fríggjadagur 25. november 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 227 - 25. november 2005
35
Tinghellugreinin
Eftir Elin Heinesen
3. og seinasti partur
Hugburður okkara gevur
samvitskubit, strongd
og ónøgd millum fólk.
Hetta ávirkar í síðsta enda
búskapin og ger okkum
til eftirbátar. Men nógv
kundi verið øðrvísi, um
meira dentur varð lagdur
á menniskjanslig virði í
føroyskum fjølmiðlum.
Í grein seinasta vikuskifti vísti
eg á, hvussu hugburðurin í
miðlunum og í politiska lívi
num ger óneyðuga stóran
mun á kvinnum og monnum.
Í dag vil eg vísa á, hvussu
hesin hugburður er orsøk til
samvitskubit, strongd og ónøgd
millum fólk, sum í síðsta enda
ávirkar búskapin og ger okkum
til eftirbátar.
Lat okkum bara hyggja at
nútímans lívinum nógvir før
oyingar liva í dag, sum ikki skilir
seg nógv frá lívinum fólk í øllum
vesturheiminum liva, har flestu
familjur eru bundnar av at skula
hava tvær inntøkur fyri at fáa alt
at mala runt. Hetta leggur eitt
øgiligt trýst á familjulívið, sum
skal leggja nógv fyri. Vit skulu
renna skjótari og skjótari fyri
at klára alt bæði til arbeiðis og
heima. Úrslitið er, at nógv gerast
overvað og ofta kenna, at einki
hongur ordiliga saman. Hóast
vit materielt sæð eiga meira enn
nakrantíð, eru vit kortini strongd
og ónøgd, tí vit hava ikki nóg
mikið av tíð at njóta lívið og
hvønnannan.
Tíðin komin at hugsa
annaðleiðis
Kanningar í Danmark vísa, at
fólk sjúkramelda seg meira og
meira – bæði kvinnur og menn.
Ikki tí tey eru meira sjúk enn
fyrr, men bara fyri at geva sær
sjálvum ein tiltrongdan steðg
og eina ‘lógliga’ orsøk til at
vera heima og ansa sær sjálvum
og familjuni eitt sindur meir.
Men okkurt er spinnandi galið,
tá fólk kenna seg noydd til at
sjúkramelda seg og lúgva bara
fyri at geva sær sjálvum rúm
at taka sær av lívsneyðugum
pørtum av lívinum.
Granskarar peika á, at upp
ímóti 60 prosentum av tí strongd,
fólk uppliva í dag, kemst av
væntandi javnvág millum arbeiði
og familjulív. Kvinnurnar hava
smakkað fyrimunirnar av fíggjar
ligum frælsi og fáast ikki aftur
til kjøtgrýturnar, so tíðin er
komin til, at vit byrja at hugsa
annaðleiðis, um vit skulu fáa
javnvág aftur – at vit síggja tey
menniskjansligu virðini, trivnað
og nærumhvørvi, sum felags
virði fyri bæði kynini og síggja
tey í einum størri samfelagsligum
høpi, tvs. at vit útgreina og skilja
týdningin, hesi virði hava – ikki
bara fyri tann einstaka, men
eisini fyri samfelagsbúskapin
sum heild.
Børn eru eingin forðing
Her hava fjølmiðlarnir ikki
minst eina uppgávu: at vera við
til at avdúka, hvussu alt hongur
saman. Er tað t.d. ein veruleiki,
at tað, at fáa børn, er ein forðing
fyri arbeiðslívið? Er tað ikki
heldur so, at fólk í veruleikanum
gerast ein enn betri, sterkari,
meira motiverað og meira
ábyrgdarfull arbeiðskraft, tá
tey fáa børn? Sum foreldur
fáa vit t.d. royndir í at vera eitt
gott fyridømi. Tú fært royndir
í samskifti og í at veruliggera
virði (børn skilja ikki fín orð á
einum pappíri), at motivera, at
vegleiða og vísa óendaligt tolni,
tá tú verður møtt/-ur av hørðum
krøvum, sum kosta tær ampa,
svøvnloysi osfr. Børn eru ein
harður arbeiðsgevari! Hetta eru
serstakliga virðismiklir førleikar
at menna, um tú skal hava við
menniskju at gera. Fyri nútímans
leiðarar eru foreldraroyndir
helst til nógv meira nyttu í
veruleikanum, enn ein MBA-
útbúgving (Master of Business
Administration), tí tað, sum
verður fyrisitið í vinnulívinum,
eru sjálvandi ikki bara tøl og tól,
men fyrst og fremst menniskju.
