fríggjadagur 25. november 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 • fríggjadagur • 25. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Heimsin størsta marathon-renning var á skránni næst
seinasta vikuskiftið. Millum teir 37.000 luttakararnar
var eisini føroyska Birita Lassen, sum her hugleiður um
serligu mentanina, sum fylgir eini slíkari renning
Marathon-frásøgn
Birita Lassen
Tað er eingin ivi um, at New
York City Marathon er so nógv
tann mest víðagitna marathon-
renningin í heiminum. Við
sínum 37.000 rennarum, og
hálvari triðju millión áskoðarum
hevur hetta mest sum eina
magnetiska ávirkan á allar
marathon-rennarar. Og júst hetta
endurspeglast eisini onkursvegna
í íðkarunum sjálvum.
Fyri tað nógva er talan nevn
liga ikki um elitu-rennarar, men
púra »vanligar« motionistar, sum
bara hava sum mál at stríða seg
ígjøgnum stóru avbjóðingina,
sum teir 42.195 metrarnir eru.
42 kilometrar, sum strekkja seg
gjøgnum Staten Island, Brooklyn,
Queens, Bronx, Harlem og
Manhattan - síggja og merkja
tær ymisku mentaninar, teirra
atferð, klæði, relegión, tónleik
o.s..fr.
»Come on Faroe Islands«
Kl. er 5.30 hendan sunnumorg
unin, og eg eri stødd í einum
bussi á Manhattan á veg til
Staten Island har startskotið
verður latið. Fitt av fólki eru
í gøtunum har bussar standa
framvið allastaðni. Øll hesi hava
okkurt við marathon at gera. Allir
hesir 37.000 rennarnir skulu nú
út úr býnum, áðrenn tann vanliga
morgunferðslan byrjar.
Alt er væl fyriskipað, vit
fáa okkurt lítið ábit og okkurt
drekkandi. Posin við heitu
klæðunum til eftir renningina
verður avleveraður. Tey flestu
eru nú bara í onkrum gomlum
venjingarbúna fyri at halda
varmanum, tí tá vit nærkast
startinum verða klæðini tveitt á
vegin, har alt verður givið til tey
heimleysu.
Kl. er 10 og NewYork City
Marathon nr. 26 er byrjað. Sól
in skínur og stemningurin er
fantastiskur og úr hátalarunum
framvið rungar hitt væl kenda
lagi hjá Frank Sinatra New York,
New York..
Komin yvirum eina av
heimsins størstu heingjibrúm
Verrazano Narraows Bridge,
gongur leiðin gjøgnum Brooklyn
har fólk í túsundatali standa og
heppa. Her er tónleikur at hoyra
allastaðni, rock, steel og ikki at
gloyma jazztónleikin. Hetta er
tann parturin av New York har
flestu afroamerikanarir búgva.
Hetta er beint í kirkjutíð, tey
gera ikki mætari enn at opna
allar kirkjudyr soleiðis, at hesi
frálíku gospelkórini eisini fáa
sína ávirkan á henda sera festliga
dagin.
So gongur leiðin víðari gjøg
num tann jødiska býarpartin.
Her er ein sannur friður, tú sært
fólkið men hoyrir tey knapt
nokk. Tað er bannað at klappa
og bríksla, tí knipsa tey við
fingrunum fyri á hendan hátt at
vísa sín stuðul.
Komin til Queens møta vit
aftur eini larmandi mannamúgvu,
sum øll upp á ein ella annan hátt
vilja hjálpa tær gjøgnum hesar
42,195 km.
Her er tað reggae tónarnir sum
hevja seg upp um alt annað. Um
Queens kann eg annars nevna, at
her finst størsta grikska gettoin
sum er uttanfyri Grikkaland.
Men einki kann samanberast
við tað móttøku ein fær, tá tú
rennur inn í hjartað á Manhattan.
Brandbilar vóru stillaðir upp
næstan so langt eyga røkk,
stigarnir koyrdir í topp og har
sótu brandmajoranir og rópa og
klappa. Teir rópa og teir rópa
hart. Eg hevði Merkið framman á
troyggjuni og á rygginum, har tað
eisini stóð, hvaðani eg kom. Tað
bleiv rópt ferð eftir ferð »Come
on Faroe Islands - you can do it«!
Eisini sá eg hópin av koyristólum
og gomlum fólki, sum óiva
hoyrdu heima á ellisheimum ella
onkrum líknandi.
Broncks var svii
Tá eg kom til býarpartin Bronx,
kundi eg ikki lata verða við at
hugsa um havnamannin Jonas
Broncks, sum staðið er uppkallað
eftir. Søgan sigur at Jonas Bronx
sum arbeiddi fyri »Hollands
vestindiske kompagni« kom til
USA í 1639. Tað sigst at hann
bleiv ein múgvandi maður,
eftir at hava keypt jørð frá
indianarunum. Men seinni á
túrinum fekk eg at vita frá einum
svenskum feraleiðara, at Jonas
Broncks als ikki var føroyingur,
men kom úr Skåne í Svøríki. Eg
fekk sum vátan vøtt, royndi at
mótmæla men til fánýtis.
Nú var tað stóra takið eftir,
úr Bronx gjøgnum Harlem
og til málið í Central Park.
Tað var stúgvandi fult av fólki
allastaðni framvið, eg havi aldrin
fyrr sæð nakað líknandi. Tað
var ein sannur lætti at síggja
trøðini í Central Park, komu
framvið tí kenda skoytubananum
sum vit kenna frá ymiskum
filmupptøkum, og síðani kom
»Strawberry Fields« har minnis
varðin um John Lennon var
lagdur.
Tann seinasta teinin til málið
klárar ein, líkamikið hvat. Eg
føldi at fjepparnir høvdu ikki
annað uppiborið enn at eg kom
á mál í øllum góðum - her kundi
ein ikki svíkja.
At hugsa sær, at New York
- ein pulserandi metropolur sum
aldrin svevur - setur æru í , at tú
sum marathonrennari fær eina
heilt serliga uppliving. Og øll
kalla seg bara rennarar - eingin
hugsar um bakgrund, starv,
ársinntøku ella annað - vit eru
her fyri at renna.
42 kilometrar
av mentan
Tað sær imponerandi út, tá
teir 37.000 rennararnir byrja
renningina við Staten Island
Mynd: Reuters