Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 25. november 2005 11 Tíðindaskriv frá Føroya Kommunufelag Rósa Samuelsen, formaður Føroya Kommunufelag átalar at Innlendis­ mála­ráð­ið við stuðli frá ávísum fjølmiðlum er farið í herna mótvegis ávísum kommunum og kommunustøddum. Í farnu viku kom fram at tríggjar kommunur í Norð­ oyggjum høvdu ætlanir um at samstarva við Sunda og Eiðis kommunu á barna­verndar­ økinum. Tað er ikki eiti á at henda sam­starvsroynd, gjørd í sátt og semju ímillum fimm kommunustýri, fekk ilt í Landsstýrismenn, komm­unupolitikarar og fjøl­ miðlafólk. Tað var ikki ætlanin hjá Før­oya Kommunufelag at leggja seg út í kjakið um hvussu kommunurnar skuldu skipa seg, hetta var jú álagt teimum at finna fram til sjálvar. Men ásetingin um at kommunurnar sjálvbodnar skuldi finna samstørv tykist nú bert at hava verið eitt skálkaskjól, fyri endaliga at avtaka kommunala sjálv­ ræðið. Barnaverndarlógin Barnaverndarlógin ásetur at kommunur skulu finna saman í samstørv við einum fólkagrundarlagi ið telur í minsta lagi 1.500 íbúgvar. Við øðrum orðum hava allar kommunur, uttan Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Sunda og Fuglafjarðar komm­una, fyri neyðini at finna í samstarv við aðrar kommunur fyri at røkka ásetta fólkagrundarlagnum uppá 1.500 íbúgvar. Smærru kommunurnar í Norðoyggjum gjørdu av at sláa seg sam­an, at kanna møgu­leik­arnar fyri sam­­­starvi við aðrar komm­un­ur. Fyri tryggja sær at komm­unur­ nar høvdu veru­ligar valmøgu­ leikar, vendu kommunurnar sær til Almanna- og Heilsu­ málaráðið við fyrispurningi um hvønn týdning ásetingin um, at kommunur skuldu verða landafrøðiliga sam­ an­hang­andi, hevði. Svar­ið frá Almanna og Heilsu­mála­ ráðnum var greitt. Tá ið tunnil kom undir Leirvíksfjørð, var Eysturoyggin og Norð­ oyggjar at rokna sum landa­ frøðiliga samanhangandi. Bæði Klaksvíkin og hin­ ar kommunurnar í Norð­ oyggjum hava síðani kanna møguleikarnar fyri samstarvi yvir um Leirvíksfjørð. Aftaná at hava kanna møgu­leikarnar sum stóðu teim­um í boði - sam­starv við Klaksvíkina, sam­starv við Fuglafjørð og Leir­vík, Runavík og hinar komm­ unurnar í Eysturoynni og samstarvið Sunda og Eiðis kommuna - so hava tríggjar kommunur í Norðoyggjum avgjørt at arbeiða víðari við samstarvinum við Sunda og Eiðis Kommunu. Kommunurnar hava í hes­um førum eis­ini sent Al­manna og Heilsu­mála­ráð­ num ítøkiligan fyrispurning um hetta samstarvið, og hava fingið at vita at hetta samstarvið eisini verður góðtikið. Sambært § 4 stk. 1 í barna­verndarlógini er tað Landsstýrismaðurin í Al­manna og Heilsumálum sum skal góðkenna Kommu­ nala samstarvið. Innlendismálaráðið Men at tríggjar kommunur í Norðoyggjum umhugsaðu annað samstarv enn Klaks­ vík­ini, fekk ilt í Lands­stýris­ mannin kommunumálum. Hann hevði brádliga saman við Landsstýrismanninum í almanna og heilsumálum evsta vald á økinum, og hetta hóskaði als ikki inn í eina størri ætlan viðvíkjandi kommunusamanleggingum sum Jógvan við Keldu hevur. ( Sí viðtalu í dimmalætting 16. november) Eftir øllum at døma ein fjald dagsskrá sum felagið ongan kunnleika hev­ ur til. Um so er at Innlendis­ mála­ráðið arbeiðir við eini ætlan um leggja komm­ un­urnar saman í størri kommu­nalar eindir, so er at handla samsvarandi, og ikki brúka ásetingar í eini barna­ verndarlóg sum jarnbrot til røkka málinum. Skal hinvegin verða nakað høpi í at tosa um sjálvboðið samstarv ímillum kommunur, so ber ikki til at áseta landa­­frøðiligu rammurnar fyri samstarvinum framm­ an­undan. Tað svarar til fólka­­ræðið handan gamla jarntjaldið, har øll høvdu val­rætt, men bert ein val­ møguleika. Innlendismálaráðið enn einaferð Samstundis sær út til at Innlendismálaráðið rættu­ liga er farið í herna ímóti smærri kommununum. Einki skil er í