Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 227 - 25. november 2005 Ferð til Hetlands, Orknoyggjar, Skotlands og Suðuroyggjar við seksæringinum m/b Turid av Tvøroyri í døgunum 10. til 25. juli 2005. Frásøgn: Kristjan Petersen Farið var av Tvøroyri til Hetlands Sunnudagin 10. juli kl.15. 30. Við vóru Finnbogi Joensen, Sverri Jensen og Kristjan Peter­sen. Ætlanin var, at fjórði maðurin, Rúni Jacobsen, eisini skuldi við - hann varð staddur umborð á partrolaranum Sma­ ragd, sum partrolar við Juwel, á fiskileið eysturi í kantinum á Suðuroyarbankanum einar 40 fjórðingar úr landi. Kl. 15. 30 tosaðu vit við Tórs­havnar Radio og boðaðu frá túrinum. Teir á Tórshavnar radio bóðu okkum royna at fáa samband við Havrenning - sum er ein kappróðrarbátur, eitt seksmannafar úr Klaksvík, við fýra monnum umborð, sum róðu úr Føroyum til Hetlands. Hetta játtaðu vit sjálvandi. Uml. Klokkan 17 fingu vit nýggjastu knattstøðuna hjá Hav­ renningi frá Tórshavnar radio. Teir vóru tá staddir 61.05 norður og 3.30 vestur. Kl. 21 komu vit á knattstøðuna hjá partrolaranum Smaragd á 61.15 norður og 5.22 vestur. Her tóku vit fjórða mannin, Rúna Jacobsen, umborð. Veðrið varð hampuligt har á leiðini – einir 8 - 10 m/s sunnan. Trolararnir høvdu júst endað túr, og skuldu inn at landa. Mánamorgunin 11. juli kl. 7 komu vit á knattstøðuna hjá Havrenningi á 60.59 norður og 3.08 vestur og fóru uppá praj, veðrið var hampuligt har á leiðini, einar 10 m/s av útsynningi. Frammanundan høvdu vit tosað við teir á Havrenningi í WHF - inum, og spurt teir, um tað var okkurt teir ynsktu, vit skuldu gera fyri teir. Teir svaraðu, at um vit høvdu onkran heitan mat, hevði tað komið væl við. Vit kókaðu seyðarhøvd og epli til teirra. Menninir á Havrenningi høvdu tað gott, men vóru ógvu­ liga móðir. Vit bjóðaðu teimum sleip, men teir tóku ikki av. Eftir at vit høvdu prátað eina løtu, ynsktu vit hvør øðrum góða ferð víðari og hildu leiðina fram til Hetlands - tá vóru vit staddir einar 40 fjórðingar úr Yellsundi. Kl. 14.30 komu vit í Yellsund og boðaðu Shetland Coast Guard frá. Kl. uml. 16.30 komu vit til Ulsta á Yelloy. Kl. 18.30 fóru vit úr aftur Ulsta við kós móti Lervik á Mainland, har vit komu kl.22. Í Lervick vóru nógvir føroyskir bátar, umframt sluppin Johanna. Oyggjaleikir vóru í Hetlandi, so nógv fólk var samankomið har í tí sambandinum. Mikudagin 13. juli bunkraðu vit olju, soleiðis at vit vóru klárir at halda leiðina fram til Orknoyggjarnar. Fríggjanáttina 15. juli bleiv veðrið til vildar, og vit fóru úr Lerwick klokkan 1 við kós móti Orknoyggjum. Fríggjamorgunin Kl. 9.30 kom grønlendski trolarin m/t Polar Prinses tætt framvið okkum. Vit tosaðu við teir í WHF - inum. Við vóru 4 føroyingar - vit fingu eitt hugnaligt prát við ein teirra. Kl. 12 nærkaðust vit Orkn­ oyggjunum. Tær eru lágar á at líta og har vóru hvítar sand­ strendur at síggja. klokkan 16 komu komu vit til Kirkwall. Umstøðurnar at liggja har vóru góðar, vit lógu við eina flótibrúgv í eini sonevndari “ marinu”. Vit høvdu trupulleikar við at fáa olju, tí stongt bleiv kl.17 á oljusøluni - vit náddu tað tó í evstu løtu, tí ætlanin var ikki at steðga leingi í Orknoyggjum. Vit hugdu okkum eitt sindur um í Kirkwall - hann tyktist at vera ein hugnaligur býur. Har var m. a. ein urtagarður, eitt alment stað, ið varð gjørt soleiðis, at ein kundi fara inn hagar at “fordjúpa” seg, fáa ein innara frið “, stressa av”. Tá vit komu inn hagar, fingu vit eina serliga kenslu av friði - og larmur av ferðslu var ongin at hoyra, hóast hesin urtagarður varð mitt í býnum - hetta var eitt serligt upplivilsi fyri okkum. Umleið kl. 23.30 fríggja­kvøld­ ið fóru vit úr Kirkwall. Hesuferð gekk leiðin til Inverness í Skot­ landi. Veðrið varð av tí besta, blika logn. Sunnudagin seinnapartin, tá vit fóru at nærkast Inverness, fór hann at vaksa vindin. Tað bleiv eitt frískt lot beint ímóti Leygardagin 