Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 227 - 25. november 2005 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og veittu okkum umsorgan og hjálp, nú kæra kona mín og mamma okkara Mia Kjærbæk f. 30.04.1969 - d. 26.09.2005 Vestmanna andaðist og varð jarðað. Hjartans tøkk til tykkum øll, sum hava verið um okkum og hava veitt okkum so nógva hjálp, meðan Mia hevur verið sjúk. Hjartans tøkk til Bjarna Bæk og Jógvan Fríðrikson fyri góð og fløvandi orð. Tøkk til kirkjutænararnar fyri framúr hjálp og hita, tøkk til sangarar, tøkk til kirkjukórið og til Unn, Rógva og Herluf fyri sangin, tøkk til vinfólk fyri stuðul og hjálp, tøkk til 2. og 5. flokk fyri hjálp til ervið. Tøkk fyri blómur og kransar, uppringingar og brøv, gávur til genturnar og Føroya Felag móti Krabbameini. Tøkk til tykkum mongu, sum komu at siga Miu farvæl. Hjartvard, Bára, Herborg og Svanna Foreldur, systkin og verfamilja Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá fastir okkara Ebba Arge Argir doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir. Takk til prestar, sangarar og berarar. Takk til Lágargarð fyri tíðina Ebba búði har. Takk fyri hjálpsemi til ervið. Takk til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Edvin og Elly NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hesin sálmurin bleiv sungin í kapellinum tá ið Havgrímur bleiv borin út í Kirkjuna. Mær er sagt um ein stað í tí høga har ei sjógvarnir bróta um strendur har ein vandar og pínslur meg møta um eitt bil ja so eri eg har eg má undrandi lovsangin syngja tá eg hugsi um himmalska heimi um enn mangt man meg møða og tyngja tó eitt bil ja so eri eg har Í tí landi ei tár skulu renna eingin pína og sjúka skal níva har ein særandi sorg er at kenna um eitt bil ja so eri eg har ei skal gleðinnar dagur har halla ei skal ivin tá tyngja mítt sinni aldri meira vit snáva og falla tí tá eru vit heima o Guð Har hvørt Guðsbarn skal standa so fegið skrýtt í snjóhvítum búna á himni mær er sagt um ta ævigu gleði og eg hugsi O var eg bert har tá tann fremsti lovsyngjandi skari leikar gullhørpum á við Guðs trónu hoyrist syngjandi samfelda svarið tú vár kongur vár harri og Guð Sálmurin lýsir hansara føstu Guðstrúgv. Best sum sólin fagrast skínur deyðin inn um dyrnar trínur. Soleiðis verður sagt í vakra sálminum, sum lýsur ferð okkara úr vøggu í grøv. Hetta rann mær í huga, tá eg fekk deyðsboðini av vina og samstarvsfelaga mínum Havgrími Hammer á Tvøroyri. Væl visti eg at hann í nógv ár hevur verið sjúkur, men tó komu deyðsboðini dátt við - tað koma tey nú altíð. Havi kent Havgrím í nógv ár, og vit hava samstarvað í Tvøroyrar býráð, har hann gjørdi eitt megnararbeiði. Havgrímur var ein av teimum sum gingu á odda, tá ið Tvøroyrar Flakavirki bleiv veruleiki, og var eisini oddamaður tá ið vinnulívið skuldi byggjast upp frá botni av. Eingin løtt uppgáva, men hon bleiv framd og fyri Havgrím fall tað lætt. Hann var sjálvur runt bygdirnar við tekningarlista, og væl bar til, tí hann var ein bjartskygdur maður. Ein maður sum tordi at taka avgerðir og standa við tær. Havgrímur var skúlalærari, og sum slíkur var hann í læru hjá Martin Holm sála, tí kom hann at leggja støðið til nýggju ítróttar greinina flogbóltur, og okkurt hevur fest røtur. Ikki bara hevur Havgrímur ført hesa grein til tað støðið, hon er á her hjá okkum, men helst hevur hetta skundað undir at vit hava eina íttróttarhøll, tí formaður fyri byggingini var Havgrímur Hammer. Sum ungur var hann ein av okkara fremstu fimleikarum her á landi. Politiskt var ongantíð nakað sum tók hann av slóðini, og tað takki eg fyri. Eg fari at minnast vin mín við takksemi og eg drýpi høvur í tøgn og virðing. Tit sum vóru hansara og stóðu honum nær, tit vóru hansara eitt og alt, og øll minni bera uppi í sorgar­ stund. Ein vinur Havgrímur Hammer á Tvøroyri til minningar f. 21.09.1935 - d. 05.11.2005 Framsýning Hósdagin 24. november læt listamaðurin Zaka­ ris Heine­sen upp eina listaframsýning í Snar­ skivuni á Vaglinum í Havn. Framsýningin við vatn­­­litsmyndum er ein sølu­­framsýning, og mynd­­evnini eru lands­lags­ myndir úr øllum Føroyum. Framsýningin er opin fram til jólar. Umframt hesa fram­ sýn­­ingina hevur Zakaris Heinesen allan desember mánað eina framsýning við oljumálningum í Leikalund í Klaksvík. Zakaris Heinesen í Snarskivuni Tøkk Hjartans tøkk fyri samkenslu og stóra hjálp, tá ið elskaði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Hjalmar Gregersen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum mongu, sum komu inn á gólvið og tykkum, sum á ein hvønn hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Akurin. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her. Ruth, Katrin, Martin, Heini, Sólrun og Ingrid Heðin Mortensen, borgar­stjóri, og listamaðurin Zakaris Heinsen í Snarskivuni Mynd: Magnus Gunnarsson