roknskapinum í smærru kommununum, sigur embætismaður í inn­lendismálaráðnum ( Dimmalætting 7 november). Arbeiðsbólkur er settur at gera felags roknskaparreglur, og hesin verður liðugur 1 mars 2006 (Dimmalætting 8 november). Kommunurnar hava bíða eftir hesum felags rokn­ skaparleisti í fleiri ár, men arbeiðið var ikki komið langt ávegis tá seinasti fundur var í mars mánaði í ár, og síðani er einki hent. Tað er landsmynduleikin ið liggur omaná hesum málið og ikki kommunurnar. Ta sær út til kommunu­ støddin fær skylduna fyri líkt og ólíkt í hesum døg­ um. Bara eindirnar vera størri, til dømis eindir sum Leirvík Fuglafjørður, Klaksvík og restin av norð­ oyggjum ( Citat Jógvan við Keldu Dimmalætting 10 november), so kunnu trupul­ leikar viðvíkjandi felags roknskapar reglum og aðrir trupulleikar við, loysast at kalla beinanvegin. At Innlendismála­ráð­ harrin droymur um eina stór­kommunu sum fevnir um Norðoyggjar og eystara part av Eysturoynni er kunn­ ugt fyri teim flestu, men at taka sjálvræðið frá ávísum kommunum fyri røkka hes­ um málið kann ikki góð­ takast. Viðvíkjandi óskili í rokn­ skapi so er eftir okkara tykki eingin beinleiðis sam­ anhangur ímillum stødd og óskil. Ávíst óskil er hjá nøkrum smáum eins og hjá stórum kommunum. Men ábyrgdina av at gera felags roknskapar reglur liggur hjá landinum. At enda At Dimma ákærur Komm­ unupolitikarar bert at hugsa pengar og ikki um manna­lagnur ( Leiðarin 16. november), sigur væl meira um greinskrivaran enn um kommunurnar. Komm­un­ urnar hava gjørt eitt megn­ ararbeiði fyri at gerast klárar at yvirtaka barna­verndarøkið 1. januar 2006. At onkrir trupul­leikar hava stungið seg upp, var ikki meira enn væntandi. Men trupulleikar eru til fyri at loysa, og tað eru teir vónandi eisini 1 januar 2006. Opin átala til Innlendismálaráðið Sv. Aage Ellefsen Væl av grenji hevur ver­ið at hoyra í samband við at vegskatturin skal hækk­ast. Tað er væl skiljandi, tí øll hava nokk av dagligum útreiðslum. Fyri okkum í Vágunum er vegskattarokningin til landskassin ikki hon, sum stressar og tyngir mest. Tað gera hinvegin, tey ógrundaðu høgu veg­ skatta­­gjøld­ini, vit rinda til fæsta sambandi um Vest­ mannasund. Tí meðan onn­ur í Føroyum sleppa við at gjalda úr kr. 3000 til landskassan, so skulu tey, sum koyra dag­liga um sundið, og sum sleppa bíligast í Vágunum í minsta lagi gjalda kr. 12.000 til tunnilin umframt kr. 3.000 til landskassan ella tilsamans kr. 15.000 árliga! Tað er vælkent og væl­ prógv­að, at leiðslan fyri P/f Vágatunnilin als onga føling hevur havt og ei heldur hevur, fyri hvussu hendan íløgan skal tæna teimum, hon varð ætlað til, sum frægast. Monopol­menn, sum teir allir eru, hava teir sjálvsagt ilt at fáa eyga á kundanna tørv, men virka tvørturímóti í teirra dagligu sannføring, at tað eru viðskiftafólkini, sum skulu tillaga seg og ikki tænastan, ið veitt verður. Harragud við­skifta­fólk­ ini hava jú einki val, so tey skulu bara halda munn! Ferðslan til Vestmanna og Vágar Tað er landsstýrið/løgtingið, ið eiga partafelagið Vága­ tunnilin, og sostatt eru tað landspolitikkararnir, ið hava hægstu ábyrgdina av tunnilsfyrisitingini. Ì sambandi við ein fyri­ spurning á løgtingi herfyri kom fram, at ferðslan mill­ um meginøkið og Vest­manna og meginøkið og Vágar er á sama støði - nevniliga einir 1000 til 1100 bilar dagliga. Ì Vágunum búgva uml. 2,5 ferðir so nógv fólk sum í Vestmanna. Harafturat hava vit flogvøllin í Vágunum, og um hann ferðast sum kunnugt eini 500 fólk dag­liga, so við atliti til virksemi í Vágunum, átti dag­liga ferðslan millum Vágar og meginøkið nattúr­ liga at ligið omanfyri 3000 akfør. Tað hevur við øðr­um orð­ um eydnast tunnils­leiðsluni við sínum príspolitikki, at halda ferðslutíttleikan niðri á einum triðingi av sjálvsagda