Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. november 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 227 - 25. november 2005 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Millum nógvu bøk­ ur­nar, ið eru komnar út í seinastuni, er skald­søgan Mørk eftir Vidu A. Højgaard . Hetta er fyrstu ferð Vida roynir seg sum skaldsøguhøvund, og hon dylur ikki yvir, at skaldsøgan er bæði persónlig og kenslu­ borin Skaldsøga Skaldsøgan Mørk er um gentuna og kvinnuna Lív, sum á ungum árum lærir tilveruna at kenna frá eini døkkari síðu. Lív er úr eini lítlari føroyskari bygd, og vit fylgja henni frá sjey ára aldri, til hon er síðst í fjørutunum, tá søgan endar mitt undir kreppuni fyrst í nítiárunum. Hennara lívs­ skeið er sostatt ájavnt tað hjá høvundanum, og á ein hátt er bókin eisini eitt slag av ævisøgu, sigur Vida. - Og tó. Søgan inniheldur alt frá ramasta sannleika um meg, til tann reina uppspuna. Hinvegin, ein skaldsøga er jú altíð onkursvegna eitt úrslit av tonkunum hjá høvundanum. At tora Vida hevur altíð skrivað dagbók, og tað var eisini við støði í dag­ bókini, at søgan um Lív byrjaði. - Dagbóksnoturnar, sum hava lagt støði undir bókini, stava frá eini tíð, tá eg ikki hevði tað so gott, og í so máta er Mørk ein sera erlig og kensluborin søga. Í dag dugi eg at síggja, at eg hevði brúk fyri at skriva hesa skaldsøguna, tí sum frá leið virkaði skrivingin sum eitt slag av terapi fyri meg, sigur Vida. Hon viðgongur, at stóra av­bjóð­ ingin við at skriva eina skald­ søgu, sum hesa, er at tora at geva hana út. Tí sjálvt um tú kanst nýta nógv skaldslig snildi, verður ein slík søga altíð onkursvegna ein avdúking av tær sjálvari. Vida hevur leingi skrivað yrkingar, men altíð undir dulnevni. Seinnu árini hevur hon tó javnan havt viðmerkingar í bløðunum um aktuell evni, og tað hevur altíð verið undir fullum navni. Sjálv heldur Vida, at hetta hevur givið henni ta venjingina og tað dirvið, sum skuldi til fyri at tora eisini at geva eina skaldsøgu út. Tvístøða Tey, ið hava fylgt við skrivingini hjá Vidu, síggja nokk eisini, at nógvar av hennara meiningum verða endurspeglaðar í hugleið­ ingunum hjá Lív. Eins og Vida sjálv, er Lív alt annað enn kvinn­ usakskvinna, sum Vida tekur til. - Eg valdi at sjálv vera heima­ gangandi, tá eg fekk børn, tí tað fyri meg var frælsi. Ikki tí, eg skal ikki gera meg til nakra fyrimynd, men eg loyvi mær at ivast í, hvussu gott tað er, at einstaklingurin allatíðina skal verða í fokus við alsamt vaksandi krøvum. Í longdini ber tað ikki til, um øll hugsa soleiðis, og tað skuldi ikki undrað meg, um fólk fóru at venda aftur til gamla familjumynstrið, sigur Vida. - Lív fylgir væl við í tí, sum hendir rundan um hana, men skilur ikki rættiliga tann negativa hugburðin til eitt nú kvinnur, ið velja at ganga heima. Hon byrjar at kenna seg kroysta, og tað er ikki so løgið, um vit hugsa um ta ódámligu hetzina móti heimagangandi kvinnum, sum vit til dømis sóðu í 1980unum, heldur Vida. Lagna ella tilvild? Lív er evnarík, men hon er eisini viðkvom. Og sum frá líður verður hon kroyst út um síni egnu mørk á ein hátt, sum skaðar hana og merkir hana fyri lívið. Hetta evnið ger ikki Mørk til eina kvinnubók, sum so. Heldur er hetta ein roynd at varpa ljós á, hvørji okkara virði í grundini eru. - Eftirhondini sum vit eldast, síggja vit, hvussu stutt lívið í veruleikanum er. Og tí sker tað kanska uppaftur meir í eyguni, tá tú sært, hvussu ringar stundir fólk geva