Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 227 - 25. november 2005 Annika Olsen Fríggjadagin í farnu viku stillaði eg lands­stýris­mann­­ inum í mentamálum, Jógv­an á Lakjuni ein skriv­­ligan fyri­spurning um før­oyska lut­tøku í Bo­logne til­­gongdini, ið er eitt heiti fyri eitt samstarv ímillum 45 lond í Evropa innan hægri útbúgvingar. Spurningarnar vóru hesir: Hví eru Føroyar ikki við í Bologne avtaluni? Eru ítøkiligar ætlanir um, at Føroyar skulu innganga samstarv í Bologne avtal­ una? Kann landsstýrismaðurin útgreina hvørjar útbúgvingar eru góðkendar í altjóða høpi, og hvørjar útbúgvingar, ið ikki eru góðkendar ( sambært Bologne avtaluna)? Hvat ætlar landsstýris­mað­ urin at gera fyri, at allar hægri útbúgvingar í Føroyum fáa altjóða góðkenning? Ùtbúgving er ein av horna­steinunum undir ein­ um vælferðarsamfelag. Í visión 2015 verður útbúgv­ ingarpolitikkurin sostatt høgt raðfestur sum ein part­ur av, at Føroyar skulu gerast millum fremstu tjóðir í 2015. I Sorbonne 1998 bleiv av­tala gjørd millum ráðharrar í skúlamálum úr Fraklandi, Onglandi, Týsklandi og Italiu um eitt felags stev innan hægri útbúgvingar í Evropa. Eitt ár seinni hittast ráðharrar aftur í Bologne fyri at útbyggja hetta samstarv. Hetta samstarvið hevur síð­ an fingið heitið Bologne avtalan. Grundarlagið í hesari av­taluni er millum annað: Ein harmonisering av útbúgv­ ingunum Eitt felags bachelor og mast­ er støði Eitt felags pointssystem (ECTS-skipanin) Gera tað lættari fyri næm­ ing­ar og lærarar at lesa og undirvísa á øðrum hægri stovn­um í Evropa (lestrar- og starvsmobilitetur) Útbúgvingarnar skulu vera lættari at samanlíkna Fremja Evropæiskt samstarv innan dygdarmennig Staðfesta ábyrgdina hjá við­ komandi stovnum Eftirmeting av útbúgv­ing­ar­ stovnum - bæði innanhýsis og uttanhýsis (akkreditering) Samstarv um felags manna­ gond innan útbúgv­ingar­­skip­ anir Síðan Frakland, Ongland, Týsk­land og Italia gjørdu hesa avtalu í 1998, eru fleiri evro­peisk lond koman avtrat, harímillum Norra, Ísland og Dan­mark. Heili 45 lond hava í dag inngingið samstarv. Tað kann tykjast løgið, at Føroyar ikki eru partar av avtaluni, meðan fleiri smá­ tjóðir sum eitt nú Luxem­ bourg og Liechten­stein, eins og Norra og Ísland, hava inngingið samstarv. Har­afturat eru eisini fleiri lond, sum ikki eru limir í ES, partar av Bologne avtaluni. At Føroyar ikki eru partar av Bologne avtaluni kann tykj­ast sera undranarvert, eftir­sum landsstýrið hevur sett sær sum mál at gerast millum førandi tjóðir í heim­ in­um í 2015, har útbúging­ arpolitikkurin skal bera ein stóran part. Tað er neyðugt, at Føroyar gerast limir í einari tílíkari avtalu sum Bologne avtalan, um føroyskar útbúgvingar skulu góðkennast í altjóða høpi. Tað er av stórum týdn­ ingi, at aðrir hægri stovnar í Evropa kenna til føroysku útbúgvingarnar, sostatt at føroysk lesandi frítt kunnu flyta frá einum hægri stovni til annan í Evropa utt­an at missa tey fak, tey longu hava tikið á eitt nú Fróðskaparsetrinum. Hetta gevur ein størri fleksibilitet og mobilitet bæði hjá næm­ ingum og stovnum. Mangan eru føroysk les­ andi komin í eina tvístøði, tá ið tey skulu flyta frá eitt nú Fróðskaparsetrinum og Sjómansskúlanum til ein annan hægri lærustovn í Evropa. Tvístøðan stendst av, at útbúgving teirra ikki er altjóða góðkend, og hava tey lesandi tískil ofta verið noydd at taka partar av út­búgvingini umaftur og í ring­asta føri byrja heilt av nýggjum. Ein annar trupulleiki er, at ikki allar føroysku víðari­ gangandi útbúgvingar hava góðkent bachelor støði. Hetta ger seg millum annað galdandi á Sjómans- og Maskin­meistaraskúlanum. Her ber ikki til hjá teimum lesandi at taka eina bachelor útbúgving og síðani taka eina