Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 227 - 25. november 2005 Birgir Kruse Afturvendandi kjak er um film, filmseftirlit og hvørt filmur ávirkar fólk so mikið, at vit eru at meta sum verjuleysar verur, uttan egnan vilja og mátt. Eg havi so aldri møtt einum so ryggleysum menniskja. Men tað er ein gamal tanki, at tað sum fyriferst í biografmyrkrinum er av tí ónda. Sami tanki hevur verið frammi um teknirøðir, videofilmar, heavy rock, telduspøl og internet. At filmur er ein listagrein, verður ikki tikið uppá tungu. Heldur ikki tá vit kunnu staðfesta, at fleiri og fleiri føroyingar ganga oftari og oftari í biograf og annars brúka støðugt fleiri tímar til film og at Føroyar allar helst eru mest teldufiseraða samfelag í heiminum. Harðskapur Fram til 1982 gjørdu fýra granskarar við J.Ronald Milavsky á odda eina um­fatandi kanning av dreingjum og teirra ótálmaðu fragd at síggja harðskapsfilm. Komin út í bók, nevndist kanningin “Television and agression. A panel study” (Academic Press 1982). Í kanningini verða nevnd­ir 34 tættir, sum samantvinnaðir, elva til harðskap og harðrendan atburð hjá dreingjum. Teir tættir, sum í stórsta mun elva til harðskap eru vinirnir, bæði innan og uttan skúlagátt. Í triðja lagi er persónliga kenslulívið avgerandi og síðani tørvurin á virðing millum áðurnevndu vinir. Í fimta lagi er intelligensurin avgerandi og síðani vera viðurskiftini heima mett at hava stórsta týdningin. Mest avgerandi heima er sambært kanningini, um mamman hevur útbúgving og inntøku og um tiktan og beinleiðis harðskapur er vanligur heima. Seinni kemur pápin inn í myndina og eisini spurningurin um, hvørt húski ger ymist í felag og gongur í kirkju. Ikki fyrr enn á tjúgunda plássið yvir tættir, ið tilsamans kunnu elva til harðskap hjá dreingjum, kemur sjónvarp og harðskapsfilmar. Eitt róp í oyðimørkini Henda kanning avdúkar eis­ ini, at teir dreingir, sum eru so harðrendir, at teir hava fingið dóm, dáma best romantiskar familjufilmar. Hinvegin dáma teir heilt vanligu skúladreingirnir best at síggja ógvusliga harð­rendar filmar. Ein frá­ greiðing kann vera, at børn og ung fegin vilja spæla leik­lutin hjá øðrum og kanska júst teir leiklutir, ið liggja einum fjarast og sum samstundis eru mest saknaðir. Vit kunnu kalla tað eitt róp í oyðimørkini. Far í kirkju Tað vil siga, at um so er, at ein harðskapsfilmur hevur elvt til harrenda atferð, so eru tað nítjan aðrir tættir sum liggja frammanfyri. Og teir tættir eru ikki møguligir at loysa fyri nakað filmseftirlit í verðini, tí teir tættir er av meira sosialum slagi og kalla á aðrar myndugleikar, enn teir filmisku, at loysa. Nú jólini eru í hondum er laga manni at velja onkran av teim tættum, sum, tá teir eru burtur, elva til harskap. Til dømis at gera nakað í felag. Ella at fara í kirkju. Tað er, tá hesir tættir verða forsømdir, at skaðin hendir. Guggenbühl Túsundir av kanningum hava veri gjørdar at stað­ festa, hvørt harðskapur á filmi elvir til harðskap í veruleikanum. Eingin teirra váttar, at so er. Tilgondin at læra er nógv truplari enn so, tí vit taka ikki við øllum, sum rekst fyri eyguni. Týski sosialpedagogurin Allan Guggenbühl viðger í forvitnisligu bókini “Vold­ ens fascination” (Soci­ al­pædagogisk Bibliotek 1999) happing og harðskap millum børn og ung. Hann loftar júst hesum kjakið um, at harðskapur á filmi elvir beinleiðis til harðskap í veruliga livinum og spyr: - Um vit veruliga meina tað, hví er so skúlin ikki betri eydnaður, enn hann er? Ja, ein glansibílætassøga úr enda í annan? Guggenbühl sipar til, at sjálvt eftir 13 ára skúlagongd eru tað fleiri, undirritaði