Í staðin eru vit tíverri blivin
von við at uppfata børn sum
eina forðing fyri arbeiðslív
okkara, og tí dalar burðartalið
í vesturheiminum – nógva
staðni skelkandi nógv. Um
vit byrja at hugsa øðrvísi,
kann foreldraleikluturin í veru
leikanum vendast til at gerast
tann allarbesti førleikin, vit
hava! Hetta uppliva t.d. serliga
svenskar fyritøkur í løtuni, sum
eru komnar til ta niðurstøðu,
at tað at senda ein pápa í barns
burðarfarloyvi svarar til at geva
honum eitt slag av eftirútbúgving
í kensluligum intelligensi, sam
skifti og multi-tasking, sum ger
hann til ein betri leiðara og toym-
meðarbeiðara.*)
Gamlir leiðsluhættir
kvala virkisfýsni
Tíverri verður lívsins skúli, har
tú fært mest vitan um tað menn
iskjansliga, ikki roknaður fyri
at vera kvalifiserandi á nakran
hátt av nógvum virkisleiðslum,
sum í hugaheiminum enn liva
í eini gamlari tíð, har privatlív
og arbeiðslív púrt einki høvdu
við hvørt annað at gera. Men
at døma eftir, hvussu nógv fólk
í vesturheiminum eru strongd
og ónøgd við tilveruna, virka
teir gomlu leiðsluhættirnir í
fyritøkunum ikki serliga væl.
Teir sýnast heldur at kvala
virkisfýsni hjá fólki – og tað
sæst aftur í vánaligu rokn
skapunum. Serliga í dag, har
framburðurin hjá fyritøkum
er so nær tengdur at evnunum
hjá fyritøkuni til at samskifta
og skapa virðilig arbeiðsvilkor
fyri meðarbeiðararnar. Gomlu
leiðsluhættirnir, sum ofta byggja
á stranga stýring uppi frá og
niður, geva okkum ikki atgongd
til tann íblastur, skapanarhug og
-evni, sum eru vorðin lívsneyðug
í eini tíð, har vit skulu liva av
nýhugsan og nýskapan – ikki
minst í júst einum so lítlum sam
felag sum Føroyar.
Dupult so burðardyggar
fyritøkur
Nýggir vindar eru farnir at
blæsa aðrastaðni. Tom Peters,
ein amerikanskur vinnulívsguru,
sigur: ”Hetta er eitt søguligt
tíðarskeið fyri kvinnur, har
gomlu patriarkalsku struk
turarnir verða brotnir niður.
Kvinnurnar kunnu sjálvar
verða við til at byggja nýggjar
upp, sum sampakka betur við
raðfestingina hjá kvinnunum
av familjulívinum.” Í USA sæst
longu, at fleiri og fleiri kvinnur
fara úr arbeiðsmarknaðinum –
ikki fyri at fara heim aftur til kjøt
grýturnar – men fyri at stovna
egnar fyritøkur við nýggjum
meira familjuvinarligum reglum.
Hesar fyritøkur vísa seg í miðal
at vera dupult so burðardyggar
(!) sum vanligar fyritøkur,
har menn ráða! Amerikanska
vinnulívið hevur sæð, at gongdin
má vendast og streymurin av
(serliga kvinnuligari) arbeiðs
megi úr fyritøkunum má
steðgast. Tí er vinnulívið nú
farið at taka hetta til eftirtektar.
Vit vita, at kynsdiskriminatión
er politiskt ókorrekt. Men
nýggj granskingarúrslit úr
USA vísa, at diskriminatiónin
eisini er ring fyri úrtøkurnar
í fyritøkunum. Tann siðvenja,
sum førir til væntandi javnstøðu,
vísir seg eisini at vera vánaligur
forrætningskikkur. Kvinnurnar
hava varnast, at tær kunnu skapa
burðardyggari fyritøkur við at
innføra meira javnstøðu, har
pláss er fyri tí veruleika, at flest
fólk hava eina familju, sum tey
eisini eru noydd at hugsa um. *)
Hugurin drívur verkið
Vit koma frá eini mentan, sum
hugsar í pliktum og at ’yda’,
áðrenn vit njóta. Vit skulu helst
ikki gera nakað, tí vit hava hug
til tað, men tí vit hava plikt til
tað. Tí vigar arbeiðið so nógv.
Nógvar siðbundnar fyritøkur lata
sum um, at heimalívið ikki er
til hjá meðarbeiðarunum. Hetta
inniber ofta, at nógv raðfesta
familjuna lægri, enn tey í roynd
og veru hava hug til – fyri ikki
at missa arbeiðið! Men tað ber
bara ikki til í longdini at kúga
tann instinktiva tørvin, sum øll
menniskju hava – at ansa eftir
og verja sítt reiður. Henda tørv
hava øll – kvinnur sum menn
– allatíðina við sær, um tey eru
til arbeiðis ella ikki, og um hann
ikki verður nøktaður, elvir tað
bara til økta strongd millum
meðarbeiðararnar við tí úrslitið,
at tey í longdini kortini gerast ein
óálítandi og vánalig arbeiðskraft.