støðinum. Og sagt við øðrum orðum, fáa vit - orsakað av tunnils­leiðsluni - einans ein triðing av tí ágóðanum til høldar, sum vit áttu at fingið burtur úr tunnilsíløguni! Tað er harmiligt at lands­ politikkararnir, hóast teir ferð eftir ferð eru gjørdir varugur við viðurskiftini, ikki lata við seg koma! Verður Annfinn Kalls­ berg bjarganin? Nógv av okkum hava trúð og vóna, at viðurskiftini mundu fáa eina broyting, so skjótt Norðoyartunnilin varð liðugur. Tíansbetur tykist nú, at soleiðis verður. Fyri kortum boðaði Ann­ finn Kallsberg frá, at hann fór at virka fyri, at veg­skatturin til lands­kassan skuldi brúkast at aftur­rinda og reka m.a. undir­sjóvartunnlarnar, og at nýtslugjøldini soleiðis skulu falla burtur. Hettar eru góð og rímilig tíðindi. Sjálvsagt skulu all­ir føroyingar - í hvussu so er øll í meginøkinum - rinda tað nú nógv víðkaða veganeti. Tað er jú einsvæl koyrandi úr Eysturoy og Streymoy til Norðoyggjar og Vágar, sum tað er koyr­andi hinvegin! Men, eitt er, hvat Annfinn Kallsberg vil virka fyri, og annað er, hvat er møguligt - nú landskassin orsakað av teirri burturvið stóru al­mennu útreiðsluøkingini sein­astu valskeiðini, er í fíggj­arligari trongstøðu! Tí skal mín áheitan vera, at eigararnir av Vágatunnl­inum - t.e. løgting og lands­stýri - beinanvegin áleggja leiðsluni fyri tunn­ils­felagnum, at seta niður øll nýtslugjøldini - í hvussu so er - niður í helvt! Hvørt hetta verður gjørt í sambandi við broytingina í lóg um vektgjøld ella annað uppskot, er eins feitt fyri okk­um! Og hvørt hetta hevur við sær lægri ella hægri inn­ tøkur hjá felagnum, kann bert tíðin vísa. Helst fer ferðslulopið, sum kemur ors­akað av lægra gjaldinum, at føra við sær munandi inn­ tøkuhækkingar. Men eitt er givið, og tað er, at lækkingin als ikki fær stórvegis skaðiligt árin á felagsraksturin. Heldur tvørt­ urímóti! Tí hvørjum líkist tað, at krevja inn 30 mió kr. árliga, fyri at reka 4,7 km av nýggj­ um koyrivegi, tá rentur og avdráttir kosta nið­an fyri 15 mió. Hetta rýkur av mono­pol­ hugsjón, so tað stendur eftir, so her má beinanvegin tak­ast annað skinn um bak! Tunnilsgjøld og vegskattur spenna úr kr. 3000 til kr. 15.000 fyri somu bilar Finnleif Guttesen Tvøroyri Fólkafloks tingmenn siga nú, at teir halda tað ikki vera rætt, at lóggeva fyri ella ímóti einstøkum bólkum í Føroyum. Hetta má eitast at verða stórar nýggheitir, tí so leingi eg havi fylgt við í politikki, so hava fólkafloks tingmenn bert hugsa um eitt og tað er at lóggeva fyri seg sjálvan og síni. Formaðurin í tingbólkinum vil ikki stuðla avgjalds hækk­ ing av tubbaki tí tað rakar bert ein bólk, roykjarar. Gud viti um maðurin sjálvur er roykjari? Allir fólkafloks ting­menn­ inir (uttan ein) vilja ikki stuðla uppskotinum um, ikki at gera mun á fólki vegna sexuellu sannføring. At vit skriva ár 2005 er líka­ mikið, nú skulu orð, ið eru skriva fyri fleiri túsund árum síðani, misbrúkast og hevjast yvir allar lógir. Hava fólkafloks tingmenn gloymt, at tað eisini er skriva fyri fleiri túsund árum síðani, at um maður neyðtekur kvinnu, so skal hann gjalda bót til pápan og gifta seg við kvinnuni? Fólkafloks formaðurin er ímóti hækk­ingini av vekt­ gjald­inu­m á bilar og er tað kanska tí bil­eigarar er ein serstakur bólkur í Før­oy­um, líkasum roykjarar og sam­ kynd. Ella er tað tí teir koyra í dieselbilum? Annars kunnu fólkafloks tingmenn lætt verja seg sjálvan og síni, við at hækka koyrifrádráttin. Hálaðir eftir hárinum Eitt kann mann ikki taka frá Fólkaflokkinum og tað er, at teir dugdu væl at hála Tjóðveldis- og smáu flokkarnar eftir hárinum í fyrrverandi samgongu og teir hava ikki mist taki í hesari samgonguni, tí teir hála so listuliga bæði Sambands- og Javnaðarflokkin eftir hári­num. Man Fólkaflokkurin hava broytt hugburð?