Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ella annan hátt skapa sær eina leveringstrygd. Men spurningurin er so, hvør skal gjalda fyri hesa trygd – um tað skal vera virk­ ini, fiskimaðurin, ella um skipast kann soleiðis fyri, at ein avtala tænir báðum pørtum. Olaf Olsen, sum hevur rik­­ið skip í mong ár, helt heldur einki forgjørt vera í at tosa um leveringstrygd, men hann helt tað kortini ikki vera neyðugt, at virkir og skip eiga hvørt annað, sum hann tók til. Hann helt, at tað saktans ber til at integrera virkir og skip, soleiðis at virkini kunnu hava eina ávísa avtalu leveringstrygd. - Tað ber til at gera av­ talur, tó at virkir og skip ikki eiga hvørt annað, men leveringstrygd kostar, legði hann dent á. Vit kunnu leggja aftrat, at tað er ikki ókent – heldur ikki í dag, at skip kenna seg meira knýtt til ávís virkir enn til onnur, hóast eingi ogn­­arviðurskifti eru, sum knýta partarnar saman. Partrolararnir, Norna­gest­ ur og Kolumbus, sum tríggir brøður í Sandoynni hava átt, hava í fleiri ár verið partur av grundarlagnum undir rá­vøruni hjá virkjunum í Sandoynni. Fyrr í ár vórðu hesi skip seld vest­ menningum, men kortini hava tey framhaldandi lagt fiskin upp í Sandoynni. Í samrøðu við Sosialin, hev­ur virkisleiðarin á Sand­ oy Seafood, Andreas F. Han­sen, sagt, at samstarvið hevur tænt báðum pørtum. Høgur dollari Á framløgufundinum vísti Ragnar Olsen, reiðari á, at samanhangur ofta er í gongd­ ini hjá virkjum og skipum. - Gongur tað væl hjá skip­ unum, gongur tað oftast eis­ ini væl hjá virkjunum. Olaf segði, at tað serliga eru fýra viðurskifti sum avgera, hvussu gongdin hjá ís­fiska­ skipunum er, nevniliga 1) fiskaprísur, 2) fiskiskapur, 3) oljuprísir og 4) rentan. Á fundinum varð eisini tos­að um, hvønn týdning dollarin hevur fyri gongdina hjá virkjum og fiskiflota. Olaf helt, at skuldi hann valt, um hann vildi havt ein høgan ella lágan dollara, so hevði hann helst valt ein høgan dollara. - Ein høgur dollari er verri fyri oljuna, men betur fyri fiskaprísin, og eg haldi, at tað seinna tænir okkum betur í løtuni. Um gongdina annars segði hann, at støddin á upsanum, sum er høvuðsfiskaslagið hjá partrolarunum, er betur, fiskiskapurin er umleið hin sami, og prísirnir eru batnaðir. Gjaldførið Ein annar spurningur, sum eisini var frammi á fram­ løgufundinum, var tann tíðin, sum gongur frá tí, at eitt virki selir lidnu vøruna av landinum, til virkið hev­ ur fingið pening frá keyp­ aranum. Hesin spurningur tók seg upp í sambandi við umrøðuna av tronga gjaldførinum hjá fiskavirkjunum og goymsl­ unum, sum stundum eru stór­ar. Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, sum eisini rek­ ur Kósavirkið, vísti á, at í nógvum førum noyðast virk­ini at bíða út við tríggjar mánaðir eftir avrokningini. - Men tá ið vit keypa fisk á Fiskamarknaði Føroya, noyð­ast vit at gjalda fyri hann beinanvegin. Hinvegin noyðast vit at bíða eftir avrokningini úr útlandinum. Tað tyngir eisini munandi um gjaldførið, legði hann aftrat. Hann vísti á, at hóast Kósin hevur keypt seg inn í tveir partrolarar, so hevur virkið ikki tjent eina krónu upp á fiskin hjá hesum skip­ um. - Tað hevur verið rímiligt við fiski, men hetta gevur okkum ongan pening sum er. Einki virki Hanus Hansen vísti á, at so væl virkar markn­aðar­ mekanisman hóast alt, at eingin línubátur hevur land­ að beinleiðis til Kósina í fleiri mánaðir. - Tað hevði verið lættast í dag ikki at havt nakað fiskavirki, tí sum er, kappast tú við allan heimin. Hann vísti í hesum sam­ bandi á, at Røkke og teir í Noregi keypa tosk til síni virkir fyri 30% minni í mið­ al fyri kilo, enn føroysku virkini gera. - So, tað er ikki lætt at reka fiskavirkisvinnu í dag, legði Hanus Hansen aftrat. m vit einki virki høvdu Olaf Olsen, sum hevur rikið skip í mong ár, helt á framløgufundinum hjá Rasmussen & Weihe, at einki forgjørt er í at tosa um leveringstrygd. – Kortini er ikki neyðugt, at virkir og skip eiga hvørt annað - og leveringstrygd kostar, legði hann aftrat Mynd: Vilmund Jacobsen - Tá ið vit keypa fisk á Fiskamarknaði Føroya, noyðast vit at gjalda fyri hann beinanvegin. Hinvegin noyðast vit at bíða eftir avrokningini fyri lidnu vøruna úr útlandinum upp í einar tríggjar mánaðir Tað tyngir munandi um gjaldførið, segði Hanus Hansen, stjóri á JFK-Troli, sum her situr høgrumegin á myndini Mynd: Vilmund Jacobsen - So væl virkar marknaðarmekanisman hóast alt, at eingin línubátur hevur landað beinleiðis til Kósina í fleiri mánaðir, segði Hanus Hansen, sum eisini er stjóri á Kósavirkinum Mynd: Vilmund Jacobsen Nr. 227 - 25. november 2005 9