fríggjadagur 25. november 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
29
hann hevði við íslendskt sjónvarp
fyri nøkrum árum síðani.
Eg loyvi mær at spyrja hann
enn ein spurning, áðrenn sjón
varpið verður tendrað: Hvussu
tað ber til, at hann framvegis er
við so gott mót, hug og framvegis
hevur ætlanir um bókaútgávur.
- Tað ber so væl til, sigur hann,
sum um tað var nakað at spyrja
seg um. - Frágreiðingin er hon, at
eg havi eitt hjarta úr Sumba!
Hetta krevur sum vera man
eina frágreiðing, og hana gevur
hann eisini:
- Sært tú, tað er nakað serstakt
við Sumbiar-hjartanum. Tað er
sum um eg ongatíð havi merkt at
eg havi nakað hjarta.
- Eitt slíkt hjarta úr Sumba, tað
er har bara. Tað er øgiliga sterkt,
slær tá tað skal og er eisini sera
áhaldið og treyst, skal eg siga
tær. Soleiðis er tað bara!
At hetta Sumbiar-hjarta enn
slær likamliga, tað er so eitt.
Men hetta sama hjartað slær so
sanniliga eisini eitt stórt slag fyri
tær føroysku bókmentirnar.
Akademiskur heiður
Stovan í heiminum hjá Emil er
eisini sermerkt á mangar mátar.
Hon er, eins og køkurin, úr træi
og prýdd við málningum úr
ymiskum støðum her í bygdini.
Á tí eina vegginum hanga
fleiri myndir, sum munnu hava
havt enn størri týdning fyri Emil
enn málningarnir: Hetta eru
heiðursprógv hann hevur fingið
úr øllum Norðurlondum.
Millum hesi man tað, hann
fekk 2. juni 1978 helst vera
tað, ið størsta fagnaðin eigur:
Tann dagin, tá Emil gjørdist
heiðursdoktari við lærda
háskúlan í Lund. Eitt heiðurligt
minni um eitt framúr avrik.
Sverri Egholm hevur lýst hetta,
so væl í einum ummæli av hesi
stórhendingini. Sverri skrivar
soleiðis:
“Rætt sum í ævintýrinum: tann
fátæki skómakaralærlingurin
við ongum bókligum lærdómi
verður “doctor honoris causa”
- fær størsta akademiska heiður,
sum gevst við eitt lærdómssetur
og sum bert unnast teimum heilt
fáu!”
Hetta fór fram bert 10 ár
eftir at Emil var farin undir
útgávuvirksemið sítt. Longu
tá vóru um hundraðtals bøkur
givnar út, og síðani tá er eitt stórt
tal av bókum somuleiðis givnar
út gjøgnum Bókagarð.
Fólki flest munnu hava dámað
væl hesar útgávurnar, men Emil
hevur eisini havt sínar atfinnarar.
Í samrøðuni við íslendska
sjónvarpið segði hann tí eisini,
at ein profetur er ofta illa lýddur
- ella vanvirdur - í sínum egna
heimlandi.
- Eg skilji ikki rættiliga hví
so er, segði Emil við íslendska
sjónvarpið. - Eg havi brúkt
nógvan pening uppá hesar
bókaútgávurnar, og eg havi so
ikki forvunnið stórar upphæddir.
- Tað er altíð torført at bróta
upp úr nýggjum, segði hann í tí
samrøðuni.
Kvæðabøkurnar
Tá ein so hyggur seg runt
um í stovuni, so varnast ein
skjótt at her er ein ávísur
samanhangur. Tað er, sum um
hesi heiðursprógvini stara ímóti
einum av stóru – kanska størstu
- úrslitum Emils.
Fyri nøkrum arum síðani
setti Emil sær nevniliga fyri at
fremja enn eina ætlan: At geva
tey føroysku kvæðini út í bók.
Óneyðugt er at siga, at hetta er
eitt megnararbeiði: Eru kvæðini
mong í tali, so eru ørindini tað
enn meiri - kanska millum 70 og
80.000 tilsamans.
Fyri honum var greitt, at
skuldu øll hesi út í eini bókarøð
so fór helst at verða talan um
einar 40 kvæðabøkur tilsamans.
Hesar skuldu allar gevast út yvir
fleiri ár.
Hetta visti Emil, og hann visti
samstundis, at tað ráddi um hjá
honum at bera skjótt at skuldi
hann sjálvur fullføra hesa ætlan
sína.
Á rað á træborðinum standa nú
35 kvæðabøkur so erpnar. Hesar
eru allar komnar út tey seinastu
árini, men enn vanta nakrar í til
røðin er fullkomin.
