers, ið hevur rætt­indini til bókarøðina, spurdi hann, um hon var týdd til nakað minni mál enn føroyskt. Forlagið greiddi frá, at hon var týdd til eitt nú walisiskt, íslendskt og luksemburgiskt, men før­ oyskt er ivaleyst minsta mál, ið bókarøðin er komin út á. Triðja bókin í røðini um Ringanna Harra hevur undir­ heit­ið »kongurin kemur aft­ur«. Bókin er umleið hálvtfimtahundrað síður til støddar, og hon kostar 275 krónur í mun til 350 krónur, sum tær báðar undanfarnu hava kostað. Tórshavnar Býráð viðger í løtuni eina umsókn frá áhugaðum, sum vilja leiga eitt øki á Sundi til at móttaka og skilja jarn og annað metal til víðari útflutning Endurnýtsla Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Jarn og metal endur­ nýtsla er ein nógv vaks­ in vinna uttanlands seinnu árini, og ivaleyst er eisini tørvur á einum slíkum virki í Føroyum eisini. Tórshavnar Komm­ una hevur eitt øki inni á Sundi, ið kann nýtast til slíkt endamál, men býararkitekturin mælir til, at tað verður gjørd ein skipanarætlan fyri økið, har hædd verður tikið fyri teimum um­sókn­unum, sum hóska seg í økinum. Beate L. Samuelsen, býráðs­limur, mælti á býráðs­fund­inum í gjárkvøldi til, at málið var beint í Heilsu- og umhvørvisnevndina til viðgerðar, áðrenn bý­ráðið tekur støðu, og hesum tók ein meiriluti undir við. Axel týtt triðja bind av Ringanna Harri Hjúnini Margreta og Axel Tórgarð við nýggju týðingini framman fyri sær á tíðindafundi í gamla bókahandli í morgun. Axel Tórgarð hevur seinastu árini týtt øll trý bindini í røðini um Ringanna Harra, og tilsamans snýr tað seg um áleið 1250 blaðsíður. Mynd: Jens Kr. Vang - Jarn og metal endurnýtsla á Sundi Kommunuskatturin í Havn hækkar Hóast kommunuskatturin hækkar við einum prosenti, so fara borgararnir ikki at merkja tað, tí landsskatturin lækkar, og tí verður tað ein náttúrlig útjavnan savnsmynd