Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 25. november 2005 13 SJÓNARMIÐ Jógvan Sundstein T ær almennu Føroyar eru í teirri støðu, at tær eiga ella ráða yvir rætti­liga stórum parti av føroyskum vinnulívi og/ella kapitalfyritøkum. Orsøkirnar eru ymiskar til hví so er. Í summum førum eru tær nátúrligar, so­leið­is at skilja, at tað almenna, Lands­stýrið ella Løgtingið, var ein nátúrligur ígongdsetari av viðkomandi virksemi. Dømi um hetta eru Før­oya Lívs­trygging og Telefon­ verk Føroya Løgtings. Í øðrum førum hevur Landskassin meira ella minni verið noyddur at koma uppí undir ymiskum umstøðum. Her snýr tað seg til dømis um Føroya Banka, Fiskavirking, Atlantic Airways. Eigarviðurskiftini fyri tey almennu feløg­ ini eru ikki eins og kanska eitt sindur fløkt. Landskassin eigur bein­ leiðis partapeningin í Før­oya Tele og Atlantsflog, Fígg­ing­ar­grunnurin eig­ur Føroya Banka og Framtaksgrunnurin eigur Fiskavirking, meðan Før­ oya­grunnurin átti J.F.K. virkini. Tað er væl skiljandi, at tey virki, sum ikki vóru partafeløg eru umskipað til slík, so týðuliga sæst, at tey fáast við vinnuligt virksemi. Sum slík eru tey eisini undirgivin van­liga vinnulóggávu og kappingarviðurskifti. Men seinru árini hevur nógv verið umrøtt at fáa hesi feløg einskilt ella privatiserað. Tað vil siga, at eigarin av parta­ peninginum ikki skuldi vera tað almenna, men aðrir meira ella minni privatir íleggjarar. Or­søk­ irnar til hetta kunnu vera fleiri, eitt nú: 1. Tað er ikki uppgávan hjá politiska valdinum at reka vinnuligt virk­ semi 2. Almennur kapitalur eigur ikki at vera bundin í vinnuvirkir, men gera aðra samfelagsliga nyttu 3. Menningin av vinnu­ lívinum verður best framd í fríari kapping innan karmarnar av privatu og globaliseraðu kapitalskipanini. Tað kann vera nógv, sum talar fyri hesum, og í fleiri førum er tað skilagott at einskilja út frá hesum sjónar­miðum. Til dømis var tað, so vítt eg dugi at meta, skilagott av Føroyagrunninum at selja meirilutan í J.F.K. feløg­unum til áhugaðar og lokalar partaeigarar. Í teim førum tá grunnar eiga slíkan partapening er tað eisini ein partur av teirra virksemi at selja, tá tilboðini eru har. Tað sama skuldi veri galdandi fyri Framtaksgrunnin, hvørs endamál er at seta kapital í virksemi, sum skal seljast, so skjótt høvi býðst. Tí virkar tað eitt sindur ørkymlandi, at Fiskavirking og Fiskasølan ikki vórðu seld, tá góð tilboð lógu á borðinum fyri einum ári síðani. Sum skilst eru boðini ikki so høg nú. Tá ið talan er um keyp og sølu av partabrøvum eru altíð tveir partar inni í myndini. Seljarin kann ikki bara gera seg upp og siga, at nú eri eg klárur at selja, komi nú keyparar. Tað er vanliga keyparaáhugin, sum er mest avgerandi fyri um handil fæst í lag. Einskiljingin av Atlantsflog Tað var annars nógv um­rødda einskiljingin av At­lants­flog, sum fekk meg at leggja meg út í tjakið. Í nógvum førum er rætt at einskilja, og í heila tikið rætt at selja partafeløg heilt ella lutvíst. Men við hvørt kann tað eisini vera skilagott at hugsa seg um og meta um, tað ikki er minst líka so gott fyri virkið, at viðkomandi eigari heldur fram at reka tað. Tá ið eg royni at minna meg aftur á gongdina í føroyskari flogsøgu, má eg viðganga, at eg eri eitt sindur ivasamur, um tað er klókt at lata Atlantsflog vera fyrsta einskiljingarprojekt hjá Landsstýrinum. Vit minnast, hvussu tungt takið var at fáa flúgv­ ing til og úr Føroyum í gongd. Politiskt gekk illa at íbirta nakran áhuga. Tað vóru einstaklingar, sum t.d. Hugo Fjørðoy, Lars Larsen og Dánjal Niclasen, sum birtu undir. Eitt lítið flogfelag, Faroe Airways fór í gongd, men tað gavst rættiliga skjótt. Íslendingar fingu síðani áhuga