fríggjadagur 25. november 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
31
Fólk
Fólkabólkar hava altíð verið á
ferð. Orsøkirnar kunnu vera so
ymiskar, men hava oftast havt við
vinnugrundarlag ella politiska
forfylging at gera – ella bæði
tvey.
Sigoynarar sum ættarbólkur
eru kendir í Europa, í minsta lagi
frá 1200-talinum. Sum so mangir
aðrir fólkabólkar á ferð hava
teir ment ein hóp av mýtum um,
hvørjir teir í roynd og veru eru.
Onkur spyr: Eru teir úr Bøhmen?
Á fronskum verða teir framvegis
nevndir ”bohémiens”. Ella stava
teir úr Egyptalandi? Á enskum
verða teir nevndir ”gypsies”.
Serstøk mentan
Í dag er semja um, at sigoynarar
hoyra til indo-europeisku rasuna.
Málgranskarar eru komnir eftir,
at teir vórðu riknir út úr Indien
fyri umleið 1000 árum síðani.
Sum fólkabólkur eru tvey
eyðkenni, sum sermerkja teir:
Teir hava ikki nakra tradisjón fyri
skrivtmáli og teir ráða ikki yvir
egnum landaøki.
Men teir eru kortini ein etnisk
ur bólkur. Teir uppfata seg sum
eitt fólk og hava bygt upp egna
mentan og egnar reglur við
serstøkum skipanum at loysa
ósemjur í bólkinum.
Sigoynarar hava til allar tíðir
verið forfylgdir. Teir hava – hóast
alt – ment eina serstaka mentan,
sum á mangar mátar svarar til ta
europeisku mentanina.
Her verður serliga hugsað um
ávís sløg av handverki, menning
av tónleiki og frásøgukynstri og
handilsvirksemi.
Hinvegin so hava tey fast
búgvandi í einum samfelagi
ofta givið sigoynarum skuldina,
tá land teirra varð rakt av van
lukkum.
Hesar ákærurnar og forfylg
ingarnar hava sigoynarnir roynt
at vart seg ímóti, við ikki at
vera har, sum vanlukkurnar
hendu. Kortini eru teir vorðnir
riknir út mangastaðni, um
teir ikki megnaðu at flýggja
frammanundan.
Tað náddu teir hinvegin
ikki, tá triðja týska ríkið í
1933 byrjaði at fremja rasu-
teori’ir sínar. Sigoynarar í
túsundatali endaðu dagar sínar
í konsentrasjónslegum, og ein
roknar við at einir 800.000
sigoynarar mistu lívið í árunum
1933 til 1945.
Vegna lívsmegina í mentan
teirra, málinum og mátanum
teir liva uppá, verða sigoynarar
framvegis útsettir fyri stórum
trýsti frá fastbúgvandi fólki.
Sigoynarar: Eitt fólk á ferð
Undir seinna heimsbardaga mistu helst einir 800.000 sigoynarar lívið
Sigoynarar eru óførir til tónleik. Her koma tveir teirra inn í serstaka skúlan hjá Reyða Krossi at undirhalda
Hesin drongurin gongur í skúla, men eitt stórt arbeiði má gerast fyri at fáa
foreldrini hjá øðrum sigoynarabørnum at skilja týdningin av hesum sama
Sigoynarar liva fyri tað
mesta fyri seg sjálvar
– ofta fleiri ættarlið í
sama húsi
Tann nýggja tíðin og tann gamla tíðin – tradisjonelli búnin og
cowboybuksurnar - møtast eisini hjá sigoynarum – her tvær gentur
dansa tann serstaka dansin