Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 25. november 2005 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Solveig Jespersen, fødd Samsonsen, andaðist á Sambýlinum mikudagin, 82 ára gomul. Kistan fer úr kapelli­ num út í Tvøroyrar kirkju leygardagin kl. 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju sunn­ u­dagin klokkan 13.30. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey, ið vilja minnast Solveig, kunnu lata eina peningagávu til Sambýlið á Tvøroyri. Konto í pen­ ingastovunum. Julian Jespersen, Tvør­ oyri, and­aðist á Suð­ur­ oyar Sjúkra­húsi mána­ dagin, 79 ára gam­al. Jarðarferðin varð fríggjadagin kl. 13 úr Tvør­oyrar kirkju. Tey, ið vilja minnast Julian, kunnu lata Sam­ býlinum á Tvøroyri eina gávu. Konto í Føroya Banka. Andlát og jarðarferðir Sunnudagin vera tað hálvt­ hundrað ár síðani tey bæði Elsa og Sjúrður Nielsen gingu saman í hjúnalag í Gøtu Kirkju. Brúðleypið varð hildið úti í Grógv í Syðru­ gøtu, har brúðurin hevði traðkað sínar barnaskógvar. Grannalagið var sum eitt hús, so tað var lag á manni, at seta trumf á hesa fyrstu hálvu øldina ímillum vinir, slekt og kenningar, í hesum heilt serliga umhvørvinum, sum stóð til at bresta av virk­is­fýsni, mentan og Guðs­ ótta. Elsa er fødd Annan Ólavs­ vøkudag 1933. Hon er dóttir tey bæði Suffíu og Joen Elias Gregesen. Sjúrður er uttan av síðu, sum gøtumenn plagdu at kalla eystara armin á Skálafjørðinum. Hann er heiðamaður. Úr Saltangará, sum teir nú eru farnir at rópa tað. Hann er føddur 7. november 1928. Sonur tey bæði Dagmar og Hans Andrias Nielsen. Tey smíðaðu sær hús, at kalla í óbygdum, á trøðni hjá Hans Andriasi, og tað var ikki hvørsmansførið, at sleipa tilfarið til eini heil hús, av bryggjuni niðan undir garðarnar, vegur var ongin, vødda­megin var einasta álit­ið táið jarn, cement og viður skuldi buktast niðan brekk­una. Heið­ar­nar vóru ein evarska lítil bygd um tað mundið, eitt hús á hvørji trøð ella hvørjum gerði, tað er bara ein hálv øld runnin síðani, og úr hesum jørðildi gróði upp ein av stóru býun­ um í Føroyum. Sjúrður var skipsmaður. Var við “Columbus”, sum hin navnframi Jákup Andrias í Kálvhúsinum av Glyvrum førdi. Hann var ein av teim­ um hepnu, sum var biðin um at koma yvir til Noregs eftir fyrsta stállínubátinum “Vesturhavið Blíða”. Jákup Andrias var maritimur gene­ ralur hjá D. P. Højgaards Eftf. tá, og Sjúrður fylgdi hon­um, og tað eru ikki hiss­ ini lovorðini hann hevur at siga um hesa navnframu fiski­klónna, kanska fremsta rok­skiparan í landinum nak­ rantíð. Onkuntíð var hann bestimaður hóast hann ongi pappírir hevði. Eftir at hava verið á sjónum í drúgt áramál legðist Sjúrður uppi, fór at smíða saman við skyldmanninum og kenda húsasmiðinum, Niels Juel hjá Jústnesi. Seinri fluttu tey til Havnar at búgva, leigaðu í kjallaranum hjá Bil-Óla, har sum Mimir nú heldur til, og tey árini smíðaði hann fyri stóru entreprenørarnar, sum tá vóru farnir at taka seg upp í høvuðsstaðnum. Seinri fluttu tey innaftur í Eysturoynna. Bæði fingu starv hjá Ólavi Gregersen, á nýbygda Tøtingarvirkinum, og har virkaðu tey í nógv ár, hann sum spunari og hon í tilgerðingini av troyggjum, tikin úr leikum sum hon er, til alt sum hevur við tøt­ing og bundnavørur at gera, gjørdist hon skjótt hitt prakt­ iska álitið hjá beiggja sínum. Skjót, snøgg og altíð góð í ráðum. Elsa valdi at fara á Háskúl­ an, helst eftir ráðum frá mamm­uni, sum hevði fingið rættiliga kveiking har - frá teimum báðum Símuni og Rasmusi. Síðani lá leiðin nið­­ur á húsarhaldsskúla, Hus­assi­stenternes Fag­ skole, á Nørrebrúgv. Heim­ aft­ur­­komin virkaði hon í handl­in­um hjá pápanum og fekst við alt fyri­fall­andi, og sjálv­sagt hjálpti hon til við tøtingini, í kjall­aran­um úti í Grógv, spírin til tað, sum Ólavur seinri setti so nógva ferð á. Táið tey búðu í høv­uðsstaðnum, var hon ekspetricia