fríggjadagur 25. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fyrrverandi
kommunustiski
andstøðingurin
og síðani estiski
forsætisráðharrin,
Mart Laar, verður
gestaræðari á lands
fundinum hjá
Fólkaflokkinum
Landsfundur
Jákup Møk
Hetta vikuskiftið hevur
Fólkaflokkurin landsfund.
Siðvenja er, at flokkurin til
fundin hevur gestarøðara,
og soleiðis verður aftur hesa
ferð.
Talan er um 45 ára gamla
Mart Laar úr Estlandi, sum
í 1992 - bara 32 ára gamal
- gjørdist fyrsti Estlendski
forsætisráðharrin eftir demo
kratiseringina í landinum.
Ta ferðina sat hann sum
stjórnarleiðari fram til 1995,
og aftur í tíðarskeiðnum
1999-2001 var hann stjórn
arleiðari.
Mart Laar er annars
útbúgvin søgufrøðingur,
og hann hevur eisini givið
út áhugaverdar bøkur um
søguna hjá Estlandi. Ber
søgna skriving hansara um
estiska frælsisbardagan bar
eisini við sær, at komm
unistiska stðrið longu í
80’unum fekk ilt eyga til
hansara. Men samstundis
mundi hetta eisini vera ein
av orsøkunum til, at hon
alt fyri eitt fekk hópin av
atkvøðum, tá fyrsta valið
var á skránni.
Í fyrra tíðarskeiðinum
sum stjórnarleiðari hevur
fyrrverandi andstøðingurin
møtumiklu uppgávuna at fáa
estiska búskapin og politisku
skipanina sum heild at virka
nøktandi. Og tó at hetta var
eitt trupult tíðarskeið, so
varð her settur skjøtul á til
gongdina, sum hevur gjørt
estiska búskapin til ein hin
skjótast vaksandi í Europa.
Sjálvur sigur Mart Laar,
at ein liberalisering hevur
verið størsta atvoldin til
vøksturin. Tað vil siga,
at almenna stýringin er
sum minst, skatturin er
lækkaður munandi, og
marknaðarkreftirnar eru
slpnar at ráða. Skattaskipanin,
sum hann var við til at seta í
verk, er sonevnd flat-tax, og
væntandi fer ein partur av
røðu hansara at snúgva seg
um hetta evnið.
Saman við sær á ferðini
hevur Mart Laar eisini konu
sína, Katrin Laar.
-Tað er óheppið,
at einskiljingin av
Atlantic Airways er
nógv meira viðgjørd í
pressuni, enn hon er í
tí politisku skipanini.
Vit mugu fáa eina
meira lagaliga og
opna tilgongd og
tryggja okkum, at
komandi eigarar
hava Føroyar sum
høvuðsstøð og flúgva
til og úr Føroyum
sum sítt primera
endamál
Einskiljing
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Fólkaflokkurin hevur lands
fund í dag og leygardagin. Eitt
av málunum, sum fer at verða
til umrøðu á landsfundinum
verður einskiljingin av
Atlantic Airways. Lands
stýrismaðurin í vinnumálum
hevur lagt út við eini ein
skiljingarætlan, men hvat
sigur formaðurin í flokki
hansara til hesa ætlan! Hann
er eftir øllum at døma ikki
heilt nøgdur við tilgongdina
higartil og rópar rætt og slætt
varskó. Vit mugu hava eina
breiða undirtøku fyri tí leisti,
sum verður valdur er hansara
niðurstøða.
Anfinnur Kallsberg: -
Sjálvandi gangi eg inn fyri
einskiljing, og tað geri eg
eisini við atliti til Atlantic
Airways. Eg síggi fyri mær,
at har er eitt potentiali fyri
vøkstri, sum fer at gera, at tey
verða noydd til at fáa fleiri
pengar til íløguvirksemi, og
her trúgvi eg, at landskassin
skjótt kann gerast ein
avmarking. Eg rokni við, at
tað verður ringt at fáa pengar
avsettar á fíggjarlógini til
at seta fleiri pengar í AA.
So tað er ein orsøk til, at
man skal royna at fáa aðrar
aktørar inn.
Hinvegin er tað sera
umráðandi, at AA verður eitt
føroyskt flogfelag, sum fyrst
og fremst tænir Føroyum og
føroyingum, tí er útgangs
støðið frá Føroyum avgjørt
neyðugt. Tað mugu vit so
eisini tryggja.
Tað er tó sera óheppið,
sigur Anfinnur Kallsberg
víðari, at tú fær eina óvissu
í tilgongdini, tí hon kann for
koma øllum. Tí er so umráð
andi at fáa eina meira breiða
undirtøku til tilgongdina,
og tað ivist eg ikki í, at vit
fáa. At tað verður skotið
eftir hvørjum øðrum, at
man ætlar at forera hetta, at
ikki allir sleppa at siga sína
hugsan, at fólk kenna seg
ótrygg í sínum arbeiði er alt
nakað, sum vit mugu sleppa
undan. Tí mugu vit finna ein
leist fyri hesi privatisering,
soleiðis at vit hava eina
trygga tilgongd og fær sum
mest virði burtur úr.
Løgin logikkur
-Men er tað ikki ein løgin
logikkur fyrst at siga, at vit
mugu hava sum mest burtur
úr søluni og so at siga, at vit
mugu tryggja okkum best
møguligt samtíðis, eitt nú
treyta okkum, at alt virksemi
gongur út frá Vágum?