fyri Føroya rutuni og fingu eisini konsessión. Men tá teir best vóru komn­ir í gongd, vórðu teir meira ella minni kroystir út, og Danair fekk konsessiónina við Maersk Air sum operatøri. Ein roynd varð gjørd at fáa flúgvingina á føroyskar hendur við at stovna eitt føroyskt flogfelag. Teknað varð millum fólk og nakað av peningi kom inn, Landskassin setti eisini nakað í (meiriluta). Felagið P/F Flogsamband kom kortini ongatíð uppi flúgvingina, sjálvt um nevndin við politiskum meiriluta royndi at gera seg galdandi. Eg minnist væl roynd­ irnar, sum gjørdar vórðu, serliga í seinru helvt av 70 árunum, at fáa eitt samarbeiði í lag millum Flogsamband og Danair við felags konsessión. Men ikki eydnaðist. Tað gjørdist meira og meira greitt fyri øllum føroyingum, eisini politikarunum, at flogsambandið við útheimin hevði alstóran politiskan týdning. Sjálvt um Maersk Air hevði skipað rutusamband við Føroyar, so merktiskt kortini, at Føroyarutan av og á kom í aðru røð, og at tænastan ikki altíð var heilt fyrsta flokks. Tí fekk tað alstóran týdn­ing, tá Atlantsflog varð stovnað í 1988 við hjálp frá m.a. Cimber Air. Nýggja felagið hevði Føroyarutuna sum sítt fremsta endamál og gav tí ein ávísan tænastutryggleika. Sjálvt um eitt slíkt nýstovnað felag altíð hevur sínar byrjunnartrupulleikar, so eydnaðist við góðum fólki at sleppa undan at snáva í byrjanini. Føroyingar tóku sum heild felagið til sín og samlaða tænastan á Føroyarutuni var lyft á eitt hægri støði. Kortini komu myrk skýggj á luftina og eitt sindur seinri kom felagið í fíggjarligar trupulleikar. Hetta hevði við sær, at Cimber Air vildi sleppa burtur úr, og eitt av tungu málunum eg fekk á borðið, tá eg hevði tikið við sum løgmaður, var at bjarga Atlantsflog. Eg minnist serliga fund­in, sum táverandi ferðslumálráðharri Karl Heri Joensen og eg høvdu við felagið. Fráfarni løgmaður Atli Dam var eisini við. Tað gjørdist greitt, at felagið mátti hava meira kapital. Politiski viljin var til staðar, tí vit sóu greitt, at hetta var lívs­neyðugt fyri at tryggja ferða­­sambandið loft­vegis til og úr Føroyum. Kapital­ urin varð útvegaður og Landskassin veðhelt í fyrsta umfari. Seinri varð konverterað til partapening. Sum frá leið gekk framá, og felagið hevur í hesi 17 árini ment seg til tað, sum tað er í dag. Eitt vælvirkandi flogfelag við útgangsstøði í Føroyum, við fleiri flogførum, við nógvum góðum fólki og know-how og vísir seg at vera kappingarført eisini internationalt undir teim nýggju umstøðunum, sum galdandi eru fyri altjóða flogferðslu. Fíggjarliga sær felagið út til at vera hampuliga væl fyri, og er tí virðismikið fyri eigaran av felagnum. Fyri eigaran Føroya Landsstýri er tað mest virðismikla kortini ikki peningavirðini, men virðið, sum liggur í at hava eitt felag, sum sær tað sum sína fremstu skyldu, hóast kappingarført úti í heimi, at røkja áhugamálini hjá føroysku tjóðini flog­ ferðslu viðvíkjandi. Vit skulu helst ikki aftur koma í ta støðu, at Føroyarutan bert verður ein sekunderur partur av einum størri rutuneti. Einskiljing Regin Eikhólm Málsligur trupulleiki Longu málsliga hava vit ein sexuellan trupulleika, tí á ný- føroyskum verða fyribrigdini homosexualitetur / hetro­ sexualitetur nevnd sam-kynd / hins-kynd. Hesi orð eru í sjálvum sær einkisigandi, tí øll kvennkyn eru samkynd eins og øll kallkyn eru tað. Tað basala er ikki kynið, men tann sexuella orienteringin. Í orðunum samkynd og hins­kynd er sexualiteturin als ikki tikin við, og vit standa eftir við hugtøkum uttan nakra sexuella ur­drifts­ passión yvirhøvir. Umframt hetta so eru orðini óheppin virðislødd. Forstavilsi sam- (kynd) finst mest í posi­tivum samanhangi: sam-hald, sam-kensla, sam- lag, sam-ljóð