millum annað, sum aldri skilja eina líkning á triðja stigi. Sjalvt ikki eftir 13 ára miðvísa, tilætlaða og væltilrættislagda innpoting. Innlæring er altso truplari, enn at hon kann sigast at standa í lutfallinum eitt til eitt og at vit uttan at himprast eftirapa tí, sum vit í fiktivum filmi hava sæð. Filmur í hundrað ár Filmur sum listagrein hevur meiri enn hundrað ár á baki. Í hesum tíðarskeiði hava granskarar og almúgan mest viðgjørt harðskap og ávirkan. Samstundis sum filmur, og seinni sjónvarp, video og dvd, gjørdust vanlig fyribrigdi, komu fram sálarlig og sosi­ ol­og­isk ástøði og eftir fyrra verðaldarbardaga verða fyrstu kanningar gjørdar, hvussu børn fata og uppliva harðskap á filmi, mótvegis veruligum harðskapi og brotsverkum. Ymiskt hevur verið, hvussu tílík granskingarúrslit hava verið brúkt og viðgjørd. Sagt hevur verið, at tøkniliga menningin seinastu árini setir hesa gransking í nýtt ljós. Einki granskingarúrslit bendir á, at so er. Kanska fellir henda hugsan saman við tí veruleika, at biografmyrkrið í alt størri mun er flutt inn í heimini, ja hvørt sovikamar, har sjónvarp, video og dvd útgerð er. 3500 kanningar í einum landi Lærudeild Sameindu Tjóða UNESCO staðfesti í 1998, at í bara einum landi, USA, vóru ikki færri enn 3500, trýtúsundogfimmhundrað, kanningar gjørdar av harðskapi á filmi seinastu fjøruti árini (Children and media violence, Nor­di­ com1998). Eingin teirra kundi á nakran hátt sigast eintýðugt at ávisa samband millum fiktivan harðskap og veruligan harðskap. Harðskapur og skúli Í 1995 skrivar danska menta­­mála­ráðið, at “tá børn og ung fremja harðskap, er talan um eina røð av mongum sam­virkandi so­si­alum viðurskiftum” (Medievold - børn og unge, Kulturministeriet 1995). Tann ávirkan, sum filmur hevur, kann ikki staðfestast í eini handavending og utt­an at taka støðu til leik­ lutin, sum miðlar hava í samfelagnum og teirri ment­ an, børn vaksa upp í. Danska Birgitte Tufte nevnir í bókini “TV på tavl­en - om børn skole og medier” (Akademisk Forlag 1998) hin paralella skúlan, tað vil siga tað, sum børn læra uttanfyri skúlan og so at byggja brúgv millum henda førleikaskapandi veruleikan og skúlan sum stovn. Útihýstir dreingir Hyggja vit at dreingjum og teirra fragd at síggja harð­­skapsfilm, lurta eftir heavy rock og spæla ógv­ us­lig telduspøl, hava vit ein trupulleika, tí hesin dugnaskapur er útihýstur í dagsins skúla. Hóast vit siga, at skúlin skal taka støði í hinum einstaka næminginum. Svenski Keith Roe vísir í bókini “Våld från alla håll” (Bok­forlag Sym­posi­um1993) at eitt tætt samband er millum at síggja nógvan harðskapsfilm, at vera úr arbeiðarastættini og at fáa javnt vánalig støðumet í skúl­anum. At verða við í einum vinarskara, ið summi kalla banda, sum javnan hyggur at harðskapsfilmi, kann tí skiljast sum ein sjálvsverja, tá sjálvvirðið verða hótt ikki bara heima, men eisini í skúla. Áðurnevndi svenski gransk­­ari sigur, at drengir úr arbeiðarastættini, sum saman við javnlíkum spæla nógv við teldu og hyggja nógv at filmi, sjáldan fáa høvi at vísa teirra førleika í skúlanum. Hetta tí, at skúlin byggir á miðalstættina og hennara avmarkaðu hugsan um dannilsi, har spæl og leikur ikki tænir persónliga mennandi endamálum og tí eru útihýst, sigur svenski Roe. Hin góða menniskjan Tað, sum stingur eina djúp­ asta í okkara skúla- og læru­ mentan, er ivaleyst hin “góði” viljin og samstundis at skapa hitt “góða” menniskja. Við hesum grundsjónarmiði er skúlin við til at leggja sjógv millum staðfesta harðskapin í miðlunum og seg sjálvan. Stórur partur av kjakinum um miðlaðan harðskap hev­ur