fríggjadagur 25. november 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
27
Sigoynarar
Snorri Brend
Smederevo,
Serbien: - Friður!
Friður!! Nú skal
vera tøgn!!!
Starvsfólkini
royna at sissa
børnini, men tað
er ikki bara sum
at siga tað. Tey 30
sigoynarabørnini
eru komin upp
í snúningar, og
tað skal eitt størri
arbeiði til at fáa
tey at róa seg
niður aftur.
Tey hava júst
havt eina løtu við
tónleiki, dansi
og hopping.
Eitt band hevur
koyrt eina løtu
við honum, fyri
tey so vælkenda
og vældámda
tónasmiðinum
Dragan Lakovitj –
tað serbiska svarið
til Hans Andreas
Djurhuus.
Soleiðis hevur
gingið eina góða
løtu, men nú skal
ein broyting gerast
í skránni. Nú skulu
børnini til borðs, tí
nú verður arbeiði
við modellerevoks
á skránni.
Hann roynir at
rópa fyri at fáa tey at tagna, men
einki nyttar. Hann ger nú eitt
tekin við hondum sínum – sama
tekin, sum brúkt verður í ítrótti,
tá ein venjari ynskir eitt time-out
fyri lið sítt.
Nú riggar. Børnini hava lært
at hetta teknið merkir tøgn, og
tagna tey nú so líðandi. Nú er
tíð at fara víðari í skránni henda
morgunin.
Hetta er nakað teimum dámar
– at kunna skapa nakað burtur úr
hesum evninum, og evna tað til
trø, slangur, karmar og so fram
vegis. Bara fantasi’urin setur
mørkini.
Ghetto
Tá vit hugsa um barnagarðar,
so er vanligt at hava ein lágan
bygning við stórum spæliplássi
uttanum. Einki við trappum og
slíkum, sum børnini kunnu detta
í.
Men her, uttarlaga í Smederevo
er øðrvísi. Rættiliga øðrvísi.
Hesin barnagarðurin liggur
í fyrsta lagi langt burtur frá
støðum, har fólk vanliga ferðast
og koma. Hann liggur uttarlaga
í býnum – heilt harúti, har tey
fátæku búgva. Har sigoynararnir
eru - mitt í eini ghetto.
Í øðrum lagi er barnagarðurin
ikki ein veruligur barnagarður.
Hann heldur til í felagshúsinum
hjá einum av fótbóltsliðunum
í býnum. Í roynd og veru í
ovaru hæddini, har pláss annars
skuldi vera til skiftisrúm hjá
leikarunum.
Í triðja lagi er einki væl útgjørt
spælipláss rundan um henda
barnagarðin. Ongar reiggjur,
sandkassi og tílíkt. Men innan
hugna tey sær óført bæði við
sangi, spæli og handaligum
virksemi.
Og í fjórða og síðsta lagi er
her talan um ein barnagarð fyri
børn, sum mong onnur í býnum
ikki vilja vita av ella vilja hava
nakað við at gera. Fyri mong eru
sigoynararnir nevniliga óynsktir,
men her í barnagarðinum í
sigoynara-býarpartinum eru tey
meiri enn vælkomin.
Her verða tey møtt við vælvild
og við kærleiksfullum favnum frá
starvsfólki, og nú somuleiðis frá
gestunum henda dagin.
Hetta var dagur í viku.
Bókstavir og tøl
Gestirnir eru nú komnir inn í
rúmið sum er karmur um barna
garðin hjá Samanthu.
Her er talan um eitt hampiliga
stórt rúm, sum er í slíkari stødd
at børnini trívast har og fáa rørt
seg. Og ikki minst, at tey eisini
kunnu hugna sær saman hvønn
einasta dag.
Allir veggirnir eru av betongi,
og tað ger helst sítt til, at meiri
óljóð er at hoyra her enn vanligt
er í einum føroyskum barnagarði.
Hetta hevur kortini ikki forðað
starvsfólkunum í at gera tað
hugnaligt inni fyri børnunum.
Allir veggirnir eru nevniliga mál
aðir við tekningum av ”livandi”
og lívligum børnum – júst so
sum børn eiga at vera.
Tað eru kortini ikki bert tekn
ingar á vegginum. Børnini hava
eisini lært bókstavirnar og tølini,
og eina vegginum eru tekningar
gjørdar til hvønn einstakan bók
stav. Á hinum vegginum standa
tølini og til hvørt talið er eisini
ein tekning.
Telda
Í einum horni er eitt borð og á
borðinum stendur eitt tól, sum
neyvan finst í mongum barna
gørðum í Føroyum. Ein telda.
Hóast børnini neyvan munnu
eiga eina slíka heima við hús, so
hava tey her atgongd til tað, sum
er hvørs mans ogn í Føroyum.
Teldan hevur ikki samband
við umheimin, men í telduni eru
fleiri spøl, sum børnunum dáma
væl at brúka.
Áhugin fyri telduni er so
stórur, at vit hava verið noydd at
avmarka nýtsluna hjá børnunum,
sigur eitt av starvsfólkunum.
Børnini fáa tí bert fimm
minuttir í part. Og hesir minutt
irnir verða brúktir fult út. Tey
vita, hvar tey skulu byrja hetta
spælið og tey vita alt um, hvussu
ein spælir hetta.
Her ræður um at raka nakrar
dunnur, sum koma skjótari og
skjótari fram við skíggjanum.
Ein kann skjóta
nógvar dunnur
uppá hesa stuttu
løtuna.
Heppin
Samantha er
heppin. Hon er
sloppin í nakað,
sum bert fá av
hennara ættfólkum
hava havt møgu
leika fyri.
Spurningurin er,
hvat síðani skal
henda við henni.
Hava foreldur
hennara eitt ynski
um, at hon skal
sleppa víðari til
nakað, sum tey
ikki kundu, ynsktu
ella kanska vildu?
Eitt stórt arbeiði
skal gerast – og
er í gerð - fyri at
sannføra foreldrini
um týdningin av
at senda børn síni
í skúla. Soleiðis
at børnini í minsta
lagi kunnu fáa eina
skúlagongd og
kanska eisini eina
útbúgving einaferð
í framtíðini.
Ella ynskja
tey at halda
fast við gamlan
sið, og nærum
melda seg út úr
samfelagnum, eins
og samfelagið hevur meldað pass
til sigoynararnar?
Hetta er ikki spurningar, sum
lítla Samantha fær svarað uppá.
Í dag er lívið bara herligt, uttan
trupulleikar og stuttligt. So kann
framtíðin bara koma – av sær
sjálvari ella soleiðis sum hon
sjálv skapar hana.
Dagurin ídag var í øllum førum
góður. Hon hevur havt ein góðan
dag í barnagarðinum. Og nú
hevur hon so eisini fingið ein
nýggjan vin.
Bara Marit kemur skjótt aftur!
- Ein barnagarður fyri framtíðina
At síggja til er hesin barnagarðurin hjá Samanthu, Agron og øllum
hinum mongu børnunum ikki júst ein slíkur sum vit eru von við
her á landi.
Hóast Agron (hm) hevur hug at arga
Samanthu viðhvørt, so finna tey eisini væl
út av tí, tá okkurt praktiskt skal gerast
Marit gumma er komin
at vitja í barnagarðinum.
Samantha er júst liðug við
eina tekning, sum Marit
skal fáa