fríggjadagur 25. november 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 227 - 25. november 2005
Á hvørjum ár
skipar Føroya
Heimavirkisfelag fyri
jólasølu. Í ár setur
henda frams‡ningin
øll met, nú ikki færri
enn 60 fólk verða við.
Søluframs‡ning
Snorri Brend
Havn: Tey, ið ikki enn hava
keypt allar jólagávurnar fáa
eitt serstakt høvi til hetta um
vikuskiftið í ítróttarhøllini í
Havn.
Og hava fólk ein serstakan
áhuga í at keypa heimagjørdar
føroyskar jólagávur, so er
helst henda jólasølan hjá
Føroya Heimavirkisfelag
rætta høvið til tað.
Eins og undanfarin ár
bjóðar felagið nevniliga
limum sínum úr øllum
landinum at vísa fram tað,
tey hava latið úr hondum til
hesa frams‡ningina.
Undanfarin ár hevur talið
av frams‡narum verið í
vøkstri, og tað er tað eisini í
ár. Ikki færri enn 60 luttakarar
úr øllum landinum verða við
nú um vikuskiftið.
- Her eru fólk bæði úr
Suðuroy og Klaksvík. Og
hetta er tað mesta nakrantíð,
verður uppl‡st.
Jólasølan
letur
upp
leygardagin kl. 10 og er opin
sunnudagin eisini.
60 básar
Tey hava fyrireikað alt so
væl í seinastuni, og í morgin
er klárt.
Íalt verða 60 básar settir
upp í ítróttarhøllini á Hálsi,
so har verður ríkiligt pláss
hjá teimum virknu limunum
í Heimavirkisfelagnum.
Og har verður samstundis
eisini gott pláss til tey mongu
vitjandi, sum vanliga leggja
leiðir sínar til hesa serstøku
jólasøluna.
At byrja við var henda
jólasølan í Gundadalshøllini,
men í fjør varð avgjørt at
flyta niðan í størru høllina,
tí hin var vorðin ov trong
– ella, um ein vil, tí bæði
talið á frams‡narum og
á vitjandi var vorðið so
ógvuliga stórt.
Á frams‡ningini fer
nærum alt at kunna fáast til
keyps, bæði av bundnum,
seymaðum, trælutum og so
framvegis.
Ein lítil kaffistova er eisini
á frams‡ningini, har fólk
hava møguleika at keypa sær
smyrjibreyð við føroyskum
viðskera á.
Jólasøla við 60 básum
Jólasølan í ítróttarhøllini á Hálsi setur øll met í ár, tá talan er um luttakarar
Teir seinastu mán
aðirnar hava KFUM-
skótarnir í Føroyum
arbeitt við einari fløgu
við skótasangum.
Henda fløgan er nú
loksins liðug og kemur
í sølubúðirnar fyrst í
desembur mánaði
Fløgur
Snorri Brend
Skótar: Nýggja fløgan
eitur ”Skótar vit eru” og
inniheldur 12 sangir.
Hesir sangirnir eru allir
vælkendir
skótasangir,
m.a. Jákup vaknar í tjald
inum, Ging gang gooli,
Tess meir vit eru í felag,
Brekkulegusangurin, Úlva
sangurin, Nú flúgva myrkurs
fuglar út og aðrir.
Sangirnir eru sungnir av
ungum skótum frá ymiskum
skótabólkum kring oyggjarnar,
og setur hetta ein heilt serligan
dám á fløguna.
Birgir I. Sigurðsson,
ið m.a. er kendur frá tón
leikabólkinum
I
AM,
luttekur somuleiðis á fleiri
sangum.
Tónleikurin er lagdur til
rættis av tí navnframa Hans
Poulsen, ið eftirhondini
er vorðin eitt kent navn í
Føroyum.
Fløgan er ætlað sum ein
barna- og ungdómsfløga,
og kanska serliga teimum ið
eru skótar, hava verið skótar
og teimum ið hava áhuga í
skótarørsluni.
Sum sagt eru 12 sangir á
fløguni, men hesir sangirnir
eru í tveimum útgávum:
Ein útgáva við røddum og
ein uttan. Tvs. at lurtarin
hevur møguleika at læra seg
sangirnar og sjálvur syngja
røddirnar. Hetta er kent sum
kareoke uttanlands og er tað
sera umtókt.
Tey fyrstu 300 ið keypa
fløguna í sølubúðunum fáa
umframt fløguna, eisini eina
plakat og klisturmerkir við í
keypinum.
Skótafløga við
teimum kendu
sangunum
Nú
verður
Knørra
seðilin
drigin
Stóri lutaseðilin hjá
Róðrarfelagnum Knørri
verður nú drigin.
Sølan hevur gingið
væl, og nógv munnu
tey vera, sum vóna
at vinna gávukortið á
300.000 krónur, ella
kanska ein av teimum 25
eykavinningunum.
Róðrarfelagið Knørrur
leggur dent á, at drátturin
verður ikki útsettur.
Seðilin fæst til keyps
fram til klokkan 18
leygardagin, tá ið sølan
endar. So tey, sum vilja
eiga ein Knørraseðil,
skulu kvika sær.
Vinnandi numrini verða
lýst antin týsdagin ella
mikudagin í næstu viku.
sb.