Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 227 - 25. november 2005 – Vit gera lógir og reglu­gerðir fyri fiskiskapin undir Føroyum, men vit vilja ikki betala fyri at hava nóg gott eftirlit við at tær verða hildnar og tað er meiningsleyst, heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum Fiskiveiðieftirlit Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað, sum gongur fyri seg nú, gevur ikki stóra meining. Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­ maður í fiskivinnumálum, er alt annað enn nøgdur við, at vaktarskipini skulu liggja bundin við bryggju, tí vit ikki hava ráð til hava tey siglandi. Játtanin til Fiskiveiði­ eft­ir­litið í ár røkkur ikki til og tí er avleiðingin, at vaktarskipini noyðast at liggja bundin við bryggju ein part av tíðini, fyri at spara pening. Av tí sama er eftirlitið við fiskiskapinum munandi skert. Hetta er als ikki nøktandi, heldur landsst‡rismaðurin í fiskivinnumálum. Hann søkti tí Løgtingið um 2,8 milliónir afturat til Fiskiveiðieftirlitið, men Løg­tingið vildi bara játta 1,8 millión. Annars helt Løgtingið, at Fiskiveiðieftirlitið átti at laga virksemi til ta játtan sum var, men avleiðingin er, at vaktarskipini liggja við bryggju í nógv størri mun enn vanligt. Bjørn Kalsø sigur, at hann nú fer at kanna eftir um tað ikki ber til at fáa eina nøktandi játtan næsta ár, tí hann heldur, at tað er heilt burturvið at spara so nógv á hesum øki. – Tað gevur ikki stóra meining at gera alskyns lógir, kunngerðir og reglu­ gerðir fyri at halda skil á fiskiskapinum undir Før­oy­ um, samstundis sum vit hava ráð til at hava eftirlit við, at treytirnar verða hildnar. Eiga ikki at spara Sjálvur heldur hann, at Fiski­ veiðieftirlitið hevur eina sera týðandi uppgávu at røkja og tí eigur Løgtingið ikki at spara á hesum øki. Hann sigur, at í Noregi verður ikki spart á hesum øki, tí har verður kravt, at eftirlitið er á einum høgum støði. –Vit hava eina skipan við fylgissveinaeftirliti og hon hjálpir væl. Men tað er eisini neyðugt at hava eitt beinleiðis eftirlit úti á fiskigrunninum, men tað ber als ikki til í nóg góðan mun, sum støðan er nú. – Tað er heilt burturvið, at virksemið hjá einum stovni, sum hesum, skal verða darv­ að av peningatroti. Á hesum øki eigur Løgtingið at hava ein politikk, sum uttan himpr játtar stovninum eyka pening, tá ið útreiðslurnar hækka. – Vaktarskipini eiga at hava eitt ávíst støði. Har skal alt bara rigga, tá ið brúk er fyri tí og sotatt er vandamikið at bera ov sparin á hesum øki, sigur Bjørn Kalsø. Kortini staðfestir hann, at tað er eisini altíð neyðugt at stovnurin alla tíðina kannar um tað ber til at spara innanhýsis, uttan at tað gongur útyvir dygdina. Hinvegin staðfestir lands­ stýrismaðurin, at Fiski­veiði­ eftirlitið, er eisini ein partur í eini tilbúgving og dentur verður lagdur á altíð at kunna vera til reiðar í eini neyðstøðu. Vil vita, hvat Løgtingið vil Hann sigur, at skulu skipini sigla, krevst ein ávís játtan og hann sigur, at játtanin, sum verður latin næsta ár, fer at vísa, um Løgtingið heldur at tað er neyðugt at hava eitt effektivt eftirlit. Men heldur Løgtingið ikki at tað er neyðugt, er onki at gera um uttan at laga virksemið til tað játtan sum er. – Heldur Løgtingið ikki, at tað er neyðugt við tveimum vaktarskipum, kann endin vera, at Fiskiveiðieftirlitið ger eina skipan, har tað ber til at virka, uttan at venda hvørjari krónu. Ein máti kann vera at leggja annað skipið og so brúka hitt effektivt. Men Bjørn Kalsø stað­ festir, at hartil er tað als ikki komið enn. Hann vísir eisini á, at tos­ að hevur verið um at byggja eitt nýtt vaktarskip, men tað dugir hann ikki at síggja nakra meining í. Tað er ongin meining at hugsa um eitt nýtt skip, sum helst er dýrari í rakstri, tá ið vit ikki hava ráð at brúka skipini, vit hava frammanundan, sigur landsstýrismaðurin. Nú sær út til, at ein­ skiljingin av Fiska­ virk­ing fer at kosta landskassanum næstan 100 milliónir krónur og tað má onkur standa til svars fyri, heldur Tummas Arabo, sum var var høvuðsmaðurin aftan­fyri Fiskavirking Einskiljing av Fiskavirking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú liggja tey, sum tey hava reitt. Men hetta má onkur standa til svars fyri. Tummas Arabo er ber­ søgin, tá ið vit spyrja hann, hvat hann heldur um ætlanina at einskilja Fiskavirking. Tummas Arabo var landsstýrismaður í fiski­ vinnumálum, tá ið Fiska­virking varð sett á stovn og tí má hann sigast at vera høvuðsmaðurin aftanfyri Fiskavirking. Hann var eisini nevnd­ar­ limur í Fiskasøluni, tá ið hon brádliga varð løgd undir Fiskavirking seinasta heyst. Fyri einum ári síðani bjóð­ aði eitt samtak av reiðarum sær at keypa Fiskavirking fyri 115 milliónir og eitt annað samtak bjóðaði sær at keypa Fiskasøluna fyri góðar 47 milliónir. Sostatt kundu Fiskavirking og Fiskasølan tá verðið seld fyri tilsamans 162 milliónir. Men tá vildi Fram­taks­ grunnurin ikki selja. Ístaðin varð Fiskasølan í eini handa­vending løgd undir Fiskavirking. – Tað kostaði Fram­taks­ grunninum 15 milliónir at leggja Fiskasøluna undir Fiska­virking, sigur Tummas Arabo. Tað var prísurin, sum Fram­taksgrunnurin mátti betala fyri, eitt nú, at sleppa burturúr sáttmálunum, sum Fiskasølan hevði gjørt. Men nú Fiskavirking er lýst til sølu, hava somu menn bjóðað sær at keypa alla fyritøkuna fyri 80 milliónir. Verða tær 15 milliónirnar roknaðar uppí og Fiska­ virking nú verður selt fyri 80 milliónir, kann so­statt staðfestast, at av­gerðin at bíða við at selja Fiskavirking til nú, fer at kosta landskassanum einar 95 milliónir krónur. – Tað mátti givið onkrum ein merkiligan smakk í munnin, heldur Tummas Arabo. Men hann staðfestir eisini, at Framtaksgrunnurin liggur sum hann hevur reitt. – Fyri bara einum ári síð­ ani, kundi Framtaks­grunn­ urin fingið 162 milli­ónir fyri fyritøkuna. Men nevndin vildi heldur brúka 15 milliónir upp á at leggja Fiskasøluna undir Fiskavirking- og nú er einasta, boð vit kenna, bara 80 milliónir. – Talan er um almennar pengar hjá skattaborgarunum og tí eigur onkur at standa til svars fyri tað. – Stendur ongin til svars fyri, at landskassin missur 95 milliónir, er tað undarligt, má eg siga, leggur hann afturat. Best á føroyskum hondum Annars er Tummas Arabo samdur í, at tað er rætt at einskilja Fiskavirking, tí hann dugir ikki at síggja nakra orsøk til at tað almenna skal eiga fiskavirki. – Fiskavirking var ein neyðloysn, sum hevur riggað væl. Men landið skal ikki varðveita fyritøkuna. Men hann heldur, at tað hevur týdning at varðveita Fiskavirking á føroyskum hondum. – Verður Fiskavirking á Føroyskum hondum, kann tað føra ymiskt annað virk­semi við sær. Eitt avleitt virk­semi er, at føroyingar kunnu upparbeiða sær ein serkunnleika í at selja fisk, sum vit ikki hava í nóg stóran mun nú. – Men endar tað við, at Fiskavirking fer á útlendskar hendur, er stórur vandi fyri, at føroyingar bara enda sum rávøru-leverandørar til útlendsk sølufólk og sostatt koma at missa tað mesta av hesum serkunnleika. Tummas Arabo sigur, at stóri vinningurin fyri tann útbúnað partin av fólkinum, liggur heilt avgjørt í søluliðnum. –Føroyingar hava leingi dugað væl at skorið flak. Men tað er eisini neyðugt, at føroyingar duga væl at selja fisk, tí tað er har, tann stóri vinningurin liggur. – Verður fiskavirking varð­ veitt á føroyskum hondum, kundi tað eisini eggjað skipunum til at avreitt meiri í Føro­yum so at útflutningurin av óvirkaðum fiski varð tálmaður, sigur Tummas Arabo. Ávarar ímóti einskiljingum Annars endurtekur Tumm­as Arabo, at tað hevur stóran týdning, at landspolitikararnir gera sær greitt, hvørjar tænastur, tað politiska valdið eigur at hava ræðið tá. Tí ávarar hann einn eina­­ferð ímóti a einskilja Atlantsflog, Føroya Tele og SEV. –Hetta eru viðurskifti, sum eru so týdningarmikil fyri samfelagið, at tað má politiska valdið varðveita ræðið á. Hann sigur, at tele­ samskiftið, orkuveitingin og ferðasambandi út í heim, eru so grundleggjandi fyri eitt oyggjarland sum Føroyar, at tað eru viðurskifti, sum politiski myndugleikin undir ongum umstøðum má sleppa ræðinum á. Annars heldur hann heldur ikki, at Føroya Banki skal einskiljast, uttan so, at landið fær so mikið fyri hann, at almennu lánini kunnu betalast so langt niður, at minkingin í rentuútreiðslunum svarar til tað vinningsb‡tið, sum landskassin fær frá bankanum. Sparingar av hesum slagi geva onga meining – Tað er heilt burturvið, at eftirlitið við fiskiskapinum undir Føroyum skal vera darvað av at vit ikki hava ráð til at hava vaktarskipini í sigling, heldur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum – Tey liggja sum tey hava reitt , men verður ongin settur til svars fri missin, er tað undarligt, heldur Tummas Arabo Hetta má onkur standa til svars fyri