v. fl., meðan forstavilsi hins(ur)-(kynd) meiri negativt kann merkja ein undanstøkkingur ella ússa­ligt veðurlamb. Í dag vita vit, at sexuella ur­drifts­passiónini er líka sterk hjá homosexuellum sum hjá hetrosexuellum, og tí eigur sexualliteturin sjálv­sagt at endurspeglast í teimum ný-føroysku orð­ unum, men tað ger hann ikki í sam-kynd og hins-kynd. Hetta ger tað trupult fyri ikki at siga ómøguligt hjá nútíðar føroyingum meiri objektivt at fyrihalda sær til ta sexuellu orienteringin, sum tað hóast alt snýr seg um. Í mangul av betri áttu vit tí heldur at brúkt altjóða orð, ið øll kenna, og sum lýsa fyribrigdið. Gjørdu vit tað, sluppu vit helst undan tí øsing og antipati, ið ofta óneyðugt sárandi kemur fram tá homosexualitetur verð­ur umrøddur. Piet Hein sigur tað sera einfalt: Enkelt er loven for antipati, hvad man ikke forstår kan man ikke ku’ li’. Giftarmál og hjúnalag Vældefinerað hetrosexuel hug­tøk sum giftarmál og hjúna­lag ella hjúnaband, blíva ofta brúkt í fleng í homosexuellum saman­ hangi, enn­tá av okk­ara ting­ monn­um og førandi fjøl­ miðlum. Hetta er óheppið, tí giftarmál merkir ”at víga í hjúnalag” og hjúnarlag merk­ir ”løgfest samband mill­um mann og kvinnu”. Tað er tí vælskiljandi, at tey meiri bíbliu­trúgvu við røtt­ um kunnu føla seg stoytt, tá giftar­mál og hjúna­band uttan víðari verða tikin inn í homosexuellu ter­mino­ logiina. Í okkara kristnu siða­ læru eru giftarmál og hjúna­ lag einvegis vígt teimum hetrosexuellu við greiðum atliti til tann lívfrøðiliga partin. Í báðum okkara brúðar­ vísum - tann útvið 300 ára gamla danska og gott 100 ára gamla føroyska - er eisini einvíst talan um, at tað eru maður og kvinna, sum ganga saman í hjúnalag. Hinvegin skuldi einki ver­ið til hindurs fyri, at tey homo­sexuellu kundu gingið saman í parlag við teirra egnu fortreytum, men ikki sum maður og kvinna. Vit eiga klárt at skilja ímillum parlag og hjúnalag, tí bæði siðafrøðisliga og lívfrøðiliga er munurin ov stórur til, at vit í praksis kunnu síggja burtur frá muninum, hóast tann sexuellu urdriftspassiónini tykist vera tann sama. Worst case scenaria Worst case scenaria hjá Gerhardi Lognberg var, at um nú øll gerast homosexuel, so kemur onki undan. Ein áhugaverdur lívfrøðiligur spurningur, men Gerhard fekk bara rakstrarróp sum svar. Tað kann kanska undra, tí í øllum størri pro­ jekt­um verður júst hesin spurn­ingur stillaður: ” Hvat er tað ringasta sum henda kann”? Er tað kanska við homosexualiteti sum við rúsdrekka, at leysari teymar føra til størri forbrúk? Van­ liga fatanin er tó, at fólk kunnu vera líka stabilt homo­ sexuel, sum onnur eru tað hetrosexuelt. Nógv tann størsti parturin er hóast alt hetrosexuellur (90%). Ein kynsvillingur harafturímóti er ein ið ikki enn hevur funn­ ið sín egna sexuella identitet, eins og vit kenna tað frá trúðarvillingum. Viðhvørt kann vera trupult at fáa eyga á tann altofrandi kærleikan, ið vit siga tolir alt og gevur alt. Kanska eru vit - tá alt kemur til alt - ikki petti betri enn farisearin, ið takkaði fyri, at hann ikki var sum hini. Ein greiðari málburður í fjølmiðlum og millum manna, kundi ført til eina meiri ob­jektiva og minni døm­andi fatan av okkara fjøl­tátt­aðu sexuellu natúr, og verið við til at broytt okkara homosexuellu frustratión til innlit. Siða­frøðisligur trek­leiki kann vera ein hent sjálv­verja fyri okkara sjálvsuppfatan, men má ikki enda sum sjálvgóð stagna­ tión, tí vitan flytir mørk, um vit vilja tað ella ikki. Tann tíð var, tá jørðin var fløt, og kvinnan var ein ófullkomin ella miseydnaður maður. Homosexuella frustratiónin í Føroyum - møguliga eitt málsliga induserað fyribrigdi við siðafrøðisligum trekleika