fríggjadagur 25. november 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 227 - 25. november 2005
Føðingardagur
Orð/myndir: Snorri Brend
Nólsoy: - Hvar hevur tú verið?
Kemur tú nústaðni?!
So fattur sum nakar unglingi
situr hann har við borðið. Træ
borðinum í egnum køki. Situr
í roynd og veru og bíðar eftir
blaðmanninum. Og hevur helst
gjørt tað eina góða løtu.
Borðið er longu dekkað, - til
tríggjar. Kaffikannan stendur á
borðinum við nýgjørdum kaffi
og ein góð kringla frá onkrum
bakara í Havn stendur somuleiðis
á borðinum.
Á borðinum liggur eisini
nakað, sum Emil neyvan kann
vera fyriuttan: Sigarirnar av mark
inum Amulet. Og ein tendrari,
sjálvandi.
- Her er dekka upp til tríggjar,
men eg veit ikki, Bjørn honum
dámar ikki kaffi. So vit eiga bara
kaffið einsamallir, vit báðir, sigur
hann skemtandi á málinum.
Eg skeinki honum í koppin og
síðani mær sjálvum. Hann koyrir
fyrst mjólk í, síðani sukur.
- Hygg, her er bæði mjólk og
sukur. Brúkar tú útí? Ikki?! So er
tú ein rættur maður!
Hann fær sær ein sopa av
kaffinum, setur koppin aftur á
skálina, skoðar blaðmannin eina
løtu og spyr so, hvar vit skulu
byrja samrøðuna.
- Tú má bara tosa hart, tí eg
havi heldur vánalig oyru.
Fyrsti spurningurin verður
settur, og samrøðan er í
gongd. Samrøðan við henda
megnarmannin, sum hevur rokk
ið mongum málum í sínum nú 90
ára langa lívi.
Men hann er ikki liðugur við
tað, sum onkur kanska vildi skírt
lívsverk hansara.
Klárur við kaffinum
Veðrið er av tí allar fagrasta
henda mikumorgin í vikuni.
Náttin var merkt av vindi, men
nú hevur sólin kagað undan eina
løtu.
Ritan leggur at bryggju í
Nólsoy sum hon er von. Eg leiti
mær í land, og byrji samstundis
leitingina eftir húsunum hjá
Emil.
Veit ikki nágreiniliga, hvar
hann býr. Men tað veit bygdar
fólkið sum vera man.
- Far tær niðan á ovara veg,
beint niðan frá her. So sært
tú eini eyðkend hús við gróti,
flagtekju og úr timbri. Tú sært
tey beinanvegin. Har býr Emil,
svarar ein nólsoyingar mær blíd
liga aftur.
Rætt hevði hann. Húsini
eru eyðkend og løtt at finna.
Spurningurin er nú, um hesin
aldrandi maðurin er á fótum.
Klokkan er ikki meiri enn farin
av 10.
Summum eldri fólkum dáma
væl at sova nakað út á morgunin,
men tað ger Emil altso ikki!
Hann situr klárur við kaffinum,
tá eg komi á gátt.
Trælitir
At tað eru eini serstøk hús, sum
Emil býr í, tað er eingin loyna.
At talan er um eini hús í gomlum
føroyskum sniði, sæst skilliga -
bæði uttan og innan.
Portrið er úr træi við eini slá
sum lás, og tað sama er handa
takið til høvuðsdyrnar. Tú kemur
innar í forstovuna, og har er
mín sann enn ein træhurð við tí
serstaka lásinum.
Eg pikki á dyrnar, og úr køki
num verði eg biðin at koma
innar. Og har situr hann so á
einum træbeinki - og hevur helst
sitið soleiðis eina góða løtu og
bíðað.
- Tað var uppá tíðina at tú kom.
Eg var vorðin so kaffitystur av
at bíða!
Eg tríni innar í køkin, og eitt
tað fyrsta eg leggi merki til eru
litirnir á vegginum – ella tørvin á
hesum. Í roynd og veru eru eingir
litir innanveggja: Alt er bara úr
træi - trælitir.