- Eg skal siga tær sum er, at eg
havi biðið til Gud um at eg mátti
liva so leingi, til øll hesi kvæðini
kundu koma út. Og nú sær tað
út til at tað eydnaðist mær, sigur
hann.
So seint sum hósdagin í hesi
vikuni skuldi Bjørn fara til
Havnar eftir teimum báðum
seinastu bindunum í hesi ótrúligu
bókarøðini. Nú er hetta verkið so
fullkomið.
Bók um Steffan
Men Emil er ikki liðugur enn
við ætlanum. Tvær ætlanir aftrat
liggja fyri framman: Komandi ár
kemur út eitt innihaldsyvirlit yvir
allar hesar 37 kvæðabøkurnar.
- Í hjartanum á mær liggur
eisini eitt stórt ynski um at geva
út eina bók um listamálaran
Steffan Danielsen (1922-1976)
higani úr bygdini. Tað arbeiðið
er í roynd og veru longu farið í
gongd.
- Ta bókina eri eg øgiliga
spentur uppá, tí, skal eg siga
tær, - næst eftir Mykines, so er
Steffan besti málarin, sum vit
føroyingar nakrantíð hava átt,
sigur Emil.
Henda bókin verður so enn
ein bók í røðini av bókum við
varandi virði. Bøkur sum prýða
mong føroysk heim í dag, og
bøkur sum hava stóran týdning
fyri mentunararv okkara.
Men hinvegin, - tosa ikki um
aldur við Emil. Tosa ikki um
nakað lívsverk hjá Emil. Tað
hava onnur gjørt, og tað kunnu
onnur meta um.
Her situr í øllum førum ein
aldrandi maður, sum ikki hevur
lagt nakrar árar inn, og hevur
fleiri ætlanir fyri framman.
Kanska fleiri ætlanir enn mangir
av javnaldrum hansara.
Góða eydnu og góðan
føðingardag!
Frá skómakara til útgevara
Í november 1978 gav Bókagarður út 10 ára minnisrit sítt. Í hesi
útgávuni skrivar Sverri Egholm m.a. um Emil Thomsen, tá hann
gjørdist heiðursdoktari:
“Øll munnu vit vera errin og takksom. Kenna okkum eiga lut
í hesum heiðuri, sum er ein útlendsk hámeting av landsmanni
okkara og harvið av landi og fólki okkara.
Vit eru eisini eitt sindur foy. Hava vit givið hesum slóðbrótandi
arbeiði Emils nóg stóran ans? Hava vit ikki sýnt honum meiri
øvund enn takksemi?
Væl veit eg, at føroyingurin fær seg so illa at vísa alment slíkar
kenslur sum takksemi og virðing. Kortini er tað lítið sum skal til
fyri at eggja og stimbra. Bert eitt blídligt orð er almikið vert - og
tað hava vit øll ráð at lata.
Tað, sum Emil Thomsen hevur avrikað eftir 10 árum er meira
enn eitt manndómsbragd. Tað er eitt ótrúligt undur, ið hvat tú so
annars heldur um mannin og verkið.
Emil kom av fátækum fólki. Lærdi skómakarayrki, men vísti
seg seinni at hava stak gott hegni sum sølumaður.
Frá at selja dustsúgvarar fekk hann tað innskot - sum mangir
hildu vera ørt - at fara undir endurprenting av okkara gomlu
útseldu bókmentum.
Við fanatiskum áræði og stálsettum vilja, sum fáum er unt at
hava, tveitti hann seg út í hetta váðaverk, uttan fyrst at søkja um
ella vissa sær fíggjarliga trygd frá nøkrum.
Tá so fyrsta royndin eydnaðist og hinar við, og hann framvegis
ikki bað um almennan ella annan fíggjarstuðul, fóru summir at
óttast fyri, at maðurin helst fekk peningaligan vinning burtur
úr váðaverkinum. Slíkt hevði verið óhoyrt og tí helst eisini
ómoralskt!
Eg kenni meg sannførdan um, at tað als ikki er fyri peninga
ligan vinning at Emil er farin undir bókaútgávuvirki sítt. Tað
sæst m.a. av tí kræsna úrvalinum og tí stóru og stútt vaksandi
bókagoymsluni við bundnum útgávupeningi. Bøkurnar eru allar
yvirhøvur væl útgjørdar og prísirnir ikki órímiligir. Sjálvandi,
gevur sølan hall, so steðgar bókaútgávan av sær sjálvum, og tað
hevði verið stórt spell”.
Við sigar í munni, pakka í hond og stavi í hinari – soleiðis kenna vit eisini Emil, her hann er avmyndaður inni í
køkinum
”Tað, sum Emil Thomsen hevur avrikað er meira enn eitt manndómsbragd.
Tað er eitt ótrúligt undur, ið hvat tú so annars heldur um mannin og verkið”