Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 25. november 2005 17 Saman við handils­ fyri­tøkuni Damor á Hjalla fara Rúni Lómstein og Allan Hjaltalin at royna eitt heilt nýtt konsept við sølu av fronsku Mobalpa køkunum, sum m.a. gongur út upp á at geva sær betri stundir til kund­an í heimligum umhvøri Søluátak Rúni Lómstein og Allan Hjalta­lin fara nú at selja køk­ar á eina øðrvísi hátt enn vanligt er. Teir bjóða sær nevni­liga til at koma heim til kundan, so tey saman kunnu planleggja nýggja køkin. Rúni og Allan greiða frá at Damor fyri sløkum fýra árum síðan fekk umboð upp á fronsku Mobalpa køk­ ar­nar, og sigast má at stór­ ur áhugi hevur verið fyri hes­­um køkunum. Ein av grund­­unum til at fólk hava fing­ið gott eyga á Moblpa er, at mentaliteturin hjá Mo­balpa er ørðvísi enn hjá flestu køksframleiðarum í Skandinavia. Tá ið ein keyp­ ir Mobalpa køk so fylgja uppdeilingar til skuff­ir, be­stikk innsatsir, skrelli­ spann, stálbotnar í vaski­ skáp, airstopp og tær bestu skuff­irnar við sum standard. Hetta er øðrvísi enn tað ein er vanur við, tí vanligt er at einki av hesum omanfyri nevnda er við í prísinum, og tá ið hesi tingini verða keypt afturat, verður køkurin nógv dýrari. Mobalapa er tann størsti køksframleiðarin í Frak­ landi, og næst størstur í øll­­um Evropa. Har starvast áleið 3000 fólk, og fyritøkan fram­­leiðir í miðal 3500 ele­ ment­ir um dagin. Mobalpa hevur meir enn 50 ár á baki, og køkarnir eru kendir fyri sína dygd. Í hesum sambandi kann nevnast at Mobalpa hev­ ur tvær ISO9000-góð­kenn­ ingar, sum eru fyri arbeiðs­ umhvørvið og dygdina, og køkkarnir hava 25 ára garan­ti. Damor hevur fingið nógv góð hugskot samstarvinum við Mobalpa, og sum eitt úr­slit av hesum kemur fyri­ tøk­an við einum sera spenn­ andi konsepti, har tveir free­ lance seljarar eru settir í starv. Rúna Lómstein gongur á Føroya Læraraskúla og Allan Hjaltalin arbeiðir sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Báðir hava havt leiðandi størv sum køkssniðgevar, og báðir hava royndir í at selja hvítvørur, og kunna tí geva kundunum eina heildarloysn. Okkum vitandi er freelance køkssøla ikki er roynt áður í Føroyum, men vit vænta at hetta er eitt gott tilboð til tey, sum ætla sær at keypa ein nýggjan køk og sum ikki hava so góða tíð at hugsa um køk ímillum kl. 10 og 18. Rúni og Allan greiða frá at mannagongdin verður, at fólk kunna seta seg bein­leið­ is í samband við teir við at ringja til teir. Síðan verður ein tíð avtalað, har tey síð­ an møtast fyri at tekna og finna loysnir í einum tøtt­um samstarvi. Hugsan­in aft­an fyri freelance sølu er at skapa álit, geva sær bet­­ur stundir til kundan, ar­beiða í einum heim­ligum og av­stressandi um­hvørvi og at vísa kund­ anum meira áhuga. Allan og Rúni fara eisini í næstum, at hava nøkur ser­ lig demonstratións kvøld, har teir fara at greiða frá um Mobalpa køk­arnar og eis­ini at geva fólki eitt lítið upplýsandi skeið um hvat ein skal geva sær fær um, tá ið man hyggur sær eftir einum køki. Hesi kvøldini vera hild­ in heima hjá Rúna, sum sjálv­ ur hevur ein Mobalpa køk at sýna fram, og tað verð­ur ókeypis at vera við til hesi hugnakvøld. Allan hevur telefon 515318 - Runi hevur telefon 505959. Annars koma teir reglu­liga at lýsa í blaðnum undir arbeiði og innbúgv. Rúni Lómstein og Allan Hjaltalin: Selja køkar í heimligum umhvørvi NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hanni við Garð 5. sept. 1931 - 17. nov. 2005 in memoriam Tað reka skýggj á háum himli, ein grái bert, sum onki ger tí so tað er við lívsins frymli, han makar mangt á síni ferð. Eitt ljós, eitt lív, ein sól, ið ber um himnaboga vítt á ferð, eitt skin, sum aldri líka er, mót oss sum manna hesa verð. Oss tykir mangan lívsins spæl at vera júst sum degningsæl, eitt surk, sum lívgaði so væl, til floymur týndi mannatal. --- Um Hanna, sum vár vinur var, ið altíð blíðbrá við sær bar, vit eiga minnir bara kær, nú meir hann ikki mannar Garð. Við runda borð hann átti stól, nú brátt hann rýmdi handan hól, har deyði fyri lívi fjól, tá Hanni søkti hægri ból. Vit kendu hann sum fróðarmann, sum kundi mangt, bert fáur kann, tí vitska gløgg í honum brann, tá vísur hann oss vegin fann. Hann altíð oss í orð og tal, væl vignaðist við borðið væl, tí hittin hann við orðsins spæl, oss gjørdi mangan kát og sæl. Vit sakna hann, sum okkum øll’, so væl fekk greitt um bø og fjøll, í regn og sól og snjó og mjøll, til hann sær hvíld fann undir vøll. Hann var ein mynd hvønn góðan dag, hann lívgaði várt bygdarlag, við brigdum, sum oss gjørdi glað, so øll við áttu gleðifræ. Vit takka tær og minnast teg, sum okkum mangan vísti veg, tá svar á gátu lá á beð, til rætta svarið vísti seg. Vit minnast teg og takka tær, for alt tú okkum øllum var, nú ferð tín upp í hæddir bar, til grøna líð og gyltan GAR‹. Vit við borðið á Bókasavninum Allan Hjaltalin (v.m.) og Rúni Lómstein royna nú eitt heilt nýtt konsept við sølu av fronsku Mobalpa køkunum í heimligum umhvøri Lesið - so eru tit við