Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 25. november 2005 19 Nr. 227 • Fríggjadagur • 26. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Pires vil halda fram í Arsenal Hóast sáttmálin millum miðvallaran Robert Pir­ es og Arsenal gongur út í summar, vil franski leikarin fegin halda fram í Arsenal Tað hevur leingi ljóðað, at Pires og Arsenal skuldu fara hvør til sítt, tá transfer-vindeygað let­ ur upp í januar. Men nú hevur Pires boðað frá, at hann heldur enn fegin skrivar nýggjan sáttmála við Arsenal. - Vit fara at tosa saman um ein nýggjan sáttmála í januar, og vónandi kann eg halda fram í felagnum eftir hetta kappingarárið, sigur Pires. -SíS --- Perrin fingið sekkin í Portsmouth Franski venjarin hjá Ports­ mouth Alain Perrin fekk í gjáramorgunin sekkin aftan á einans átta mánaðar í venjarasessinum. Hetta hendir tveir dagar, áðrenn Portsmouth skulu spæla ímóti ensku meistarunum í Chelsea. Portsmouth liggja nú bert eitt pláss burturi frá niðurflyting, aftan á at liðið tapti 3-0 ímotí Liverpool. Mánakvøldið var Perrin sambært heima­ síðuni hjá Chelsea, og hugdi at tá eykaliðið hjá Portsmouth tapti 1- 0 í móti eykaliðnum hjá Chelsea, og tað gjørdist hansara síðsti dystur sum venjari. Portsmouth hava enn ikki vunnið á heimavølli, og ivasamt er, um teir gera tað leygardagin ímóti ræðandi sterku Chelsea. Eitt lið, sum letur trý mál sleppa inn ímóti Liverpool, ið satt at siga ikki hevur dugt at skotið mál í ár, fer óivað at hava trupulleikar ímóti monnunum hjá Mourinho. -nud Start venjarin var ikki blíður, tá ið hann eftir dystarlok staðfesti, at jólini í ár vóru komin tíðliga til Kristiansand og Start, sum rættiliga hevði verið í gávuhýri ROYALA LIGAN Jóannes Hansen Í fyrstu royndini í Royalu liguni gekk tað væl hjá Toda, sum í morgun var í yvirskriftunum í bæði norskum og donskum bløð­ um. Men í Kristiansand og Start var hýrurin einki serligur eftir dystarlok í fyrstu royndini í Royalu liguni, sum var móti svenska Hammarby. Á Odd leikvøllinum í Skien, har tað í kuldanum og tokuni vóru fáir áskoðarar, vann svenska liðið 4-2, eftir at tað í steðginum hevði verið javnleikur 1-1. Mest eyðsýndi Start spæl­ arin var Todi Jónsson. Í fyrstu avbjóðingini, eftir at hann hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, og í fyrstu royndini eftir at hann fyrr í vikuni í Útvarpinum staðfesti, at hann ivaleyst hevur spælt fyri síðstu ferð á landsliðnum, skoraði hann tvey rimmar mál. Tað fyrra til 1-1 seks minuttir undan steðginum og tað seinna til 2-1 sjey minuttir eftir steðgin. Í fyrra førinum smekk­ aði Todi til av brots­teig­ar­ markinum, eftir at bólturin var stútaður niður fyri føt­ ur­nar á honum, og í seinna førinum smekk­aði hann eftir hornasparksinnlegg høvið und­ir bóltin, sum brast í net­ takið. Todi kundi fyrra partin av 1. hálvleiki havt skorað uppaftur fleiri mál, men í tveimum førum vóru marg­ inalirnir ikki við honum. Í fyrra førinum sendi hann dygst við síðuna av stólpanum, og í hinum førinum heilfluktaði hann úr sjey metrum og eftir innlegg úr vinstru omanfyri tvørtræið. Tað eydnaðist ikki hjá Start at halda tørn um leiðsl­una, sum Todi hevði syrgt fyri, og venjarin, Tom Nordlie, var avgjørdur eftir dystarlok. - Jólini eru komin tíðliga til Start í ár. Gávur vórðu býttar út, og tað vóru vit, sum vóru í leiklutinum hjá jólamaðurin, staðfesti venjarin. Tað var ikki so undarligt, at hann gjørdi tað, tí trý av málunum vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður. Tá ið tað restaðu átjan min­uttir var Hammarby frammanfyri 3-2. Tá vóru tríggir Start spælarar skiftir út. Millum teirra var Todi Jónsson. Heldur enn at økjast so bóru útskiftingarnar við sær, at Start trýstið linkaði, og fimm minuttir undan leikloki staðfesti svenska liðið týdningarmikla sigurin. Start var skert undan fyrstu royndini í Royalu liguni. Fýra av spælarunum, sum vóru í hópinum, tá ið Noreg fyri stuttum stríddist við Kekkia um pláss í HM endaspælinum, vóru ikki við hóskvøldið, tí teir vóru skaddir. Sunnudagin skal Start aftur í eldin í Royalu liguni. Tá skulu teir í Oslo spæla móti Vålerenga, sum fyri einum mánað síðani í ógvu­ liga tættari kapping við Start vann norska meist­ araskapin. Vålerenga spældi hós­ kvøldið í Herning, og tað var lítil meistaraglansur yv­ir norska gull liðnum. FC Midtjylland, sum tað higartil í heyst hevur gingið alt annað enn væl hjá í landskappingini, vann 4-0! Í bólki tvey eydnaðist tað FCK at fáa eitt stig burturúr ferðini til Lillestrøm. Heima­ liðið hevði yvirvág, men teir megnaðu ikki at fáa mál, og harvið varð úrslitið málleysur javnleikur. Brøndby, sum mikudagin tapti 4-2 í UEFA Cup í Moskva, spældi fyri tveimum vikum síðani 1-1 móti svenska Kalmar. Í bólki trý staðfestu Súni Olsen og hinir áskoðararnir í Aalborg, at tað hilnast illa hjá AaB, sum hevði vitjan av svenska meistaraliðnum Djurgården. Svenska liðið fór aftur til Stokholm við 3- 1 sigri. Í Oslo vann Lyn 1-0 móti IFK Göteborg. Tvær perlur frá Toda Todi Jónsson skeyt bæði málini hjá Start, sum tó mátti lúta 2-4 fyri Hammarby Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 6 6 - 0 18 5 13 12 2 SÍ 6 5 - 1 17 7 10 10 3 TB 5 2 - 3 9 9 0 4 4 Mjølnir 6 2 - 4 8 15 -7 4 5 ÍF 5 1 - 4 7 14 -7 2 6 KÍF 6 1 - 5 7 16 -9 2 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 5 5 - 0 15 5 10 10 2 SÍ 4 3 - 1 11 5 6 6 3 Mjølnir 5 2 - 3 9 9 0 4 4 ÍF 5 2 - 3 10 11 -1 4 5 Nøvan 5 0 - 5 0 15 -15 0