Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 227 - 25. november 2005 gev honum ein tekst og hann syngur gev honum fisk og hann bouillabais’ar gev honum klaver og hann spælir gev honum blandað kór og vit dansa gev honum manskór og hann gandar rúnarbindur kvinnur - og menn tekstur, takt og tónar, rútma og klangur eru tilfeingið ið hesin sjáldsami úrmælingurin, musikarin, tónleikarin, ‘enfant terrible’ Bjarni Restorff blandar og fær at liva og tóna Fríggadagin 25. november 2005 verður Bjarni Restorff 50 ár. Bjarni hevur verið kór­leiðari hjá Tórshavnar Mans­ kóri, síðani kórið byrjaði í 1986. Dagliga starvast hann sum lærari í Tórshavnar Musikk­ skúla. Vit í kórinum ynskja Bjarna hjartaliga tillukku við degnum og góðan byrð fram­yvir. Tórshavnar Manskór NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Vit Føroyingar eiga ikki sum t.d. frændur okkara fyri vestan so nógvar og virð­is­miklar fornar bók­ ment­ir. Men treyðugt so, at hóast mangt man vera far­ið fyri skeyti í farnum øld­um, so hevur tað tó eydn­ ast okkum at varðveita virð­ is­miklar bókmentir á móð­ urmálinum frá teirri tíð, tá ið fór at spretta av álvara í bókagarði okkara. Men her var tó tann mikli vansi, at hesar bøkur bert vóru at­komuligar hjá teimum fáu. Tú kundi kanska læna tær á bókasøvnum; men at læna er ongantíð tað sama sum at eiga, og tær vóru tí heldur ikki vorðnar fólkaogn, har tær vóru varðveittar. Tað kann tí av sonnum verða sagt, at tað var í tøkum tíma og vorðið sum bragd, at hesin innibyrgdi bókaheimur umsíðir fekk mannin tann, sum við miklum áræði, dirvi og føðilandsalski setti Bókagarð á stovn seinna­ partin í 60-árunum og við honum læt upp dyrnar á víð­ an vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til móðurmálið og føroyska mentan! Við Bókagarði eydnaðist tær Emili ikki bert at end­ ur­prenta dastið av mæt­ astu bókaverkum okkara, men harumframt hevur tú sum eingin annar giv­ið út eina mongd av navn­fram­ um týðingum og nýggj­um bókmentum á móð­ur­máli­ num – tilsamans sløk 300 bókaheiti. Tað er tí fyrst og fremst tær og konu tíni fyri at takka, at allar hesar dygdarbøkur á føroyskum máli hava fløtt inn í flestu heim her á landi – og ikki minst inn í skúlarnar, sum tystu eftir hesum bókmentum. Tað hevði tí verið sera ringt “at kent hitan av hondum, ið sleptu”, um tit ikki høvdu flutt komandi ættum henda virðismikla førning fedra vára í heim í skúla, og stóra tøkk eiga tit fyri tað! Men vit eru eisini væl vit­andi um, at tað skal ikki vera nakar undanstøkkingur, ið innir slíkt verk, tí eitt er vist, at slíkur maður fær ikki altíð dýrdarveður og blíðan byr, men mangan mótburð og andstroymi. Og tað fekk Bókagarður sum so mangur annar so dyggiliga at sanna, tá ið fíggjarkreppan í 90- árunum eisini tók kvørkratak um hann og alt virksemi hans­ara, so at hann varð hús­ villur við bókagoymslu síni, sum tað tó eydnaðist honum at varðveita – í læntum høl­ um. Tann, ið hetta skrivar, veit, at Emil fór frá einum blómandi handli, tá ið hann á sinni stovnaði Bókagarð, og at tað ikki var fyri pen­ ingaligan vinning, hann tá fór undir bókavirksemi sítt, tí tílíkan vinning kundi hann saktans fingið ólíka lættari á annan hátt. Nei, sannleikin er tann, sum hann sjálvur so rám­ andi segði, “at aftan fyri alt útgávuvirksemi mítt er goymdur alskurin til tað land og fólk, ið meg hevur fostrað, og til tað mál og mentan, ið sprottin er úr móðurjørð. Tí kendi eg tað sum skyldu mína at fara undir hetta bóka­út­gávu­virk­ semi, og mest av øllum hevði tað frøtt meg, um Bóka­garði kundi verið lív lagað, so at hann við útgávustarvi sínum framhaldandi kundi sloppið at latið upp dyrnar á víðan vegg fyri øllum teim, ið bera tokka til mál og mentan okkara”. At hetta ikki var tómt gamla­mannatos, varð ikki minst staðfest