Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 227 - 25. november 2005 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Tolin, treiskur og stillur Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Eg veit ikki heilt, eg haldi, at eg man øgiliga ofta siga ”upp á ein máta” Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Eg haldi, at man leggur fyrst merkið til eyguni, men eg hyggi at øllum persóninum Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Eg brúki umleið ein hálvan tíma Hvat stressar teg? Tað stressar meg, tá fólk ikki halda avtalur. Men eisini tað sum man ikki nær at fáa liðugt stressar, og sjálvandi eisini tað at bíða eftir fólki Hvat gleðir teg? Tá tað gongur væl hjá børnunum og teimum sum eg kenni. Nær feldi tú seinast eitt tár? Tað man hava verið onkuntíð, tá man hevur hugsa um onkran, sum ikki er meira. Nær smakkaði tú tær seinast á? Seinastu ferð eg smakkaði mær á var fyri 10 døgum síðan, tá Deiggj spældi í Kagganum, tá drakk eg eina øl ella báðar tvær. Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt? Eitt ynski var at fáa húsini liðug umbygd, áðrenn dótturin varð konfirmera. Eg mátti arbeiða hvønn dag einar 10 tímar, tað er nokk seinasta ynski sum eg fekk uppfylt. Annars vóru vit í summar í Kroatia saman við familju, tað var eisini øgiliga stuttligt. Hjá mær ganga vanliga nógv ynski í uppfyllilsi. Hvar arbeiðir tú? Samskipari og projektleiðari í Norðurlandahúsinum, har takið eg mær av alskins uppgávum. Í frítíðini fáist eg nógv við tónleik. Eg venji og arbeiði við tónleiki í garaguni, sum vit hava umbygt til venjingarhøli. Hvørji ráð hevur tú til fólk, sum ætla sær at arbeiða við at fyriskipa mentanartiltøk? Fyrstvvv og fremst skal man vera aktivur og engagera seg, tildømis í felagsskapum sum FUT ella Grót. Fyri meg byrjaði hetta arbeiðið sum eitt hobby. Eg fyriskipaði tiltøk í Suðuroynni fyrr, og niðrið tá eg búði har. Seinni fór eg í FUT nevndina. Eg haldi, at tað er viktigt at brenna fyri tí. Tí hetta er ikki eitt starv tú kanst læra, hetta er nakað man er. Annars haldi eg tað vera týdningarmikið, at man fer til konsertir og annað, sum kanska ikki beinleiðis hava tín áhuga. T.d. dámar tær rokk, royn so at fara til eina klassiska konsert, ella kórkonsert. Tað er sera týdn­ ingarmikið ikki at gera mismun á fólki. Sum fyriskipari, skalt tú behandla fólk líka, fólk eiga ikki at svía fyri, at tær kanska ikki dámar tað slagið av tónleiki, sum tey spæla. Hvat er besta uppfinningin og hví? Har eru nógvar góðar upp­finn­ ingar, ein uppfinning sum hevur havt øgiliga stóran týdning er elektriski gittarin. Hann hevur havt stóran týdning fyri nýggjari mentan, hvat vóru The Beatles uttan elektriska gittarin, ella Elvis ella kanska Nirvana. Hetta er kanska eitt tað týdningarmiklasta, sum er hent í nýggjari mentan. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? 22 kr og ein plektara í tí eina lummanum, 36 kr. og ein tendrara í hinum lummanum, sjálvt um eg ikki brúki hann í løtuni, tí eg royki ikki í dag. Hvat er títt besta heimaráð? Tað besta er at rudda upp eftir sær, hetta sigi eg sjálvt um ,eg ikki altíð dugi tað so væl sjálvur. Eitt ruddiligt borð er ikki so galið um morgunin Hvør er stuttligast í Føroyum og hví? Tað eru nógvir stuttligir, Dávið Jacobsen sum er lærari á Tvøroyri, tá hann er í stødinum, er hann øgiliga stuttligur, tað eru teir flestu í orkestrinum samdir um. Hann kann vera ótrúliga komiskur Hvør er keðiligast í Føroyum og hví? Eg veit ikki, hvør tað skuldi verið – Eg haldi meg ikki hava møtt honum enn. Hvussu ofta speglar tú tær? Tað geri eg um morgunin, tá eg bustið tenn, og so tá eg eri á vesið. Flestu vesir hava spegl, so tað umgongst ikki, tað er eini seks ferðir um dagin vildi eg hildið. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Í snitt eini 4-5 um árið Hvør er tín stuttligasta uppliving í starvinum í Norðurlandahúsinum? Tað er sikkurt okkurt av Prix ballunum. Tey hava øll verið stuttlig, men eg veit ikki heilt, hvat fyri eitt hevur verið stuttl­igast. Har hevur øll árini verið góður stemningur. Fyrr um kvøldið er spenningurin nógvur, men í ballinum er spenningurin horvin, og fólk eru í góðum lag. Annars kundi Peter Turtschaninoff vera øgiliga stuttligur. Fróði Vestergaard, samskipari í Norðurlandahúsinum og sangari og gittarleikari í Deiggj, 43 ár