- Eg protesteraði móti at nakað
skuldi málast herinni, sigur hann.
Eg seti meg við borðið. Tað er
mín sann eisini úr træi og bonk
urin við. So hugnaligt, heitt og
heimligt inni í hesum sermerkta
húsinum.
Krevjandi spurningur
- Tú, ja. Hvat vilt tú vita?, er
fyrsti spurningur hansara til mín.
Tað var nú eg, sum var komin
at seta honum nakrar spurningar.
Men sama ger.
- Jú, sært tú. Tað at hava givið
so nógvar áhugaverdar bøkur út
í so mong ár - hvussu kom tað í
lag?
Eg fái ikki svarið beinanvegin,
tí hann skal fyrst festa sær í
Amulet-sigarina. Við tryggum
handalagi fær hann sigarina úr
pakkanum, og festir sær síðani í
við tendraranum.
Hann fær sær ein góðan guv av
sigarini og blæsir myndiga roykin
upp í loft. Einki við at blása
roykin yvir matin og kaffi, sum á
borðinum stendur.
- Hatta er ein krevjandi spurn
ingur, og hann krevur eitt langt
svar. Vit mugu eisini fara langt
aftur í tíðina, heilt aftur til
barnaár míni, sigur Emil.
Illir við íslendingar
Emil byrjar síðani eina frásøgn
um íslendingar, íslendska
søgu og íslendska megi, -
ein veruleika, sum ikki allir
føroyingar hildu so nógv um.
Hesa løtuna verður blaðið
Dimmalætting ofta nevnt, tí tað
fór so illa við íslendingum og
avrikum teirra tá í tíðini.
- Eg helt sjálvur, at tað var sera
løgið at eitt føroyskt blað skuldi
fara so illa við einum fólki, sum
var brøðratjóð okkara. Eg meini,
hetta fólkið býr í einum landi,
sum varð mett sum 5. besta
landið í verðini.
- Var tað nakað sum eyðkendi
tey, so var tað áhugin fyri
málinum, mentanini og bók
mentunum. Hetta sama vildi eg
eisini sleppa at geva føroyingum,
og tí fór eg undir at geva út
bøkurnar gjøgnum Bókagarð,
sigur Emil.
Fyri hann var greitt, at skuldi
hann røkka hesum málinum, so
mátti tað gerast við at útvega
børnunum og teimum ungu góðar
føroyskar bókmentir. Á henda
hátt kundu tey vaksa so at siga
upp við hesum bókmentunum,
heilt frá barnsbeini av.
Vit hava nú sitið saman og
drukkið kaffi eina góða løtu, og
eg skilji, at hann hevur hug at
fara innar í stovuna at seta seg í
sofuna.
Hóast sín høga aldur fer hann
heldur lættliga á føtur, og við
sínum eyðkenda svarta stavi fer
hann fram við borðinum og innar
í stovuna.
Millum stovuna og køkin er
ein heldur høg gátt fyri ein 90
ára gamlan mann. Men tað bilar
einki, tí lættliga fer hann upp um
hana og setur seg í sofuna.
Sumbiar-hjarta
Hann setur seg í sofuna, festir
sær í enn eina sigar, og sigur seg
vilja vísa mær eina samrøðu, sum
Sumbiar-hjartað eigur lívið í mær
Hóast bókaútgevarin Emil Juul Thomsen í Nólsoy hevur givið
hundraðtals bøkur út, so er hann ikki komin á mál enn. Nú hann
fer um tey 90 árini sunnudagin, hevur hann framvegis eitt ynski á
hjartanum: At geva eina bók út um listarmannin Steffan Danielsen.
- Næst eftir Mykines er hann okkara besti málari, sigur Emil.
Emil hevur fingið fleiri heiðursprógv uttanlanda, og tá avmyndast skal fer hann fegin í ”galla”