so dyggiliga, tá ið tú fyri 7 árum síðan - í fíggjarliga sera trongum kor­um - fórt undir nýggja út­gávu av okkara mæta og hátt­metta bókmentaliga gripi: FÖROYA KVÆÐI – CORPUS CARMINUM FÆROENSIUM (CCF). Hetta valaverk, henda prýði­liga tjóðskaparliga fólka­útgáva, sum tú nú á gam­alsaldri mestsum hevur fullfíggjað, kundi bert verða int av manni sum tær og konu tíni, sum mær vitandi hevur reinskrivað alt Føroya kvæði – umframt nógv onn­ ur bókaverk, sum út eru kom­in. Fyri ósjálvsøkna lívs­verk sítt hava øll 5 granna­londini sýnt Emil tann heið­ur og ta tign, sum ein tí­lík­ur av­reks­ kappi av sonnum hevur uppi­ borið, og í 2004 fekk hann so eisini heiðursgávu frá Før­oyum fyri mentanarliga avrik sítt í sambandi við 90 ára føðingardagin nú sunnu­ dagin. Góði Emil. Tøkk fyri tey virðismiklu og varandi virði tú hevur veitt tí føroysku tjóðini. Tey vera verandi ein vakur varði um virðiliga verk títt. Eg heilsi tær á 90 ára føð­ ingardegi tínum við tøkk fyri trúfast vinarlag. pjs Mentamaðurin Emil Thomsen, fil.dr.h.c. 90 ár Bjarni Restorff fimmti Føðingar 9. oktober fekk Rúni ein lítlabeiggja. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4050 gr. Foreldrini eru Anja og Hanus Vilhelm, búsitandi í Ålborg. 29. oktober fingu Gunnfríð Hvanná og Mikkjal Andrea­ sen, Vágur, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3780 gr. 8. november fingu Fía og Pól í Skorini, Leirvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3350 gr. 10. november fekk Jógvan ein lítlabeiggja. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3450 gr. Foreldrini eru Solveig Øre og Thedor Leivsson, Leirvík. 16. november fingu Annelis í Homrum og Jørgin Joen­ sen, Svínáir, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3650 gr. 17. november fingu Ingirið Poulsen og Bjørn Mikkel­stein, Skopun, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4530 gr. 18. november fingu Súsanna Herdalur Tausen og Johnni M. Poulsen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4150 gr. 21. november fingu Anja M. Møller og Heini Magnussen, Tórs­havn, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3550 gr. 21. november fingu Hansy Petersen, Tórshavn og Bjarni Djurhuus, Hvalvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3900 gr. 22. november fingu Sólrun Joensen og Martin Dam, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3625 gr. 22. november fingu Ann og Jan Nybo Justesen, Kaldbak, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3350 gr. 23. november fingu Maria Mouritsen og Eyðstein Ras­ mus­sen, Sørvágur, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 5040 gr. 80 ára føðingardagar Mánadagin 28. november fyllir Nancy Danberg 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 26. november kl. 10.00- 15.00 heima á Hoyvíksvegi 54. Leygardagin 26. november verður Arnold Jacobsen, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin heima frá kl. 10.00 til 16.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 75 ára føðingardagur Leygardagin 26. november verður Johild Jacobsen, Haldórsvík 75 ár. Dagurin verður hildin í Avhaldshúsinum í Haldórs­vík frá kl. 18.00. 50 ára føðingardagur Leygardagin 26. november verður Ása Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya 50 ár. Móttøka verður í heiminum á Berjabrekku 193, frá kl. 12.00-16.00. Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 25. november hava Herborg og Svenning Danielsen, Kaldbak, diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin saman við børnunum við familju á Lágargarði. 28. november hava Elly og Frederik Joensen í Vági dia­mant­ brúdleyp. Dagurin veðrur hildin leygar­dag­in 26. november kl. 16.00-20.00 í hølunum hjá Frelsunar­herinum í Vági. Øll, ið vilja gleða diamant­brúðarparið eru vælkomin.