16. juli klokkan gott 16 komu vit inn um molan í Inverness. Kl. gott 17 komu vit til fyrstu slúsuna við eystasta partin í Kaledóniuveit, har til ber at sigla gjøgnum norðurskotland, millum eystur- og vesturstrondina, tað var hesa leið vit ætlaðu okkum. Kl. 17 góvust teir at slúsa bátar tann dagin, so vit máttu bíða eftir at vera slúsaðir inn til morgunin eftir á flóðini kl.8. Vit fingu loyvi at binda bátin við slúsuna, og kundu liggja har til dagin eftir, tað bleiv so gjørt. Sunnumorgunin 17. juli kl. 8 fóru vit inn í fyrstu slúsuna. Tað ræður um at hava góðar, passaliga langar endar við, at brúka, tá mann verður slúsaður upp og niður í veitini. Gjald verður verður tikið fyri at fara ígjøgnum veitina alt eftir, hvussu langur báturin er og, hvussu leingi ein ætlar at vera í kanalini, minsta mark at gjalda er fyri eru 8 dagar. Gjaldið fyri 8 dagar kostaði fyri okkum einar 1500 kr. - vit fingu ein lykil, so vit høvdu atgongd til wc og brúsur og aðrar hentleikar í marinunum í allari veitini. Tá vit vóru slúsaðir tvær slúsur upp, komu vit til tað fyrstu marinuna - “ Sea Marina “ í Inverness, vit løgdu at eini flótibrúgv og bundu bátin. Har í marinuni vóru ymiskir hentleikar - so sum vaskimaskina, brúsa og wc. Inverness er eftir okkara metan ein hugnaligur býur at vitja, og fólkini har eru sum heild fyrikomandi og vinarlig. Har í marinuni vóru nógv fólk við ymiskum stuttleikabátum ymsastaðni frá úr verðini, nógv av hesum fólkum sýndu føroyska báti okkara stóran áhuga, tí ikki er so vanligt at síggja slíkar bátar í Kaledóniuveit. Týsmorgunin 19. juli klokkan knapt 10 loystu vit fyri at vera slúsaðir longur upp í veitina - fyrst í 4 slúsur á rað í Inverness - síðani sigldu vit gjøgnum fyrsta partin av Kaledóniuveit, har var smalt og sera vakurt. Síðan komu vit til tvær aðrar slúsur. Tá vit vóru slúsaðir upp gjøgnum tær, komu vit til Dockgarrock við eysturendan av Loch Ness vatn. Uml. kl. 13 komu vit inn í Loch Ness, vindurin var ímóti. Vit royndu at fáa eyga á tiltiknu og víðagitnu sjóslanguna “ Nessie “, ella av summum nevnt Loch Ness ódjórið, men til fánýtis, annars hevði hon komið væl við fesk á pannuni, helt onkur skemtandi fyri. Óndar tungur vilja vera við, at tað bert eru fólk í ferðavinnuni, sum av og á síggja “ Nessie “, í øllum førum eru nógvar søgur um hana í Skotlandi. Við Loch Ness vatn er eisini eitt fornminnissavn, har m. a. ymisk kavaraútgerð, sum hevur verið nýtt á rann­ sóknarferðum fyri at leita eftir Nessie, og ymiskar myndir, verða sýnd fram. Eftir at vit høvdu silgt vestur eftir á Loch Ness vatni í ein góðan tíma, løgdu vit inn á eina vík nevnd Drunnadrochit, har vit fingu okkum eina góða máltíð. Síðani silgdu vit víðari vestur gjøgnum Loch Ness vatn. Kl. 16.30 komu vit til eina aðra vík, nevnd Foyers - har fingu vit okkum kaffi, og hugdu eftir toftunum av einari gamlari borg. Uml. kl. 18 silgdu vit víðari vestureftir, á Loch Ness, framvegis vindur ímóti, hóast hann varð makaður nakað. Kl. 19.30 komu vit til vestur­ endan av Loch Ness - til Fort August. Her løgdu vit at eini flótibrúgv í marinuni og bundu bátin. Í marinuni í Fort August vóru góð viðurskifti fyri báts­mann­ ingar. Wc, brúsur,vaskimaskina og telefon. Har lógu nógvir stuttleikabátar og summar kendu vit aftur frá marinuni í Inverness. Fort August sýntist fyri okkum sum eitt friðarligt og hugnaligt pláss. Mikumorgunin 20. juli kl. gott 9 fóru vit í slúsurnar í Fort Augustus - 5 slúsur í alt. Tá vit vóru slúsaðir upp í Fort Augustus, hittu vit nakrar føroyingar, tvørafólk, sum vóru á veg eystureftir til Fort Augustus í leigaðum báti. Vit fingu eitt stutt hugnaligt prát við tey, tey skuldu passa seg til slúsurnar, og høvdu tí skund. Vit hildu síðani leiðina fram vesturyvir - tað var framvegis vindur ímóti. Vit fingu loyvi at binda bátin við slúsuna, og kundu liggja har til dagin eftir Við Turid til næstu gran