Tað er eingin orsøk hjá
nøkrum til at halda, tað ger
okkum til eina vánaligari
arbeiðskraft, at vit av og á verða
noydd til at taka familju fram
um arbeiði. Tað er nevniliga
akkurát umvent. Tað ger okk
um til eina betri arbeiðskraft!
Nógv í rákinum í tíðini bendir
á, at tað einasta, sum hendir, tá
fyritøkuleiðslurnar byrja at rokna
við menniskjansligu virðunum og
familjuni sum einum veruleika í
lívinum hjá meðarbeiðarunum,
er bara, at hetta førir til størri
samanhang millum arbeiðs- og
privatlív, betri trivnað – og
betri úrtøkur hjá fyritøkuni í
síðsta enda! Tá leiðslurnar vísa
meðarbeiðurunum álit við at
geva teimum meira frælsi og
lata tey arbeiða meira við atliti
til egnan tørv eisini, so tey
sleppa undan at snýta seg til at
nøkta tørvin, verður tað fyrst og
fremst hugurin, ið drívur verkið.
Einki er so motiverandi sum tað.
Úrslitið er, at produktiviteturin
bara økist munandi hjá
meðarbeiðarunum.
Ikki bara útlit, men
eisini innlit
Um fyritøkur hin vegin halda fast
í at lata eyguni aftur fyri hesum
veruleika, kunnu tær einans
vera vísar í, at framleiðslumegin
minkar, og at ein øgiligur
gjóstur verður í fyritøkuni. Sera
fá fólk (hetta er galdandi bæði
fyri kvinnur og menn) orka í
longdini at arbeiða eitt stað, har
skipanin er óliðilig og einki atlit
verður víst til privatlívið. Hetta
ber heldur ikki til meir, tá fleiri
og fleiri aðrar fyritøkur fara at
bjóða meðarbeiðarum sínum
betri vilkor – og tað vísir seg
at hava sera positiva ávirkan á
teirra úrtøku. Rákið aðrastaðni í
heiminum gongur henda vegin –
tí tað ber ikki til annað – og fyrr
ella seinni fara føroyingar helst
eisini at sanna hetta. Men eingin
orsøk er til at vera eftirbátur.
Her spæla fjølmiðlarnir ein
týðandi leiklut. Tíverri ímynda
føroysku fjølmiðlarnir í dag í alt
ov stóran mun eina verð, sum ger
okkum fremmand fyri okkara
innaru verð og egnu nátturligu
tørvum, og sum ikki viðurkennir
virðið í okkara menniskjansligu,
‘bleytu’ kvalifikatiónum. Ikki
fyrr enn fjølmiðlarnir byrja at
avspegla veruleikan meira heilan,
sum vit veruliga uppliva hann,
kunnu vit gera okkum vón um
at sleppa burturúr tí skizofreni,
vit liva í í dag, har vit brúka alt
ov nógva óneyðuga orku uppá
at lata arbeiðslív og familjulív
berjast móti hvørjum øðrum.
Lesararnir/lurtararnir/
síggjararnir hava tørv á
– fyri ikki at siga krav uppá, at
fjølmiðlarnir taka tað í uppgávu
at undirstrika, hvønn týdning
eisini onnur virði enn tey
úteftirvendu matematisk-logisku
hava. At fjølmiðlarnir geva pláss
ikki bara fyri útliti, men eisini
fyri innliti. Hesin íblástur er
alneyðugur, um vit skulu økja
um almenna trivnaðin og bøta
um sjálvsvirðingina hjá einum
– alt ov samvitskubitnum og
alt ov strongdum – sera stórum
parti av fólkinum. Sum eg havi
ávíst í hesi greinarøð, kann
hetta initiativ bara hava eitt
viðvirkandi positivt árin á búskap
okkara.
*) Kelda: Kirsten Stendevad:
Moderskab som karrierefordel
Elin Heinesen býr í Keypmannahavn,
har hon er ábyrgdarhavandi blaðstjóri
fyri blaðið KIWI magazine - eitt
mánaðarblað við 430.000 lesarum iflg.
Gallup/Dansk Oplagskontrol 1. og 2.
kvartal 2005.
Fakta
Bleyt og hørð virði í føroysku miðlunum:
Foreldur best fyri búskapin