Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 227 - 25. november 2005 Kappingin at fíggja bústaðir økist. Fyri stuttum kom Suðuroyar Sparikassi við einum nýggjum tilboði, DJ-lán, sum er fallið í góða jørð. Hóast hinir fíggingarstovnarnir einki søgdu tá, var væntandi, at teir komu við onkrum tilboði til sethúsaeigararnar. Nú komu so Bankin og Føroya Sparikassi kropp á kroppi við Skáaláni og real­ kreditt­láni. Vit kunnu ikki siga annað, enn at hugburðurin hjá fígging­ ar­stovnunum er nógv broyttur tey seinastu árini. Bara fyri fáum árum síðani føldu viðskiftafólk seg nærmast sum biddarar, tá tey við húgvuni í hondini skuldu inn til stjóran um ”aller nådigst” at biða um eitt lán, tí við­ komandi ætlaði at seta føtur undir egið borð. Treytirnar vóru eisini út av lagi vánaligar. Fleiri veðrættir. Í minst trimum fíggingarstovnum. Og við væl hægri rentu enn neyðugt. Skuldi onkur skái ella onkur sersømd fáast, so skuldi viðkomandi vigast og kannast. Ofta skuldu foreldur ella onnur veita trygd. Men mangur fór avstað aftur uttan at fáa ta tænastu, viðkomandi ynskti at fáa. Í grundini var tað ólukksáliga býtt. Tí til eina og hvørja tíð er tann, sum lænir og rindar rentu, sum er fyritreytin fyri øllum fíggingarvirksemi. Tað er lænarin, sum er grundarlagið undir fíggjarheiminum, men hann var tann veiki, tann eyðmýkti, men nú tað er so stór kapping um lænarar og lán, er tað lænarin, sum er tann sterki og nærmast kann seta treytirnar. Langt um leingi ásannaðu fíggingarstovnarnir sína vitjan­ ar­tíð. Teir eru blivnir meira tænastuminded. Onki er at ivast í, at kappingin um viðskiftafólkini ger, at rentan verður á einum lágum stigi, og lánshættirnir nógvir. Bara spell, at Húsalánsgrunnurin ikki hevur fingið betri heimildir frá landsstýrinum. Tað er einki at ivast í, at hann í stóran mun hevur verið medvirkandi til, at rentustigið er so lágt sum tað er. Somuleiðis ásannaði hann fyri mongum árum síðani, at best var um afturgjaldingartíðin var longi, so tær hart­ kroystu barnafamiljurnar høvdu tað eitt sindur lættari tey fyrstu árini, tá tey eisini skuldu byggja sær hús o.s.fr. Hetta ásnnar m.a. Sparikassin nú við tíðindaskrivi hós­ morgunin. Fólk skulu hava tað lættari. Ikki minst tey fyrstu árini, tá børnini koma og vaksa til. Fólk liva longri. Hava støðugari inntøku. Hetta eru nakarar av grundgevingunum og fólk hava tí ikki fyri neyðini at gjalda lánini niður eftir nøkrum fáum árum, sum annars hevur verið vanligt. Vit skulu ikki siga góðan morgun øksaskaft, men ynska bæði skáalánum og nýggju relakrdittlánunum væl­komnum við vón um, at tað verður lættari hjá set­ húsa­eigarum. Eisini lættari og betri hjá familjum í bygd­um, har inntøkan ikki er støðug og so høg sum í stórplássunum, tí tað eru ofta tey, fiskafólkið, sum virkar útflutningsvøruna, grundarlagið undir búskapinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Økt kapping - gagnar sethúsaeigarunum VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Helgi Abrahamsen Skulu vit flenna, ella skulu vit gráta, tá vit hugsa um tað sum er hent á pen­sjóns­ økinum? Seinasta mikudag viðgjørdi løg­tingið eitt uppskot um arbeiðs­markn­aðar­efti­rlønar­ grunnin. Uppskotið er liður í ætlanunum