tí í hyggju at bøta um samfelagið, við púrastani at síggja burtur frá, ella royna at steðga miðlaðum harðskapi. At lata sum einki, ella at fordøma tann harðskap, sum er í miðlunum, kann sigast at vera ein av teim hornasteinum, ið skapa samfelagssinnaða, empatiska og solidariska samfelagsborgaran - stutt sagt hin “góða” menniskjan. Hugsast kann, at aðrir møguleikar eru, at lofta teim dreingjum, sum finna ómetaliga fragd í at síggja harðskapsfilm, uttan at skúlin tó hoknar og øll okk­ ara mentan fer um koll. Hin góði skúlin Hin góði skúlin kundi ver­ið enn betri, um vit ikki vrakaðu og stoyttu frá okkum partar av teirri mentan, sum onnur menniskju, í hesum føri serliga dreingir, brúka og finna fragd í. Góði skúli okkara kundi gjørst enn betri, um vit góvust at fortelja hes­ um dreingjum, at teir verða dølsknir, kensluleysir og býttir, um teir tilognað sær dagsins miðlatilboð, sum teir duga at handfara og skilliga dáma og hartil halda verða so sera stuttlig. Okkara góði skúli vildi verið enn betri, um vit lærdu okkum at skilja hesa stakmentan og hvussu hon virkar, ístaðin fyri at kolldøma. Fyrst og fremst hevði okkara góði skúli tó verið enn betri, um vit ístaðin fyri at berjast móti alahanda fiktivum harð­skapi, tí vit halda at hetta er so skaðiligt, loystu hesa ómetaligu fólksligu megi úr hafti og funnu fram til veruligar trupuleikar í sam­felagnum. Trupulleikar, sum ikki kemst uttanum og sum ikki kunnu vendast og dreyast, ella brúkast til ávísan, stuttskygdan fyri­mun. Men tað er ein heilt onnur søga. VIÐMERKINGAR Filmur, ávirkan og úthýstir dreingir Jens Pauli G. Nolsøe og Arne Poulsen vunnu FM fyri veteranar 2005 Bridge Bogi Simonsen Árliga FM kappingin fyri veteranar í Bridge varð leikt í Bridgehúsinum í Havn leygardagin 19. november. Treytirnar fyri at luttaka eru, at ein skal vera 45 ár, og at parið tilsamans ikki skal vera yngri enn 95 ár. Í bridge verður sagt, at besti aldurin fyri ein bridgespælara er millum 40 og 45 ár. Tá er samanrenningin millum royndir og evnir optimal. Yngri spælarar eru kanska skjótari í vendingini og hava í ávísum førum lættari við at halda konsentratiónina. Hóast hetta, so hava royndir so mikið nógva at siga, at tær meir enn so kompensera fyri lækkaðu heilasnúningarnar. Í Føroyum hava vit nógvar sterkar veteran spælarar, 24 av hesum høvdu boða frá luttøku. Kappingin varð skipað sum ein barometur kapping og spæld vóru heili 44 spøl. Kappingin gekk væl og eiga teir báðir, Jóannes Mouritsen og Robert Langaard stórt rós fyri tiltakið. Ilt er altíð at meta um hvør man fara at standa seg best, men um ein skuldi givið eitt boð uppá tr‡ tey fremstu, høvdu nokk tey flestu sagt, at Atli Han­ sen-Jógvan Ranghamar, Arnleyg Mikkelsen- Marj­un Restorff og Carl Mikkelsen-Egil Helmsdal vóru favorittarnir. Hesi trý lógu eisini heilt frammi í oddinum. Men, tá ið avtornaði vóru tað teir báðir, Jens Pauli G. Nolsøe og Arne Poulsen, sum greitt vunnu kappingina. Tað má sigast vera framúr flott, tí teir báðir hava ikki spælt stórvegis saman áður. Seks tey fremstu: 1. Jens Pauli G. Nolsøe - Arne Poulsen 2. Carl Mikkelsen - Egil Helmsdal 3. Hanus Bærentsen - Steingrím Weihe 4. Arnleyg Mikkelsen - Marjun Restorff 5. Óli Holm - Georg Egholm 6. Atli Hansen - Jógvan Ranghamar Veteranarnir dystaðust Dystir um vikuskiftið Flogbóltur - Meistaradeild kvinnur 26.11 14.00 ÍF-Mjølnir TB 26.11 14.00 SÍ-KÍF TB 27.11 14.00 Dráttur-TB KÍF Meistaradeild menn 26.11 16.00 ÍF-Mjølnir Fleyr 26.11 16.00 SÍ-Nøvan Fleyr Carl Mikkelsen og Egil Helmsdal vóru leingi væl við, men teir vórðu tiknir av Jens Paula og Arna í endaspurtinum