fríggjadagur 25. november 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
33
Uml. kl. 11.30 komu vit til
eina slúsu sum vit blivu slúsaðir
upp ígjøgnum og uml. kl. 12
komu vit aftur til eina slúsu, sum
vit somuleiðis blivu slúsaðir upp
ígjøgnum. Nú vóru vit slúsaðir
upp í fulla hædd. Síðani silgdu
vit víðari vestureftir á Loch Oich.
Síðani komu vit til Great
Glenn Waterpark i South Laggan.
Her eru smáttur, sum fólk kunnu
leiga, og ymisk útgerð so sum
kano, smábátar, súkklur o. a.,
umframt eitt lítið baðiland.
- Eisini er handil, matstova og
ølstova.
Eftir ein styttri steðg sigldu
vit gjøgnum Laggan, og vóru
slúsaðir niður í eina slúsu, og
sigldu síðani vesureftir á Loch
Lochy, tá vit komu vil vestara
part av Loch Lochy, vóru vit
slúsaðir tvær slúsur niður í
Garlochy, og sigldu síðani til
seinastu slúsurnar - stutt frá
Fort Williams við vestara enda
á Kaledóniuveit, har vit komu
umleið kl. 19.30. Her vóru wc-
og baðimøguleikarnir ikki so
góðir.
Hósmorgunin 21. juli kl. 8.00
fóru vit niður gjøgnum 8 slúsur
á rað - og síðan tvær slúsur -
Haðani fóru vit gjøgnum seinastu
slúsuna úr havnini í Corpack
- út úr kanalini til vesturstrond
Skotlands - og fóru vit at sigla
til býin Oban - har vit ætlaðu
at bunkra olju til framhaldandi
ferðina til Suðuroyggjar.
Hósdagin kl. 15 komu vit til
Oban - vit bunkraðu olju har
og ankraðu upp har á eini vík,
meðan vit fingu okkum eina
máltíð - Okkara uppliving av
fólkunum í Oban var, at tey
virkaðu ikki fyrikomandi.
Klokkan 19 fóru vit av víkini
við Oban, har vit høvdu kastað
akker. Kl. 22.30 komu vit til
býin Tobbermoyri. - Á víkini
lógu nógvir stuttleikabátar fyri
teym, og inni á strondini lógu
nógvar jollur og gummibátar sum
bátsmanningarnar vóru farnar í
land við.
Tobbermoyri tyktist at vera eitt
stað, har nógv ferðafólk komu,
m. a. sýntist nógv fólk, sum sigla
við stuttleikabátum at hittast har.
Her var hugnaligt, men trupult
hjá okkum at liggja við bryggju
- Tað var fjarðandi sjógvur, so
vandi var fyri, at báturin fór at
fjarða turrur.
Vit fingu kortini eina hugna
liga løtu í landi í Tobbermoyri.
Vit vitjaðju eina hugnaliga
ølstovu við livandi skotskum
tónleiki, og vit hittu og prátaðu
við nøkur fólk, sum sigldu við
stuttleikabátum.
Út við midnátt fóru vit aftur at
sigla. Vit sigldu innan fyri Isle
of Skye á veg til Stornoway í
Suðuroyggjum. Tað var frískur
vindur ímóti, og nakað av aldu,
so líkindini at sigla vóru ikki av
teimum bestu.
Fríggjadagin 22. juli kl.
17.30 komu til Stornoway . Vit
løgdu bátin við eina flótibrúgv í
marinuni, har var gott at liggja.
Ætlanin var m. a. at bunkra olju
dagin eftir. Har var friðarligt í
Stornaway.
Leygadagin, tá vit skuldu
bunkra, vísti tað seg, at maðurin,
sum leveraði olju, ikki vildi at
lata okkum olju frá oljupumpuni
á kajuni. Vit blivu vístir til eina
servicestøð fyri bilar í staðin,
men hon lá langt frá havna
økinum. Vit fingu ein vinarligan
mann, sum arbeiddi uppá ein
bát á bryggjuni at koyra okkum
við dunkum eftir olju. Eisini
kom ein annar vinarligur maður
umborð til okkara við køkum til
kaffi, hann hevði verið og ferðast
í Føroyum, og hevði verið sera
hugtikin av hesum túri.
Eisini fólkini á Coast Guardini
í Stornoway vóru sera fyrikom
andi, og góðu okkum allar teir
upplýsingar vit bóðu um, við
einum smíli, og søgdu, at vit altíð
vóru væl komnir har til teirra, og
bóðu okkum siga teimum frá, tá
vit fóru at sigla heim til Føroya,
so skuldu teir boða frá her heima,
tað lovaðu vit at gera.
Leygarkvøldið 23. juli kl. 18
fóru vit úr Stornoway í Suður
oyggjum við kós móti Føroyum.
Tað var nakað av vindi ímóti, og
nakað av streymi, so tað gjørdist
eitt sindur ófantaligt at sigla.
Kl. uml. 4 um náttina vóru vit
við Ronuoy, vit høvdu framvegis
frískan vind ímóti og harðan
streym, so tað var framvegis
nakað ófantaligt at sigla, ætlanin
var at leggja inn í Ronu, men
veðrið var ov vánaligt, so vit
hildu beina kós móti Føroyum.
Mánamorgunin 25. juli kl.
uml.9.30 vóru vit tvørs av Akra
byrgi, nú var veðrið batnað og
ongin streymur, so tað var blivið
slættari í sjónum.
Kl. 11 løgdu vit at bryggju á
Tvøroyri. Vit boðaðu Tórshavnar
radio frá, at vit vóru komnir fram
í øllum góðum, og heittu á teir
um at boða Stornoway Coast
Guard frá, tað var í lagi, tað
skuldu teir gera.
So var hesin spennandi túrur at
enda komin.
Fýra mans róðu til Hetlands við seksmannafarinum
Havrenningi úr Klaksvík
Fort Williams
nnar okkara fyri sunnan