hjá samgonguni um at endurnýggja pen­sjóns­ skipanina í Føroyum, og ikki var sørt, at tingmenn kapp­ aðust um at geva sær sjálvum og egnum flokki æruna fyri øll framstig, sum eru hend á pensjónsøkinum tey seinastu nógvu árini. Helmsdal valdi at flenna Undir viðgerðini gjørdi Finn­ ur Helmsdal úr Tjóð­veld­ isflokkinum gjøldur burtur úr einum uppskoti sum Ed­mund Joen­sen, vegna Sam­­bands­flokkin, legði fyri ting­ið í august 2001. Ed­mund Joen­sen skeyt tá upp at játta 400 mió. krónur til Samhaldsfasta í 2001 og aftur 400 mió. krónur í 2002, og hetta helt Finnur Helmsdal vera sera stuttligt. Men tað sum Finnur gloymdi at siga (og sum er ein týð­andi part­ur av mál­­­ in­­um), er, at upp­skot­ið hjá Sam­­bands­­flokk­in­um varð lagt fram í au­gust 2001, með­ an tá­ver­andi sam­gongu­flokk­ ar ar­beiddu við at skerja ríkisveitingina. Upp­skot­ið var ein roynd at steðga ætl­an­ ini hjá samgonguflokkunum. Upp­skots­stillarin hevði eina lítla vón um, at onkur sam­ gongutingmaður møguliga fór at vakna, tá hann sá, at pengarnir vóru betur farnir sum ein eyka stuðul til tey gomlu, heldur enn at tveita teir út av vindeyganum. Men vit mugu tíverri ásanna, at táverandi meiriluti á Føroya Løgtingi helt tað tæna land­ inum betur, at pengarnir vórðu tveittir burtur, heldur enn at lata tey gomlu fáa teir. Hetta er tann kaldi veru­ leikin, og tí kennist tað løgið, at somu politikarar og teirra partamenn nú eru so harmir um, at bæði landskassin og tey gomlu mangla pengar. H vat annað høvdu teir vænt­ að? Ì viðmerkingunum til upp­ skot Sambandsfloksins frá 2001 stóð: »Hetta uppskotið er sett fram sum eitt al­terna­ tiv til uppskotið frá sam­gong­ uni um at minka og taka burt­ur blokkstuðulin«. Hesa detaljuna eigur Finn­ur Helms­ dal ikki at gloyma, næstu ferð hann stuttleikar sær við at vísa til uppskotið. Syrgiligur stuttleiki Sjálvsagt eru tvær ferðir 400 mió. kórnur nógvir pengar at geva teimum gomlu. Men um vit samanbera hetta við tað, sum fullveldissamgongan valdi at tveita burtur, so er í tí førinum talan um dupult so nógvar pengar (higartil) og í tí førinum fingu hvørki ung ella gomul nakað fyri pengarnar. So meðan onkur held­ur søg­ una um tær 800 milliónirnar, sum pensjónistarnir ikki fingu, vera stuttliga, so haldi eg hina søguna um ta dupultu upphæddina, sum fór út av vindeyganum, vera syrgiliga. Samhaldsfastur stuttleiki Hildibjørt Gulklett 1. november er friðaður teirra sjólátnu til minnis. Teir spurdu so tráliga í Út­varpi Føroya, hví teir sigldu undir krígnum? - ein ikki sera gløggur spurn­ing­ ur! Tað vóru ringar tíðir, og lítið og einki at forvinna. Teir sum sigldu, vistu fullvæl, at tað var eingin stuttleikaferð, teir fóru. Fyri at markera 60 ára krígs­lok, kundi Sjónvarp Før­ oya til minnis havt samrøður við teir, sum sigldu - tað er hóast alt onkur, sum hórar undan enn. Teir hava eina ørgrynnu av vitan at oysa av, so tað uppvaksandi ættar­ liðið, sum nú er, kundi fingið ein hóma av at ímynda sær, hvussu trupult alt var. Men so eiðasørt, at Sjónvarp Før­ oya læt við seg koma - tað kennist sera hugstoytt! At enda vil eg siga stóra tøkk til FF fyri teirra fjøl­ táttaða lesnað, tað fløvar! Til minnis um minningarhaldið - sum ongantíð var