Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað eru framvegis línuskipini, sum hava nógv tey flestu ársverkini. Á øðrum plássi fyri 2004 hava verksmiðjutrolararnir nú yvirhálað partrolararnar, men munurin er lítil Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinastu fimm árini hevur ein ávís broyting verið í talinum yvir ársverk umborð á okkara fiskiskipum, men øll árini frá 2000 til og við ár 2004 eru tað línuskipini, sum hava nógv tey flestu ársverkini. Á øðrum plássi eru verksmiðjutrolararnir, sum liggja beint frammanfyri partrolararnar, ið annars hava ligið á øðrum plássi øll árini til og við 2003. Í 2004 eru 195 ársverk umborð á verksmiðjutrolarunum og 192 umborð á partrolarunum. Sambært roknskapargreiningini hjá grann­skoð­ arafelagnum, Rasmussen & Weihe, hevur samlaða talið av ársverkum árini 2000 til 2004 annars verið hetta: 1.174 (2000), 1.211 (2001), 1.151 (2002), 1.179 (2003) og 1.141 (2004). Ársverkini í 2004 býta seg soleiðis millum skipa­ bólkarnar: Línuskip (294), verksmiðjutrolarar (195), partrolarar (192), lemmatrolarar (125), pelagisk skip (101), onnur skip (100), garnaskip (69) og rækjuskip (66). Samanlagt gevur hetta soleiðis 1.141 ársverk í 2004. Rækjuskipini síggjast aftur Ársverkini minkaðu lutfalsliga nógv frá 2001 til 2002, og serliga stór var minkingin hjá rækjuskipunum. Samlaða minkingin frá 2001 til 2002 broyttist til ein vøkstur frá 2002 til 2003, men síðan aftur til eina minking frá 2003 til 2004 upp á stívliga 3%. Havast skal í huga, at eini 10 skip, sum eru størri enn 110 brt., eru ikki við í greiningini hjá Rasmussen & Weihe, eitt nú tí, at tey ikki hava latið inn roknskap, tí talan er um kommanditfelag – ella, tí skip eru løgd. Haraftrat eru ídnaðartrolararnir, Atlantsfarið, Norð­ búgvin og Sheanne, ikki við. Annars eru flest øll fiskiskip, sum eru størri enn 110 brt. ella hava eina maskinorku, sum er størri enn 400 hk., við í greiningini. Samlaða talið av skipum, sum eru við, er: 92 (2000), 93 (2001), 88 (2002), 90 (2003) og 85 (2004). Útróðrarflotin er ikki við í greiningini. Línuskipini hava nógv tey flestu ársverkini; tey vóru 294 í tali í 2004 ímóti 306 árið fyri Mynd: Vilmund Jacobsen Ársverkini umborð á okkara fiskiskipum eru skiftandi Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli, sigur, at hóast Kósin hevur keypt seg inn í tveir partrolarar, so hevur virkið ikki tjent eina krónu upp á fiskin hjá hesum skipum. - Tað hevur verið rímiligt við fiski, men hetta gevur okkum ongan pening sum er, sigur hann Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eitt av málunum, sum vórðu havd á munni á fram­løgufundinum hjá grann­skoðarafelagnum, Rasmussen & Weihe í síðstu viku, var leveringstrygt til fiskavirkini. Alt broytist, og tað gera orðini, sum søgd verða um ymisku viðurskiftini í vinnuni, eisini. Nýggj orð verða ”uppfunnin”, og dugir tú nøkur av hesum, er líkt til, at tú ert skikkaður at halda ein fyrilestur! Á ráðstevnum av ymiskum slagi, sum verða fyriskipaðar her heima, vitja útlendingar higar, og ymisk ”nýggj” orð ganga aftur og aftur í tí, sum verður sagt. Eisini her heima á klett­un­um eru vit av álv­ ara farin at tosa um ein­ skiljingar, altjóðagerð, og nú verður eisini tosað um rávørutrygd. Áður tosaðu vit um at pri­ vatisera, vit tosaðu um at útvega okkum marknaðir og marknaðaratgongd, og vit tosaðu um tíðina, tá ið virkir og skip hingu saman. Men tíðir broytast, og tað gera umstøðurnar eisini. Kanska hava vit tosað ov nógv – og gjørt ov lítið, nú líkt er til, at vit sum samfelag standa við ”skegginum” í postkassanum og hava ilt við at fóta okkum í ”nýggja” heiminum. Alt skal privatiserast, og heimurin gerst meira og meira ein stórur marknaður, har garðar skulu brótast. Tað, sum vit hildu vera rætt í nøkur ár, er skeivt nøk­ ur ár eftir – og so gera vit júst tað øvuta av tí, vit gjørdu tey fyrru árini. Rávørutrygd Í mong ár vóru virkir og skip samantvinnað, fiskaprísir vórðu ásettir av eini nevnd, og eingin kapping var um at hava góðan fisk, tíansheldur um at geva mest fyri fiskin. Eingin dynamikkur var í vinnuni, og onkur hevði á munni, at henda skipan hevði oyðilagt eitt heilt ætt­ arlið av fiskimonnum, tí teir fingu tað sama burtur úr – líkamikið, um teir gjørdu eitt gott ella minni gott arbeiði á dekkinum og í lastini. Túrarnir vóru langir, og fiskurin í nógvum førum vána­ligur. Men alt broytist. So hvørt, sum marknaðir og møguleikar lata seg upp, og garðar verða brotnir, er torført hjá virkjunum at fáa hendur á fiskinum, sum verð­ ur veiddur undir Før­oyum. Sambært roknskapar­ grein­­ingini hjá grann­skoð­ ara­felagnum, Rasmussen & Weihe, høvdu 9 av 12 fiskavirkjum hall í 2004, og sum skilst, eru tað serliga saltfiskavirkini, sum høvdu eitt hampiligt úrslit. Nógv virkir hava spent gjald­­føri, og kappingarevnini eru størsta avbjóðingin hjá virkjunum í framtíðini. Hóast virðisøking seinastu árini, so veksa útreiðslurnar skjótari enn virðisøkingin, og ein stórur postur eru løn­ arútreiðslurnar. Teir, sum høvdu orðið á framløgufundinum hjá Ras­ mussen & Weihe, hildu, at leveringstrygd hevur ógvu­ liga stóran týdning fyri fiska­ virkini. Samstarv Bjarni Poulsen, sum hevði sjálva framløguna fyri grann­ skoðarafelagið, segði seg ikki skilja, hví fólk eru so negativ um, at virkini á ein Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli: Hevði verið lættari, um Nr. 227 - 25. november 2005 8