- Tað er rætt, at tey bæði
sjónarmiðini ganga ímóti
hvørjum øðrum. Skal tú
kalt og kyniskt hugsa um
at privatisera, so skal tú
gera tað 100% og ongar
treytir leggja á. So hevur tú
ta risiko, at tú einki felag
hevur, sum hevur Føroyar
sum høvuðsmarknað og
fyrst og fremst skal servisera
føroyingum. Tað verður
lættari hjá einum felag at
sita onkra aðrastaðni og so
flúgva Føroyarutuna, tá tíð
ella hugur er.
Tí er rætt, at her er ein
mótsøgn. Eg kundi tí hugsað
mær, at man kemur til eina
breiða politiska semju, har
allir flokkar helst eru við, og
har man byrjar við eini meira
lagaligari tilgongd.
- Hvat er ein lagaligari
tilgongd fyri nakað?
- Tekur tú avgerð um
at selja meirilutan, so
kanst tú gott gera tað men
drýggja hann yvir eitt longri
tíðarskeið tvs. at í fyrstu
atløgu selja vit bara so og so
nógv prosent og so taka vit
seinni uppaftur til viðgerar
og vita, hvønn áhuga tann
eigaraskarin hevur.
Anfinn Kallsberg vísir
á, at tað eru tvey sløg av
íleggjarum. Tað eru teir
strategisku og teir, sum vilja
hava eitt fíggjarligt avkast.
Teir strategisku kunnu vera
áhugaðir í at niðurleggja
rutuna ella leggja hana
saman við onkrum øðrum.
Teir kunnu væl keypa nógv
við tí endamáli. Hinvegin
byrjar tú í smáum og fær
ein eigaraskara, sum hevur
tað sikti, at AA eisini í fram
tíðini skal vera eitt felag,
sum gevur eitt rímuligt
avkast men verður rikið á
handilsligum sjónarmiðjum
og tann eigaraskari hevur
áhuga í Føroyum, so er tað
tann betra tilgongdin.
Anfinn Kallsberg heldur
eisini, at felagið eigur at vera
einskilt so gjøgnumskygt sum
til ber. Sjálvur heldur hann,
at vit eiga at leggja okkum
eftir eini opnari skipan sum
partabrævamarknaðurin er.
-Vit løgdu stóran dent á í
seinastu samgongu at fáa
ein partabrævamarknað, so
eingin skuldi hava møgu
leika fyri at skjóta einum
í skógvarnar, at hetta skal
seljast til nakrar privatar
spekulantar, venner og
bekendte.
Óheppin tilgongd
-Tú er also ikki samdur í
leistinum hjá landssstýrinum
um at selja 66% og varðveita
34%?
- Nú er tað so, at vit hava
fingið málið til flokkarnar
at viðgera. Kanska hava
vit ikki tosað so nógv um,
hvussu nógv prosent skulu
seljast, men tá tú sær reak
tiónirnar úti millum fólk - og
kanska er tað so lætt at vera
bakklókur - so eigur man
ikki at hava hasa óvissuna
hangandi heldur. Tí haldi
eg, at man skal gera eina
tillaging, har tú fær eina
skipan, sum hongur so væl
saman sum gjørligt.
-So tú heldur , at tað er ov
nógv at selja 66%?
- 66% er ikki ein trupulleiki
í konstruktiónini hjá lands
stýrinum, tí har sigur man,
at man vil tryggja seg í
einum partabrævasáttmála.
Men tíverri er tað soleiðis,
at tað eru so mong, ið
ikki trúgva uppá, at tað
ber til at tryggja seg í ein
um partabrævasáttmála.
Umráðandi fyri meg er at
fáa eina tiltongd, sum fær
breiða undirtøku. Alt annað
er bara at undirgrava alla
skipanina og leggur hann
aftrat, at tað er alfa og omega
fyri seg, at uppgávan hjá AA
verður primert at standa fyri
flutningi til og úr Føroyum.
- Vit mugu ikki koma
aftur í ta støðu, tá Mærsk
var einsamalt og tú hevði
onga flúgving uppá Føroyar
í dagavís, tí flogførini vóru
upptikin aðrastaðni, tað
ynski eg ikki at koma aftur í.
Hetta hevur tí ikki bara nakað
við at tryggja arbeiðsplássini
í Vágum at gera, tað hevur
við okkum øll at gera.
Anfinn Kallsberg dylur
ikki fyri, at hann heldur tað
vera eitt sindur óheppið,
at málið um søluna av AA
er nógv meira viðgjørt í
pressuni enn í tí politisku
skipanini.
Nr. 227 - 25. november 2005
Formaður fólkafloksins:
Einskiljing av Atlantsflogi má
hava breiða undirtøku
Anfinnur Kallsberg, formaður
fólkafloksins: -Vit mugu
ikki koma aftur í ta støðu,
tá Mærsk var einsamalt og
tú hevði onga flúgving uppá
Føroyar í dagavís, tí flogførini
vóru upptikin aðrastaðni.
Estlends vitjan hjá Fólkaflokkinum
Bara 32 ára gamal fekk
Mart Laar risa uppgávuna
at standa fyri fyrstu
demokratiskt valdu stjórnini í
Estlandi í nýggjari tíð