kanditatútbúgving utt­an­landa, tí at útbúgv­ing­ in á Sjómans- og Maskin­ meistaraskúlanum ikki er altjóða góðkend. Hetta kann fáa álvarsligar avleið­ingar fyri Sjómans-og Maskin­ meistaraskúlan. Vandi kann vera, at næmingar tá heldur vilja taka sjómans- og maskin­meistara­útbúgv­ ingina uttanlanda, so teir fáa eina útbúgving við altjóða góðkenning. Sjálvt um Føroyar ikki eru limir í ES, so ber tað væl til at fáa eina smidliga útbúgvingarskipan við Bo­logne avtaluni, soleiðis at hægri útbúgvingar í Før­ oy­um og føroysk lesandi fáa altjóða gókenning og viður­ kenning. Hægri útbúgvingar í Føroyum lúka ikki altjóða krøv Javnaðarflokkurin má loysa seg úr haftin­um í borgarligu sam­bands­ gonguni. Landsstýrið legg­ur landið lamið fyri eina promillu í løn­ar­ samráðingum. Men sam­ stundis hava sam­gongu­ flokkarnir við sínum fíggjar- og skattapolitikki bundið seg til at hækka reallønina hjá teimum vælbjargaðu við 17%, og koyra tey lægstløntu niður í realløn. Høgni Hoydal Neyvan var tað av tilvild, at formaður javnaðarfloksins avblásti stættastríðið á lands­­fundi floksins. Tí Jó­annes Eidesgaard hevur sum løgmaður bundið seg til at reka ein politikk, sum longu hevur og – ikki minst – fer at økja munandi um stættarmunin í Føroyum. Hetta harmist eg almikið um. Tí javnaðarflokkurin hev­ur saman við andstøðuni greiðan meiriluta á tingi fyri at reka ein samhaldsfastan politikk. Andstøðuflokkarnir hava lagt fleiri uppskot fram, ið høvdu verið gylt høvi hjá javnaðarflokkinum at hildið kós. Men í sonevndu “real­ politisku” og “pragmatisku” kabaluni, sum løgmaður hev­ur svorið seg til, sit­ur Fólkaflokkurin við øll­um trumf­um og stikk­­um, með­­­an javn­aðar­flokk­ur­in mest slepp­ ur at prýða and­litsmyndirnar á myndabløðunum, sum verða brúkt í politiska poker­ spælinum. Fleiri bjargingarlínur er kastaðar Má viðganga, at eg skilji ikki hví. Sjálvandi hevur tað týdning fyri javnaðarflokkin at vera í samgongu og hava løgmanssessin. Men um løgmaður vildi brúkt andstøðuna í meira jalig­ um politikki, so hevði hann kunnað ført ein poli­tikk og eisini hildið ring­astu upp­skot­ unum og ring­asta trýstinum frá Fólkaflokkinum aftur . Tjóðveldisflokkurin hevur tildømis í sínum alternativa fíggjarlógaruppskoti skotið upp: - at strika skattalættan, - at leggja loft á rentu­stuð­ ulin fyri tey, ið byggja fyri meira enn eina millión, - at veita einligum for­syrgj­ arum dupultan barna­frá­ drátt - at hækka fólkapensiónina fyri fátækar pensjónistar og minka hana fyri tey, ið hava omanfyri 25.000 kr. um mánaðin í aðrari pensjón. Harafturat er meiriluti fyri at fáa skil á spekulasjónini í fiskiloyum. At gera ein veruligan pensjónsreform til frama fyri tey, ið hava minst. At stovna Búskapargrunn. Og at fáa ein framrættaðan vinnupolitikk. Men hetta verður alt blo­ kerað av Fólkaflokkinum. Onkusvegna tykist løg­mað­ ur ræddur fyri, at Fólka­ flokkurin skal rýma. Men er Fólkaflokkurin ikki rættiliga einsamallur við sínum ráa politikki fyri teir sterkastu áhugabólkarnar? Er nakað at ræðast? Og hví fer løg­ maður so langt, at hann ger ein asosialan politikk hjá Fólkaflokkinum til sín egna og verjir hann alment? Eg fari at mæla løgmanni til, at taka bæði atfiningar og tey mongu, konstruktivu uppskotini hjá andstøðuni í álvara - og nýta hetta til at finna eina kós. Ongin stætt hevur framíhjárætt... Tjóðveldisflokkurin hevur ein greiðan setning í síni stevnu frá 1948, sum er grund­bulurin vit royna at stýra eftir hugsjónarliga og í praktiskum politikki. Har verður sligið fast, at Før­oyar skulu verða eitt fólkaræði har “ikki eigur nakar ein­stak­­ling­ur ella nøk­ ur serstøk stætt framíhjárætt til vald landsins og ognir. Føroyingar allir eiga somu samfelagsrættindi og