í kioskini hjá Bil- Óla úti á Kongabrúnni. Eitt av landsins knútapunktum tá í tíðini, seinri rópt Kultur­ sentrið á Kajuni. Komin aftur til Gøtu búðu tey fyrstu tíðina í gomlu hús­ un­um norðuri á Mýru. Nak­ að eftir tað smíðaðu tey sær nýggj hús sunnanfyri Matar­­ ánna, og har búgva tey enn. Tey eiga tey trý børn­ini Hall­ bjørn, sum býr í Runavík, Jørghild, sum býr í Klaksvík og Dagmar, sum er búsitandi í Leirvík. Tey høvdu verið gift í eini 7-8 ár áðrenn Hallbjørn kom í verðina. Hesi árini var tað eitt slaraffenland hjá okkum børnum í familjuni at vera í teirra umhvørvi. At vitja tey. At búgva hjá teimum. Haldi ikki at eg sigi ov nógv, táið eg haldi uppá, at eg hevði eina serstøðu í so máta. Búðu hjá teimum í fleiri ár tilsamans, úti í Heiðum, í Havn, norðuri á Mýru og til seinast uppi við Mataránna. Minnist bara góðar dagar hesi árini, tey átóku sær veru­liga foreldrarolluna táið mamma var burturi stødd á teimum sjey høvunum. So ólík tey eru, hevur tað hilnast einastandandi væl hesi hálvthundrað ár­ini. Sjúrður meira róligur, hóvligur, spakur og hugsandi, men táið gullkornini koma er ikki gott at vera fyri, og oftani er sambandsvinkulin so speiskur, at eitt tjóð­ veld­ishjarta fer rættiliga at biva. Elsa meira framfýsin, bersøgin, tosar hart, fýrur ikki fyri at siga sína hugsan við nakran, hvørki høgan ella lágan, og tað man liggja í blóðinum, tendringarnar eru øgiliga eksplosivar og líka so bráðliga eru tær spekt­ar aftur. Góðslig, og tað býr onki ilt undir tí sum hon hevur at siga tær. Tú fær bara eina kontanta av­rokn­ing tveitta beint upp í eyguni, sjálvur mást tú royna at verja teg, og táið rokið er dovnað, so er tann sakin úti av veðini fyri hennara við­ kom­andi. Ógvuliga einfaldur og góður máti at liva lívið uppá. Kanska gróðursettur hjá onkrum, ið ikki fall so øgiliga langt burtur frá buli­ num kortini. Tað hevur verið vælsignað at kent tykkum øll hesi árini. At kent fløvan sum altíð er har, eisini táið íðurnar í øðr­ um lívsins viðurskiftum hava verið uppi, sjálvt um vitj­aninar hava verið alt ov fáar hesi seinru árini. Hjarta­ liga tillukku við gull­brúðar­ degnum. Mátti Harrin, sum tit hava sett alt tykkara álit á, givið tykkum mong góð ár afturat í millum áirnar í Syðrugøtu. tj Gull í Gøtu Dagurin 26. november. Konrad, deyður ár 975. Týskur fúrstasonur, sum seinni bæði gjørdist dómpróstur og biskupur. Hann læt byggja bæði kirkjur og sjúkrahús og kleystur. Varð skýrdur halgimenni í 1123. Konrad er týskt navn og kemur upp­runa­ liga av einum orði, sum merkir hin ráðatøkni. 27. november. Facundus. Var úr Leon í Spaniu, deyður umleið ár 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir av døgum við ánna Ceia í Calisiu í Norðurspaniu. 28. november. Gunter. Teir vita ikki við vissu, hvønn meint verður við. Hann stóð í halgimannatali tíðliga í tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir halda tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur verið navnframur biskupur í Týsklandi, sum doyði í 1045, 90 ára gamal. Tøkk Tykkum øll, sum mintust meg á 75 ára degnum takki eg hjartaliga. Vinarlig heilsan Tove Hammer, Tvøroyri Tøkk Tykkum øllum, sum gjørdu mær 90 ára føð­ingardagin so hugnaligan takki eg hjarta­ liga. Gleð­ilig jól og øll góð­ ynskir í framtíð­ini. Heilsan Gigga Mouritsen Brúdleyp Leygardagin, 26. november kl. 15.00 giftast í Skopunar kirkju Molly Elisa Torbjørnsdóttir Jacobsen og Sjúrður Højgaard. Leygardagin 26. november kl. 15.00 giftast í Vestmanna kirkju Sóley Mikkelsen av Skála og Jógvan Sigurd Poulsen, Vestmanna. Vælkomst verður á Fjørukrónni frá kl. 20.00. Sama dag broyta hjúnini eftirnavn til Hórðará. Leygardagin 26. november kl. 15.00 giftast í Glyvra kirkju, Doretha Hansen, Runavík og Karstin Joensen, Klaksvík. Veitslan ver›ur hildin í bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00.