sær til at liva, heldur Vida. Lutvíst tvinnað saman við hesum evni, setir bókin eisini spurnartekin við, í hvussu stóran mun vit sjálvi eru før fyri at mynda okkara lív. Er alt lagna ella tilvild, og er alt okkara stríð at stýra eftir eini skilagóðari kós sostatt til fánýtis? - Lív er eitt dømi um eina kvinnu, sum roynir sum frægast at leita eftir eydnuni og einum tilverugrundarlagi, sum gevur meining fyri hana, í einum sam­ felag, sum allatíðina broytist. Í so máta er hon bara eitt vanligt menniskja uppá gott og ónt, sum eg trúgvi tey flestu munnu kenna seg aftur í, sigur Vida. Píkatráð­urin á permu­myndini er rættiliga symbolskur. Tað gevur djúp merki, tá høvuðs­ persónurin verður kroyst at fara út um síni egnu mørk Persónlig skaldsøgudebut Høvundurin: Óvanliga væl medi­ sinerað Í kapping við 20 aðrar debutantar fekk danski høvundurin Jonas T. Bengtsson herfyri BG debutantvirðislønina fyri skaldsøguna Aminas Breve. Bókin er um tann gløgga og sympatiska Janus, sum hevur sett sær fyri, at finna sína vinkonu, Amina. Umvegis brøv hevur Amina verið hansara lívlína til lívið tey fýra árini, hann hevur ligið á sinnissjúkrahúsi, men nú er hon horvin. Janus hevur diagnosuna skizofren paranoid, men er, sum hann sjálvur sigur, óvanliga væl medisineraður. Í grundgevingini fyri at geva Bengtsson virðislønina varð millum annað sagt, at skaldsøgan er sterkt medisin, men framúr væl doserað, har ráur humor og heit medmenniskjaligheit dampa av síðunum. Jonas T. Bengtsson er 29 ára gamal og hevur fyrr skrivað handrit til barnaútvarp og sjónvarp. Tað tók honum trý ár at skriva Aminas breve, sum hann lutvíst hevur skrivað út frá samrøðum við eina sinnissjúka vinkonu. - Eg hevði brúk fyri at vísa, at sinnissjúk fólk ikki altíð eru lallandi psykopatar, sum serliga amerikanskir filmar vanliga geva fatan av. Janus er fullgreiður yvir, at hann ikki klárar seg í vanliga samfelagnum. Men tað verður hann í avísan mun noyddur til, um hann skal finna Amina, sigur Bengtson, sum á tann hátt hevur skipað skaldsøguna í einum spenningsøki millum tað svakliga og tað normala. Jonas T. Bengtsson, Aminas Breve, People’s Press, 2005 Forvitnislig jólabók Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í hesum døgum út Mína Jólabók 2005. Eins og í fjør ein spennandi, fjølbroytt og litføgur bók við hópin av góðum hugskotum, søgum og yrkingum, sum alt húskið kann savnast um í tíðini upp undir jól. Adventskransur úr góð­ gæti, jólafigurar úr frans­breyði, nissur úr filti og sandpappíri, smákøkukonfekt, tøvdar task­ ur, pappírskavaflykrur og ann­að mangt, og so sjálv­andi nýskrivaðar søgur og yrk­ ingar. Bókin er skipað sum kalendarabók í 24 pørtum. Í bókini eru í ár søgur og yrkingar eftir Oddvør Johansen, Sólrún Michelsen, Rakel Helms­ dal, Mina Reinert, Ella Smith Clementsen, Elin Mortensen, Gitte Klein, Arnbjørn Ó. Dals­ garð, Heidi Laura Vágsá, Alex­ andur Kristiansen og Dagfinn Olsen. Beinta Johannessen og Bókadeild Føroya Lærarafelags hava lagt bókina til rættis. Beinta Johannessen, Allan Dalsgarð og Ann-Mari Egholm hava teknað og Per á Hædd og Finn­ur Justinussen hava tikið myndirnar. Bókin er prenttilgjørd á Føroyaprent og prentað í Danmark. Mín jólabók 2005 er sum stór myndabók til støddar, 104 blaðsíður í litum og innbundin. - Mørk inniheldur alt frá ramasta sannleika um meg sjálva til reinan uppspuna, sigur Vida A. Højgaard, um sína fyrstu skaldsøgu, sum kom út fyrr í vikuni. Jonas T. Bengtson 34