hava somu samfelagsskyldur.” Henda samgonga hevur higartil selt burturav okkara fólkaræði og tjóðarrættindum til Danmarkar og hevur tømt landskassan. Men hon er eisini í ferð við at máa støðið undan møguleikunum hjá okkum at klára okkum sum eitt sjálvstøðugt, sam­ haldsfast samfelag. Frá teimum fátæku til tey ríkaru Meðan útjaðarin verður lagd­ ur lamin í ein viku orsak­að av 0,1% í sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, so fáa tey vælbjargaðu metstóra lønarhækking í gávu frá lands­stýrinum. Uttan at hava samráðst og uttan at hava biðið um tað. Meðan tey lægstløntu – uttan nakrar samráðingar – rúka langt nið­ ur í realløn. Meðan stríðst verður um promillur við sam­ráð­ ing­ar­borðið, fer ein grov umfordeiling fram, har tikið verður frá tí fátæka og givið tí ríka gjøgnum lóggávu í tinginum. Avtalaði skattalættin hjá samgonguni, sum vit vónaðu javnaðarflokkurin fór at steðga, er júst vorðin konfirmeraður. Undirskjalið um skattalættan skal haldast, sigur Fíggjarmálaráðið í tíðindaskrivi. Og tá alt er framt í 2008, so fer ein inntøka uppá 600.000 um árið at fáa um 43.000,- krón­ ur beinleiðis niður í lumm­ an. Skuldi tað verðið tjent inn í nettoløn, so hevði tað svarað til eina lønar­hækk­ ing uppá 100.000 kr. – ella 17%. Burturav av hes­um 43.000 krónunum, hava tey vælbjargaðu so væl ráð at gjalda einar 3000- 4000 krónur um árið til samhaldsfasta, barsils­skip­ an­ina, í hækkaðum komm­ unuskatti og í veggjaldi. Tey fara framvegis at hava knappar 40.000 krónur í yvirskoti, tá skattalættin er framdur. Men fyri ein av lægstu bólkunum sum tey tímaløntu í verka­mannafeløgunum ella tey lægstløntu hjá Starvs­ mannafelagnum, verður tal­an um undirskot og real­ lønarlækking. Ein ársinntøka uppá 170.000 (og tað er høgt sett, tá vit hugsa um støðuna eitt nú í Sandoynni og Suð­ uroynni) fer at fáa 1.700 kr. um árið í skattalætta frá samgonguni. Men av hes­ um skulu tey gjalda meira til samhaldsfasta, til barsil­ sskipanini, í øktum komm­ unuskatti og í øktum veg­ gjaldi. Tær 1.700 krónurnar røkka ikki til at gjalda tey nýggju gjøldini hjá sam­ gonguni. Sig so her búgva javnaðar­ fólk í Føroyum... Tær kommunurnar, ið eru ringast fyri, noyðast at hækka skattin til tess at fíggja barnavernd o.a. Eftir­ sum kommunuskatturin er pro­porsjónalur, með­an lands­ skatturin er pro­gressivur, so fáa tær breiðstu herðarnar aftur her ein fyrimun, meðan tær smalru herðarnar skulu bera meira. Tey lægstløntu fáa sostatt eina reallønarlækking, með­ an tey vælbjargaðu fáa uml. 40.000 kr. um árið beint í lumman. Sig so her búgva javnaðar­ fólk í Føroyum! Øktur stættarmunur afturfyri samhaldsfasta Tað er mær ein stór gáta, at fakfelagsleiðarar ikki gera vart við henda ójavnað. Ístað­in tosar formaðurin í Før­oya Ar­beið­ara­felag um eitt hækkað avgjald í sam­ haldsfasta, sum ongantíð kem­ur at fremja nakran javn­ að í Føroyum, men bert fer at gera stættarmunin størri á ellisárum. Um ein vælbjargaður – sum aloftast frammanundan hevur ein góða pensiónsskipan á arbeiðsmarknaðinum – vel­ ur at brúka tær 40.000 krón­ urnar, ið hann fær til gávus frá samgonguni, til eina privata pensjónsuppsaring, hvar stendur so ein tíma­ lønt arbeiðskvinna móti hon­um? Harfturat fær tann vælbjargaði omaná alt eina líka stóra upphædd úr Samhaldsfasta, sum flaka­ kvinnan. Vit í Tjóðveldisflokkinum hava eina skyldu til – sam­ an við Miðflokkinum, Sjálv­ stýrisflokkinum og helst pørtum av sambands­flokk­ inum – at royna at fáa Javn­ aðarflokkin aftur at virka fyri samhaldsføstum politikki. Hóast Javnaðarflokkurin ikki sigur seg vilja loysa frá Danmark, so er mín áheitan, at hann loysir seg úr haftinum hjá borgarligu sambandssamgonguni. VIÐMERKINGAR Vel loysingina, Jóannes!