fríggjadagur 25. november 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 227 - 25. november 2005
Tað munnu vera fá børn - og
vaksin fyri tað - sum ikki
kenna kulu røturnar, sum
nú í fleiri ár hava verið at
hoyrt og sæð á bæði fløgu-
og videoútgávum. Og ikki
minni kendur man vinur
teirra - Trøllapætur - vera
her heima.
Og framvegis verða tað
fyrst og fremst føroykt
børn og barnsligar sálir,
sum koma at fáa gleði av
teimum. Eitt nú við nýggjari
uppsamlingsútgávu, sum
skjótt verður at fáa í handlum
kring landið.
Men samstundis er eisini
ætlanin, at tey í londunum
kring okkum eisini skulu
fáa møguleikan at uppliva
hetta. Nú til jóla kemur
nevnliga ein nýggj útgáva á
íslendska marknaðin. Kætir
krakkar og Trøllapétur eitur
útgávan, sum fyrst og fremst
inniheldur íslendskar útgávur
av løgum hjá Kularrótum,
men har Trøllapætur tó eisini
er at hoyra.
Ætlandi verður talan
seinni eisini um eina útgávu
hjá TrøllaPæturi.
-mørk
Seinasta markn
aðarátakið hjá
Kalli er grundað
á sonevnda virala
marknaðarførslu.
Slík munn til muns
marknaðarførsla
kann vera eitt gott
amboð, tá ið smærri
fyritøkur kappast við
tær størru
Marknaðarførsla
Tíðindaskriv frá Kalli
Seinastu vikurnar hevur Kall
skipað fyri lýsingaátakinum
»1000 sms« sum hevur til
endamáls at marknaðarføra
eitt telekort, ið gevur kall
kundum 1.000 sms-boð
niðurfyri. Átakið er grundað
á veruliga og nýstovnaða
tónleikabólkin, The Mes
sage, sum fýra kendir ung
lingar manna. Hesir hava
gjørt og tikið upp løg, ið
onkursvegna eru sprottin úr
hugskotinum um tey 1.000
sms-boðini frá Kalli. Átakið
kemur á hámarkið í dag,
hósdagin 24. novembur, tá
ið The Message fer á pall í
SMS at framføra heitislagið
á útgávuni (telekortinum)
»1000 sms«. Átakið endar
við, at The Message fer kon
sertferð kring landið.
Eins og virus
Slík øðrvísið marknaðar
førsla er ikki áður roynd so
miðvíst í Føroyum.
Lýsingahátturin er grund
aður á enska hugtakið »viral
marketing« sum sn‡r seg
um at fáa eini boð at spjaða
seg sum ein og hvør lívvera
ella virus. Við lýsingum og
tíðindaskrivum leggur tú út
kunning um ávíst evni, og so
taka fólk, ið aloftast samskifta
sínámillum við teldu ella tele
fon, tíðindini til sín og senda
vinum og kenningum tey.
Hetta verður mangan rópt
munnur til muns hátturin,
hóast tað heldur átti at itið
teldu til teldu ella telefon
til telefon hátturin. Hvørki
landafrøði ella gomul
miðlamørk eru forðingar
longur, og fólki nýtist ikki
at hava ávísar førleikar
til tess at vera við. Hetta
er fullkomiliga markleyst
samskifti: Øll kunnu skriva
alt altíð, og nevndu tíðindi
um nýggja bólkin og nýggju
útgávuna ferðaðust tí so
skjótt sum snarljósið.
Kularrøtur og
Trøllapætur til Íslands
Jólagáva: Tíni bíløt í álminakkanum
Málini á álminakkanum eru 30x42
cm. Útsligin er hann tvey tjúkk A4
ørk við einum spirali í miðjuni.
Áhugaður?
Fær inn á www.jetprint.dk/fo
Bílegg álminakkan hjá:
JetPrint ApS
T-post: álminakki@jetprint.dk
Tlf: +45 86 98 76 66 * + porto og eksp. Kr. 92,- óansæð mongd.
JetPrint ger eisini prent- og kopiuppgávur
169,-
Pr. stk. við 3 eins
álminakkum
149,-
Pr. stk. við 5 eins
álminakkum
Síðsta bíleggingarfreist
fyri levering áðrenn jól
er 8. desembur
Nú sleppa íslendsk børn eisini at lurta eftir kulu rótunum
Túsund sms og eitt átak
Tað er tónleikabólkurin, the Message, sum er snúningspunktið í
nýggja átakinum hjá Kalli
Mynd: Jens Kristian Vagn
Seinasta vikuskiftið
var tað besta í søg
uni hjá Havnar
Bio. Ongantíð áður
hava so nógv fólk
verið í biograf eitt
vikuskiftið, og
orsøkin til tað var
nýggi filmurin um
Harry Potter
Biograf
Eyðun Klakstein
Áhugin fyri stórfilmum
merkist eisini í Føroyum.
Nú tann fjórði filmurin
um Harry Potter varð frum
sýndur í Havnar Bio síðsta
vikuskiftið, var áhugin fyri
at hyggja eftir filminum
sera stórur.
– Vit seldu eini 1000
atgongumerki,
áðrenn
filmurin yvirhøvur var vístur,
sigur Jákup Eli Jacobsen,
sum rekur Havnar Bio.
Og vikuskiftið royndist
eisini væl, tí ongantíð
áður hava so nógv fólk
verið í Havnar Bio eitt
vikuskiftið.
– Hesin filmurin hevur
fingið sera góða byrjan,
og soleiðis var eisini í
Danmark, men enn vita
vit ikki, um áhugin fyri
hesum filminum varðar
líka leingi, sum vit hinum
filmunum um Harry Potter,
sigur Jákup Eli.
Ætlanin er, at Harry
Potter-filmurin verður
sýndur í Havnar Bio fram
til 14. desember, tá ein
annar stórfilmur verður
frumsýndur. Tað er filmurin
King Kong.
Havnar Bio hevði
sítt besta vikuskiftið
nakrantíð